Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-19, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. september 2007síða 15

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 181 - 19. september 2007 15 Innleggið á Trappu­ tingi 16. sept. 2007 Hesa seinastu stóru vikuna hava vit fimm, sum eru uppstillað til biskupsvalið, gjørt eina ferð um landið. Vit hava ferðast víða gjøgnum tað mentanarliga, samfelagsliga og kirkjuliga landslagið. Tað hevur verið ein áhugaverd ferð, ja, hon hevur latið eyguni upp á slíkan hátt, at eg helt, eg skuldi siga eitt sindur frá henni í kvøld. Leygardagin 8. sept. var fyrsti fundur hildin í Lær­ araskúlahøllini. Har skuldu vit hitta kirkjuráðs­ limir, okkara veljarar. Tá ið Læraraskúlin varð vígdur, kallaði Heðin Brú hann: “tann lærdómshøll, vit leingi bíðaðu trá.” Vit hitt­ ust í lærdómsins høgu høll­ um og vórðu mint á, at biskupur skal vera ein lærd­ ur persónur, at krøv verða sett til útbúgving hansara. At læra er at ogna sær holla vitan um sítt evni og góðar førleikar at inna sítt starv. Men lærdómur er nógv meira enn so. Sannur lærdómur er fram um nakað forvitni, evnini at undrast, hugurin at síggja eitt mál frá øllum síðum og ikki koma til nakra niður­ støðu, fyrr enn ein hevur vent hvørjum steini. Tí er tað heldur ikki rætt at flyta inn í biskupsgarðin við einum stórum kassa av lidnum meingingum og loysnum, men við opnum og fordómsfríum sinni og vilja at geva øllum málum eina góða viðgerð. Eg fekk prógv frá Uni­ versitetinum í Århus í 1982 og aftur í 2004. Búmerkið hjá tí lærdóms­ setrinum er ein nýsa, sum leitar líka á botn at finna tað haldgóða støðið. Ferð okkara hevði fingið eina góða byrjan. Næsti fundur var hós­ kvøldið 13. sept., tá ið vit vóru boðin í Missiónshúsið í Lorvík. Hagar streymaðu eisini kirkjuráðslimir til úr oyggjunum norðanfjørðs. Hugurin at spyrja var stórur, og meiningarnar brutust. Tað gjørdist ein lívligur fundur. Missiónshúsið, sum vit vóru í, fekk meg at hugsa um, at fólkakirkjan er ikki bara ein guðstænasta sunnumorgun og ein hátíðarlig løta, tá ið ársins ella lívsins stóru høgtíðir krevja tað. Fólkakirkjan rúmar nógv meira enn so, so satt sum limir hennara hava nógv hjartamál og ofta taka seg saman í sjálv­ bodnar felagsskapir til tess at fremja tey. Vit møta eldhugaðum sálum í arbeið­ inum millum børn og ung, í sjómansmissiónini, á eldrasamkomum og mill­ um tey, ið gjørdust taparar í lívsins harða leiki. Man nakar hava tal á øllum teimum felagsskapum, sum á fólkakirkjuligum grundar­ lagi gera eitt tiltrongt arbeiði? Eg kom eg at hugsa um, at ein biskupur vist kann gera sítt til at fáa í lag gott samskifti og gott samstarv við øll tey, sum brenna fyri tí góðu søkinu. Úr Lorvík gekk ferðin til Suðuroyar. Fríggjakvøldið var veljarafundur í Gist­ ingarhúsinum við Á í Øra­ vík. Og tað skulu suður­ oyingar eiga, at blíðir tað eru teir. “Vælkomin!” ljóðaði tað aftur og aftur, “og takk fyri, at tit vildu koma suður til okkara.” Vit fluttu fram okkara 10 minuts­røður, soleiðis sum vit longu høvdu gjørt tvær ferðir frammanundan. Væl varð lurtað. Tað sást ikki á áhoyrarunum, at valevnini stóðu og endurtóku seg sjálvi. Vit fingu høvi at svara nøkrum fáum spurn­ ingum, og so breyt fundar­ stjórin av. “Gerið tykkum nú liðug,” segði hann, “tí tit skulu jú eisini hava tíð at fáa ein drekkamunn, áðrenn tit fara norður aftur við Smyrli.” Og har gingu vit so um millum allar kirkjuráðslimirnar við kaffikoppi og smákøku í hondini. Tey vildu nógv heldur sjálvi práta við okkum enn hoyra okkara innanhýsis kjak. Vit fingu øll gott av hesum blíðskapi, og nú kappbjóðast vit um at lova, at tað skal síggjast, at vit vilja vera biskupur fyri alt landið. Í kvøld eru vit í Miðla­ húsinum. Pressan roynir at liva upp til sítt stóra enda­ mál at umboða fólksins áhuga fyri tí, sum fyriferst í samfelagnum. Sannast má, at áhugin fyri biskups­ valinum er størri, enn nakar frammundan kundi hugsa sær, og takk fái Sosialurin fyri, at tit vildu geva almenninginum høvi til at møta valevnunum. Kanska fyllir Fólka­ kirkjan meira í tí føroyska samfelagnum, enn hon ger aðrastaðni. Stiftsstjórnin er ikki bara eitt lítið grátt kontór onkrastaðni í býnum, har umsitingarligar avgerðir verða tiknar, sum tað eigur at vera á almenn­ um stovnum. Fólkið fylgir við, fólkið vil vita, hvat kirkjan ger, fólkið lurtar eftir øllum at døma eftir kirkjunnar boðskapi. So eigur tá biskupur at tosa reint og klárt føroyskt mál, tá hann letur munnin upp. Antin hann so gevur sína ófrávíkiligu meining til kennar í stórari yvir­ skrift, ella hann við smáum stavum eggjar kirkjufólki­ num til at lesa ta stóru, gomlu bókina og sjálvi finna eitt svar. Eitt stað á biskupsferðini 2007 havi eg goymt til seinast, og tað er, tí tað var tað mest óvæntaða. Fríggja­ morgunin stevndi SVF okkum til kjakfundar í Sjónleikarhúsinum. Har sótu vit so sminkað í tí bjarta ljósinum og lótu okkara replikkir falla. Yvir okkum stóð tað kenda loysunarorðið: “Til gaman og álvara.” Og eg kom at hugsa um, hvat vit sum kirkja kunnu læra av sjónleikinum. “Var tað ein góður leikur?” plaga fólk at spyrja, “flenti tú, fekk hann teg at gráta?” Men tað endar jú ikki har. Ein góður leikur fær teg at hugsa um tína egnu tilveru, at gleðast ella harmast, og til fulnar eydnast hann, tá ið hann fær teg at fara til verka, tá ið hann fær ávirkan á títt lív. Til gaman og álvara, ella: í sorg og gleði, sum vit plaga at siga í kirkjuni. Tá ið biskupur skal hava umsjón við, at evangeliið verður rætt boðað, skal hann so ikki sjálvur ganga á odda og geva prestunum íblástur til at boða orðið so, at tey, sum hoyra tað, koma at síggja lív sítt í nýggjum ljósi? Biskupsferðin 2007 ­ hin seinni í føroyskari kirkju­ søgu so tiltikna biskups­ ferðin 2007 ­ fer at verða komin at enda. Enn verður okkurt at lesa í bløðunum hesa komandi vikurnar; men helst er hetta tann seinasti stóri fundurin, har øll valevnini í felag hitta veljararnar og almenn­ ingin. Síðani skulu kirkju­ ráðslimirnir hava frið at hugsa seg um, hvar tey skulu seta krossin, áðrenn tey lata atkvøðuseðilin inn innan 3. okt. Eg vil takka hinum val­ evnunum fyri góða sam­ veru hesar dagar. Vit hava hvør í sínum lagi roynt at lýsa okkara ymisku sjónar­ mið, og viðhvørt hava vit kjakast dúgliga. Tað er í fínasta lagi, tí hetta var jú tað, sum fólk vildu hoyra. Men eg haldi eisini, eg kann siga, at vit hava haft tað gott saman, og at ikki er øvugt orð fallið okkara millum. Vit hava ferðast saman fyri ta kirkju, sum stendur okkum øllum so nær. Biskupsferðin 2007 ­ tann fyri meg ógloymandi biskupsferðin 2007 ­ fer at enda, og hvar hevur hon ikki ført okkum! Til lærara­ skúla og missiónshús, til gistingarhús og miðlahús, ja, enntá til sjónleikarhús. Allastaðni havi eg sitið væl og fingið nakað við mær heimaftur. Og hvussu nógv hevur henda ferð ikki ávirkað okkum! Hvat verður nýggi biskupurin: ein lærari ella ein missións­ maður, ein vælkomin gest­ ur, ein greiður journalistur ella ein sjónleikari? Kanska verður hann eitt av hesum, ella kanska verður hann eitt sindur av øllum hesum, av tí at tað alt býr í honum sjálvum. Eg ætli og vóni, at tit fara at kenna okkurt av hesum aftur í Fólkakirkjuni í Føroyum, tá ið vit hittast aftur í kirkju annan dag. Takk fyri ferðina. Biskupsferðin 2007 Jákup ReineRt Hansen Vakstrarhúsárinið er fortreytin fyri lívi á jørðini Kyoto – frumskjalið er við­ gjørt á tingi fyri aðru ferð eftir einum hálvum ári, og tað er sanniliga hugstoytt at síggja, hvussu spakuliga landsstýrið skundar sær – eisini í hesum máli. Øll vita vit, at hitin á klótini er avgerandi fyri veðurlagið, og at vakstrar­ húsárinið er ein fortreytin fyri lívi á jørðini. Uttan vakstrarhúsárin var jørðin eini 30 stig kaldari, enn hon er í dag. Vakstrarhúsárinið er eitt náttúrligt fyribrigdi, har lofthavið tekur sólarhitan til sín og forðar honum í at hvørva útaftur í rúmdina. Øktar mannaelvdar gassnøgdir elva til, at øktur hiti ikki sleppur út úr lofthavinum, og jørðin hitnar tí meira og meira. Vakstrarhúsgassini loyva sólini inn á jørðina, men forða hitanum at sleppa útaftur. Størri nøgdirnar av gassi í lofthavinum eru, hægri verður hitin. Vatndampur, koltvíilta, methan­ og láturgass eru týðandi vakstrarhúselvandi evni. Vatndampurin er náttúr­ ligur, 2/3 av koltvísúrevni­ num, og 1/5 av methan­ gassinum eru elvd av mannaættini. Veldugar nøgdir av methan loysna, jú meiri jørðin hitnar eitt nú úr permafrostinum í tundra­ ini, ið bindir ovurstórar nøgdir av methan. Veðurlagsbroytingar hava altíð verið upp gjøgnum tíðirnar. Tá dinosaurarnir gingu her fyri 65 mió. árum síðan, var nógv heitari, størri vakstrarhúsárin, og ikki eitt ísfjall sást við pólarnar. Men veðurlagið broyttist, jørðin kólnaði næstu mió. árini, og dinosaurarnir doyðu so við og við. Dagsins broytingar eru hinvegni sera stórar og skjótar, og spátt verður, at 2 av 3 ísbjørnum hvørva næstu 50 árini. Veðurlagið hevur altíð verið skiftandi, og vit hava havt ístíðir og millum­ ístíðir. Gransking úr 20. øld sigur okkum, at vit hava fingið meiri hita, meiri regn, longri skerping, vaksandi turrlendi, ovurhita, havísurin er ein ½ tynri, og vatnstøðan kring knøttin er økt munandi. Leik og lærd eru samd um, at ein partur av vakstrarhúsárininum er mannaelvdur, og at tað ger ein mun, um vit taka annað skinn um bak. Tjakast kann um, hvussu stórur partur av broytingunum er náttúrligur, hvussu nógv menniskjan dálkar, hvussu stórar broytingarnar gerast, og hvørjar avleiðingarnar verða. Dagsins spurningar eru stórir og týðandi. Skulu vit sláa okkum til táls við ovurstóru, sterku og vaksandi ódnirnar, hita­ bylgjurnar, regnið, skerp­ ingin, yvirsvimjilsini, skógareldarnar, ísbræð­ ingina og afturgongdina í lívfrøðiliga margfeldinum? • ella skulu vit taka eitt tak saman við øðrum og gera okkara til, at jørðin aftur gerst tað Paradís, hon einafer var? • ella í hvussu so er taka eitt tak fyri at mótvirka afturgongdini í lívfrøði­ liga margfeldinum, • og um ikki annað so eitt tak fyri at tálma tí alsamt álvarsliga vakstrarhús­ árininum, sum er í ferð við at oyða okkum knøttin. Vilja vit seta líkasæluni og hørgavenda afturhaldinum á umhvørvisøkinum nevan fyri næsarnar, so taka vit lógvatak saman við øðrum og boða frá, • at eisini vit gerast partur av Kyoto frumskjalinum, • at eisini vit vilja forða fleiri skaðilgum evnum enn neyðug eru, • at eisini vit eftir førimuni vilja tálma útlátinum av hesum skaðiligu evnum, • og at eisini okkara land boðar frá, at Løgtingið tekur undir við, at landsstýrið beinanvegin tekur øll neyðug stig til at seta Kyoto­frumskjalið í gildi fyri Føroyar. HeRgeiR nielsen viðmerkingar