mikudagur 19. september 2007síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 181 - 19. september 2007
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Fríggjadagin 14. september
fingu 30 maskinistar hand
að prógv á Vinnuháskúlan
um í Havn. Talan er um
maskinistar, sum í mong ár
hava starvast umborð á skip
um undir Føroyum og aðra
staðni. Hesir hava nú í eina
tíð verið til undirvísing á
Vinnuháskúlanum og hava
nú fingið prógv sum mask
inistar.
Aftasta rað f.v.: Sólberg
K. Jacobsen, Rólant Han
sen, Sámal Jákup Jacobsen,
Jói Elian Hansen, Niels P.
Toftegaard, Pætur E. Han
sen, Tollakur Joensen, Sím
in P. Viðbjørg, og Remi
Thorleifsson
Næstaftasta rað f.v.: Berg
ur Clementsen. Lyder Lyd
ersen, Jens P Jensen, Fróði
K. Andresen, Suni West,
Ove Heinesen, Alexandur
Abrahamsen, og Bent M
Berg
Næstfremsta
rað
f.v.:
Leivur K. Hentze, Finn
Danielsen, Tummas Anth
oniussen, Linjohn Kærbech,
Petur
Hans
Mikkelsen,
Ásmund J. Dahl, Kjartan E.
Hansen,
Fremsta rað f.v.: Torkil
Hansen, Jørmund S Gaard
lykke, Torfinn Hansen, Birg
ir E. Hansen, og Martin
Thomsen. Jónbert Justesen
vantar á myndini.
30 maskinistar
fingið prógv
Í dag 19. september fyllir
mamma okkara, Lina Høgne
sen, Klaksvík, 80 ár. Í
dagligari talu verður hon bert
nevnd Lina hjá Símun hjá
Turið ella Lina á vaskarínum.
Mamma er úr Húsavík, dóttir
Óla Danielsen, Óli á Breyt
kallaður, og Jacobinu í Horni,
doypt Joensen og ættað úr
Oyndarfirði.
Reiðiliga
fermd
fór
mamma til Velbastaðar at
tæna, og síðani í húspláss
hjá Dahlfólkunum í Vági,
har systir hennara Edith
hevði verið frammanundan.
Gumma hennara, Julia, sum
var økonoma á Klaksvíkar
Sjúkrahúsi, hevði síðani
boð eftir henni, og soleiðis
bar tað til, at mamma okk
ara kom til Klaksvíkar. Har
var hon drúgt tíðarskeið,
arbeiddi síðani á Sjómans
heiminum og onkuntíð á
Viking. Seinni kom hon at
starvast á vaskarínum á
sjúkrahúsinum, tey seinastu
árini sum leiðari, til hon fór
frá við eftirløn í 1994.
Mamma og pápi giftust
2. jóladag í 1949. Fimm eru
vit synirnir, Manni (f. 1950)
býr á Viðareiði, Ólavur
(1956) býr í Hvalvík, Høgni
(1957) á Toftum, Birgir
(1960) í Vestmanna, og Ingi
(1964) í Havn, og abba og
ommubørnini eru 22 tali og
langabba og langommu
børnini seks. Vit fimm við
familjum vilja ynskja tær
hjartaliga til lukku við 80
ára føðingardegnum. Tað
kundi verið nógv at sagt um
teg, sum liggur okkum á
hjarta, men lítilátin sum tú
ert, so ynskir tú ongan háva
gjørdan burturúr.
Tað kennist eitt sindur
løgið at heilsa tær á 80 ára
degnum, ja hetta at tú longu
fyllur 80, tú ert jú so ung í
sinni, dámar best, tá ið nógv
fólk eru rundan um teg og
stákanin er stór, ja sjálvt
um bert ein okkara kemur
innar á gólvið.
Mamma, tú hevur altíð
verið ein jonglørur, tá ræður
um mat. Hóast tú plagar at
siga, at tú eigur einki inni,
so stendur eftir lítlari løtu
burtur úr púra ongum eitt
væl dekkað borð við væl
smakkandi mati, sum verð
ur etin á svaðasvørði.
Nú vit eru við matin,
mamma, so minnast vit
manga ferðina, tá fyrireikar
ar til brúðleyp og veitslur
plagdu at spyrja, um tú kundi
standa fyri matinum. Tey
fingu sjálvdan eitt nei. Men
tað sum hugtók mest var, tá
ið tú av einhvørjari orsøk
noyddist at siga nei: So settist
tú hóast hetta við blýant og
pappíri, tí tey hóast títt nei
vildu vita, hvussu tú hevði
gjørt og hvussu nógv av hes
um og hasum skuldi nýtast.
Mamma, soleiðis ert tú bara.
Tað skerst ikki burtur, at tú
í dagliga yrki tínum hevur
verið støðuføst, tí tú starvaðist
í samfull 30 ár á Klaksvíkar
sjúkrahúsi, seinastu árini
sum leiðari. Vit minnast frá
faringarrøðurnar, sum vóru
hildnar, tá tú gavst á sjúkra
húsinum, har kom fólk úr
eystri og vestri, rósandi orð
um hetta og hatta. Eftir stutt
ari tíð fekst tú bilbugt við
játtanina, sum var til vaskarí
ið, varð sagt. Hettar var eing
in løtt uppgáva, tí játtanin var
skerd ógvusliga kreppuárini,
og ítøkiligar ætlanir vóru um
at taka vaskaríið av. Og ikki
minst minnast vit orðini frá
læknanum um tey góðu argu
mentini, sum tú hevði givið
teimum høgu monnunum í
Havn, so vaskaríið framvegis
er í Klaksvík í dag. Tú hevði
tína greiðu ætlan, og fekst øll
at skilja tað neyðuga í henni;
meiri kom burturúr við færri
tímum, men tað góða lagið
varð varðveitt á arbeiðspláss
inum. Tað kann av røttum
sigast, at tá var tað meiri tíni
meðmenniskju, ið tú hugsaði
um, heldur enn teg sjálva, tí
tú longu tá visti, at tú skuldi
leggja frá tær skjótt.
Tolsemi hevur altíð fylgt
tær, tað var tann tíð, tá ong
ar dagrøktarmammur vóru
og tú hevði fimm rokaligar
dreingir í húsinum. Hetta
kravdi tol og eina ótrúliga
samskipan. Men við tí toli,
tú hevði, og við arbeiði tú
var so ómetaliga glað fyri,
so vóru fríløturnar brúktar
til ætlanir fyri morgindagin.
Soleiðis fekst tú bæði skapt
trivnað rundan um teg og
avrikað alt tað húsliga.
Tíðir skifta, og í dag setir
ungdómurin krøv um ung
dómshús, telducafe’ir, motor
súklubanar og annað mangt,
so hugsa vit altíð, at tú,
mamma, var sum ein leiðari
fyri ungdómin á Lítlubrekku,
tí húsini hjá okkum vóru sum
ein ”basa” fyri okkum brøðir
og okkara javnaldrar, har tú
hjúklaði um øll við millum
mála og øðrum góðum. Ja, tá
vóru okkara fótbóltsdystir
floytaðir av, tí mamma kom
við pannikøkum.
Eldri ein verður, fleiri
minnir koma fram, eisini frá
vinmonnum okkara koma
stuttlig minnir, eitt nú segði
ein, at „barnagarðurin hjá
Linu og Símun“ var eitt upp
livilsi, hóast hetta ikki var
ein skipað instutitión. Hann
mintist eisini, at fótbóltsdystir
vóru í tí smølu gongini hjá
okkum, so eitt teppi fyri og
annað eftir varð slitið upp,
alt meðan tit søgdu „lat teir,
tað er so stutt teir eru børn“.
Var tað gott veður, so vóru
vit í túninum og leiktu fót
bólt, og um veðrið ikki var til
vildar, so var eingin avmark
ing, hvussu nógvir LBspæl
arar sluppu inn, ja har var
hjartarúm.
Seinnu árini hava ikki altíð
verið løtt. Kreftirnar eru ikki
tær somu at vera okkara
millum, at stákast og at práta.
Men væl fylgir tú við og
minnið er gott. Tað er bara at
spyrja ... viðhvørt kemur tú
bara sum ketta burtur úr
høvdatrog og rættar nøvn
ella árstøl. Og hóast vit nú
eru nógv í tali, so fylgir tú
ótrúliga væl við føðingardøg
um o.ø., sum fyriferst í okk
ara familjum. Hvønn dag vilt
tú sleppa heim nakrar tímar,
har tit settu búgv á Lítlu
brekku ella Vágsgeil. Og
klokkan trý stendur tú klár,
tá pápi trúliga kemur eftir
tær. So hava tit dagin saman,
koyra kanska rutuna til
Haraldsundar og út á Oyrar,
eru við hús til nátturðin er
etin og tað líður móti niður
faringartíð. So verður tú
skjútsa trygt aftur á Røktar
heimið, har tey ansa eftir tær
... kanska fáa tey tá dagsins
humoristiska kommentar frá
tær, tá tú kemur um gáttina.
Mangt er broytt og ferðin
er ikki tann sama. Men fyri
okkum eru tit tey somu kær
leiksfullu foreldur.
Einaferð enn, hjartaliga
tillukku mamma, og mong
góð ár framyvir. Eisini ein
heilsan til pápa, sum fylti
81 ár 15. august.
Heilsan
Manni, Ólavur, Høgni,
Birgir og Ingi við
familjum
Lina Høgnesen 80 ár