mikudagur 19. september 2007síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 181 - 19. september 2007
tíðindi
Norðmaðurin Erling
Okkenhaug er eitt
gott dømi um, at ein
umvegis alnetið kann
seta dagsskránna til
eitt kommunuval.
Føroyingar hava
sama møguleika, nú
bert fýra mánaðir eru
eftir til løgtingsval.
Spurningurin er
bert um at síggja
møguleikarnar
Bygdamenning
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Svínoy: Hvussu skal ein
bera seg at, tá ein ynskir at
siga frá sínum hjartamáli,
bæði effektivt og samstundis
fyri so mongum fólkum
sum gjørligt?
Ein máti er at brúka allar
møguleikarnar sum finnast
á alnetinum. Hetta hava
útlendingar sæð týdningin
av, og tað er nærum ikki tað
málið sum ikki á einhvønn
hátt kann finnast fram til á
netinum.
Her á landi er ein so smátt
farin at síggja týdningin av
hesum sama. Eitt dømi um
hetta er fólk í Svínoy, sum
eru fá í tali, men kortini
hava eitt týdningarmikið
mál at stríðast fyri: Hvussu
teirra oyggj kann varðveitast
og hvussu ein kann skapa
liviumstøður fyri bygdar
fólkinum.
Nógv lesarabrøv, viðmerk
ingar,
tíðindagreinar
og
samrøður hava verið frammi
millum ár og dag, og ein
hevur serliga sæð, at fólk úr
oynni hava verið ófør at vísa
á, hvussu neyðugt tað er at
júst teirra oyggj og bygd
ikki verður avtoftað.
Bygdarfólkið hevur sæð
veruleikan í eyguni, og sum
eitt stig í hesum máli eru
tey sinnað at leggja saman
við Klaksvíkar kommunu.
Mótvegis
umheiminum
Bæði í bygdini og aðrastaðni
kring landið eigur oyggin
heitar fortalarar fyri at hon
skal varðveitast.
Svínoyingar hava haraftr
at verið hjá landsins mynd
ugleikum við teirra stóra
máli, sum er at fáa nøktandi
møguleikar fyri samferðslu
til meginøkið við tunli og
ferjulegu.
Enn eru eingi stórvegis
og ítøkilig stig tikin í hesum
máli, men eingin ivi er um,
at júst við hesum áhaldinum
hava tey megnað at gjørt
bæði lokalar politikkarar og
landspolitikkarar varar við
umstøður teirra sum ein
útoyggj. Fyrispurningar og
uppskot til samtyktar hava
verið á tingborði, til tess at
bøta um umstøðurnar hjá
bygdarfólkinum.
Umframt alt hetta finst
ein lítið vitjað føroysk
heimasíða, sum hevur gjørt
eina roynd at lýsa bygdar
lívið í Svínoy. Hetta er kort
ini bert ein roynd, men eing
in ivi er um, at bæði svín
oyingar og aðrar útoyggjar
hava allar møguleikar at
gera vart við seg mótvegis
umheiminum á alnetinum.
Spurningurin er bert um
vilja, mátt og pening at fara
undir hetta. Dømið úr
norska býnum Risør vísir,
hvussu ein umvegis alnetið
kann gera vart við eitt mál
– ókeypis!
Lokalt evni
Í norska býnum Risør, ið
liggur á suðurlandinum, eru
stórar ætlanir um at broyta
hugnaliga og søguliga havn
arlagið til eitt stað við bygn
ingum ið hóska til nútíð
ina.
Mong eru helst fegin um
hetta stigið, men tað eru
kortini tey fólkini í býnum
sum eru beinleiðis ímóti
eini slíkari ætlan. Ein teirra
er Erling Okkenhag, sum
umboðar felagsskapin “All
grønn”.
Endamálið er at stríðast
fyri staðarmenning, saman
við lokalum kreftum. Sam
an við øðrum hevur hann
sett sær fyri at lýsa, hvussu
óheppin henda byggingin
er fyri hansara heimbý, og
helst aðrar býir við, sum
kunnu koma út fyri hesum
sama.
Felagsskapurin fór tí und
ir eitt átaki í hesum máli.
Tey gjørdu ikki mætari enn
at leggja ein filmsstubba út
á alnetið við heitinum “Sør
landsperlen Risør trues av
utbyggerspekulanter”. Her
vísa tey á, hvussu óheppið
hetta er fyri hugnaliga
havnaumhvørvið.
Aftanfyri seg hevur hann
felagsskapin Allgrønn, sum
varð stovnaður í 1991.
Hetta er ein lítil, men kort
ini virkin felagsskapur sum
hevur stór mál – eisini ímóti
teimum sterku kreftunum.
Vit vilja geva fólki
møguleika at taka upp lokal
evni, uttan at hava tær stóru
kapitalkreftirnar í ryggi
num. Hetta er ein opin og
demokratiskur miðil, sum
vit vilja gera okkara til at
menna enn meiri í fram
tíðini, sigur Okkenhaug við
norsk bløð.
Einsporað
báðar vegir
Hesin filmurin er rættiliga
einsporaður, men Okken
haug hevur eisini sína frá
greiðing um hví so er:
Hetta var ein einsporaður
filmur móti einum einspor
aðum byggiharra, sum náði
leyst ætlar at broyta býar
myndina í Risør.
Hetta málið kom á dags
skránna og var við til at seta
dám á valstríðið í heima
kommunu hansara í sam
bandi við kommunuvalið í
Noregi herfyri.
Tíbetur fyri Okkenhaug
og hansara fólk fingu fjøl
miðlarnir eyga á átakið, og
høvdu drúgvar og góðar
umrøður av málinum – bæði
tey lokalu bløðini í økinum,
norska útvarpið NRK og
stóra dagblaðið Verdens
Gang.
Hetta hevur alt verið við
til at geva málinum eitt egið
lív, staðfestir hann væl nøgd
Hóast fá fólk eru eftir í Svínoy, eru tað kortini
mong sum ynskja at oynni verður lív lagað.
Alnetið er eitt hent amboð í hesum stríðnum
Mynd: Høgni Thomsen
Gera vart við lokalmál
umvegis alnetið
Svínoyingar
á netinum
Tað er helst ikki
hvørji oyggj beskorið
at hava eina heima
síðu. Við góðum
netsambandi hava
fólk í Svínoy tikið
tøkniligu menningina
til sín. Á alnetinum
liggur nevniliga ein
heimasíða sum við
nógvum myndum
vísir nakað av
lívinum í bygdini.
Teksturin er ikki
tann nógvi, men her
hevur so onkur ynskt
at gera vart við at
Svínoyggin er til.
Heimasíðan eitur
www.skulin.fo/nesvik/
jeag/link.htm
Hon er ikki serliga
dagførd, men kortini
ein máti at siga eina
søgu. Higartil hava
389 vitjanir verið á
heimasíðuni.
Hentar heimasíður
Her eru nøkur dømi um heimasíður, sum lýsa eitt øki ella
hvørs endamál er at stríðast fyri eini ávísari søk:
Um Svínoy: www.skulin.fo/nesvik/jeag/link.htm
Um byggingina í norska býnum Risør: www.snutter.no og
síðani “Sørlandsperlen Risør trues av utbyggerspekulanter”
Felagsskapurin hjá Erling Okkenhaug og øðrum: www.
allgronn.no
Heimasíðan hjá Útoyggjafelagnum: www.utoyggj.fo
Heimasíðan hjá Stóra Dímun: www.storadimun.fo
Heimasíðan hjá Mykinesi: www.mykines.fo
Heimasíðan hjá koltursbúgvum: www.koltur.com
FAKTA
Erling Okkenhaug og hansara felagsskapur
tóku alnetið í nýtslu fyri at gera vart við eitt av
teirra hjartamálum (Ljósprent: vg.no)