mikudagur 19. september 2007síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 181 - 19. september 2007
17
Andlát og jarðarferðir
Tove Petersen á Argjum, andaðist sunnudagin, 77
ára gomul. Bønarhald verður í Vesturkirkjuni miku
kvøldið kl. 18.00. Jarðarferðin verður hósdagin kl.
13.00. Tey, ið vilja minnast Tove, kunna lata lata
Sambýlinum á Mýrini í Hoyvík eina gávu. Konta í
peningastovnunum.
Louisa Olsen á Ryggi í Miðvági andaðist týsdagin
í Åbybro, 91 ára gomul. Jarðarferðin verður lýst
seinni.
Ata (Æda) á Reynatúgvu, á Sandi andaðist í
heiminum týsdagin, 73 ára gomul. Jarðarferðin
verður lýst seinni.
Andlát og jarðarferðir
Dagurin
20. september. Tobias. Til minnis um tann Tobias, sum
apokrýfiska bókin Tobits bók veit at siga frá. Navnið er
hebráiskt og merkir Guð er góður.
Í dag, mikudagin 19. sep
tember, fyllir Ove Ritter,
seniorsersjantur og Harley
Davidson umboðsmaður í
Havn, 50 ár.
Ove er dani, sum hevur
búð í Føroyum síðan 1982
og er kanska mest kendur
fyri sín áhuga fyri motor
súkklum, serliga Harley
Davidson, sum hann í dag
selur og leigar út.
Upprunaliga
er
Ove
útbúgvin
amboðssmiður.
Nakað eftir at hann varð
útlærdur, bleiv hann innkall
aður til hertænastu. Sína
sersjantútbúgving
hevur
hann fingið innan danska
herin. Hann var á Cypros í
STtænastu, áðrenn hann
kom til Føroyar í 1982 og
bleiv settur sum leiðari av
„Bevogtningstjenesten“
á
Flyvestation Tórshavn, har
hann eisini kom at standa
fyri eftirútbúgving av starvs
fólkum á støðini.
Fyrst í 90unum arbeiddi
hann í trý ár á Flyvestation
Værløse. Í hesum tiðarskeiði
var hann eisini í Kuwait í ST
ørindum. Í 1995 byrjaði hann
aftur í Mjørkadali. Tó var
hann, í 1997, eitt ár á „Eska
drille 500“ í Vedbæk, og í
2002 var hann við í altjóða
friðardeildini í Kirgisistan.
Ove hevur altíð havt stóran
áhuga fyri motorsúkklum.
Sínar fyrstu 10.000 kilometr
ar á eini Harley Davidson
koyrdi hann, tá hann var í
Kuweit í STørindum. Tá
hann kom aftur til Dan
markar, keypti hann sær eina
Harley í 1996, sum hann
síðan tók við til Føroyar, har
hon varð skrásett sum nr.
HD001, sum tann fyrsta av
sínum slagi í Føroyum.
Eftir at hava keypt og selt
fleiri Harley Davidson, læt
Ove upp sín egna Harley
handil fyri skjótt fimm
árum síðan. Í dag eru
umleið 70 Harley motor
súkklur í Føroyum.
Ove hevur eisini skipað
fyri fleiri motorsúkklutúrum
bæði í Føroyum og í granna
londum okkara. Hann dugir
væl at skipa fyri og at leggja
til rættis. Um tað eru motor
súkkluklubbar sum koma
higar at vitja, ella hann skip
ar fyri túrun uttanlands. Í
hesum mánaðinum skipar
hann t.d. fyri einum túri til
Vestmanna, og næsta ár til
Kuba, Danmark og Ísland. Í
2009 hevur hann ætlanir
um at skipa fyri einum túri
tvørtur um alt USA.
Ove er giftur Annu, f.
Holm Hansen, í Havn. Tey
eiga synirnar Petur, 21 ár,
og Hans Kristian, 16 ár.
Føðingardagin
er
Ove
staddur í Íslandi saman við
familjuni, har hann sjálvandi
eisini leggur MCtúrin til
Íslands næsta ár til rættis.
Vit ynskja Ova hjartaliga
tillukku
við
føðingar
degnum.
mg
Kendur motorsúkklumaður
fyllir 50 ár
Fríggjadagin 21. september
verður Christian Høgnesen
í Klaksvík 85 ár. Christian
er ættaður úr Niðristovu á
Norðoyri, sonur bóndahjún
ini Kristionnu og Jóan Karl.
Hann vaks upp í einum stór
um barnaflokki. Tey vóru 9
systkin, harav tann eina
systirin doyði av meslingum
í 1916, bert 2 mánaðir gom
ul. Teir vóru 4 brøður:
Sámal, ið var bóndi á Oyri,
Christian, Dia og Karl, ið
búsettust í Klaksvík. Systr
arnar vóru Karin, ið flutti
til Havnar síðst í sekstiárun
um, Lena, ið búði á Oyri,
Frida og Elisabeth, ið búgva
í Klaksvík. Eftir av systk
inaflokkinum eru Christian,
Frida og Elisabeth.
Christian vaks upp í eini
tíð, har tað var av stórum
týdningi, at tú sjálvur kundi
framleiða meginpartin av
tí, tær tørvaði til lívsins
uppihald, og lærdi hann
bæði at fáast við landbrúk,
handverk og fiskiskap. Í sín
um
bestu
árum
hevði
Christian útróðrarbátarnar
Sævarenni
og
Brattenni
saman við bróðrinum Dia
og sváginum Jóan Paula.
Seinni legðist Christian upp
á land og fór at fáast við
hondverk burturav.
Christian giftist í 1954 við
Jóhonnu Frederikku Joen
sen frá Gjógv og búsettust
tey á núverandi Kráargøtu í
Klaksvík.
Jóhanna
og
Christian fingu tvær døtur,
Kristinbjørg, ið býr í Hoy
vík og Jórun, ið býr í Klaks
vík, og tær eiga 4 børn.
Jóhanna og Christian vóru
bæði væl kjølfest í føroyska
samfelagnum og í føroyskari
mentan,
vóru
nærløgd,
arbeiðssom og blíð at koma
á tal við og á gátt hjá. Tey
vóru ættarkær, góð við síni
og áhugaði í at kenna sínar
røtur og gingu bæði til
ættargransking.
Jóhanna
doyði í 2004, og var tað stór
ur smeitur fyri Christian at
missa hana. Men Christian
er sannur lívskunstnari og
fall ikki fátt.
Hóast sín høga aldur,
sæst Christian enn á Stong
unum og í egningarskúrin
um, har honum dámar væl
at koma, hann fylgir væl
við, hvussu gongst bátunum
á Vágni og føroyska fiski
flotanum sum heild, og enn
flotar hann bát av Borðoy
arvík, tá ið líkindi eru. Tá
ið líkindini ikki eru so góð
til uttandura arbeiði, hugnar
Christian sær innandura við
handverki
og
lesnaði.
Christian er góður heimild
armaður, og fleiri eru tey, ið
hava gjørt brúk av hansara
vitan og skili, og greiðir
hann fegin frá hendingum
og lívsroyndum úr sínum
langa lívi. Christian hevur
upplivað stórar broytingar í
okkara samfelagi. Sam
stundis sum hann er partur
av tí gomlu mentanini, so
hevur hann eisini tikið við
nøkrum av tí, sum nýggja
tíðin hevur at bjóða. Hetta
sæst m.a. við, at hann brúk
ar føroyska húgvu, koyrir á
knalllert og hevur fartelefon
í lummanum.
Christiani dámar væl at
vera saman við fólki og
hevði verið glaður at sæð
skyldfólk, vinir og kenn
ingar á hesum stóra degi.
Honum verður ynskt hjarta
liga tillukku við teimum
85.
Føðingardagurin verður
hildin hjá dóttrini Jórun og
versoninum
Mikkjali
á
Garðsenda 23 í Klaksvík
leygardagin 22.september
frá klokkan 18, har øll eru
hjartaliga vælkomin.
K.
Christian Høgnesen 85 ár
nøvn