mikudagur 19. september 2007síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 181 - 19. september 2007
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
Skerd
FSF-nevnd
Nýggju lógirnar, sum
vórðu samtyktar á aðal
fundinum í vár, hava
gjørt
tað
munandi
truplari hjá nevndini í
FSF
at
leggja
seg
beinleiðis í mál, sum
hava við kappingar at
gera. Eitt nú mál, har
atburður hjá spælarum
og/ella venjarum skulu
viðgerast.
Tað er nevnliga Aga
nevndin, sum burturav
tekur sær av slíkum mál
um nú. Vil aðalnevndin
hjá FSF hava ávíst mál
viðgjørt, skal áheitan
sendast til Aganevndina,
sum so kann taka málið
upp. Tað vil við øðrum
orðum siga, at hóast
aðalnevndin hjá Fótbólts
sambandinum
metir
mál vera revsivert, so er
tað ikki víst, at hetta fær
nakrar
fylgjur
yvir
høvur.
Undan hesi lógar
broytingini kundi Kapp
ingarnevndin av sínum
eintingum taka mál upp
til
viðgerðar.
Hetta
hevur áður verið gjørt.
Eitt nú tá nevndin nýtti
sjónbandaprógv til at
sekta Berg Midjord hjá
B36 og Jón Johannesen
hjá TB eftir ein tilburð á
Sevmýru fyri tveimum
árum síðani. Og tá
nevndin í fjør valdi at
geva B36venjaranum,
Sigfríði
Clementsen,
dystarbann, fyri atburð
sín mótvegis dómara
num í dysti móti HB í
fjør. Hetta seinasta varð
gjørt, hóast dómarafrá
greiðingin als ikki um
røddi hendingina.
mørk
Varaforsetin í
FSF, Niklas á
Líðarenda, rópar nú
varskóð. Støðuga
niðurgerðingin av
fótbóltsdómarum má
steðgast. Og hetta er
ein uppgáva, sum øll
mugu taka sín part av,
heldur hann
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Sum fyrrverandi altjóða
dómari og sum verandi for
maður í Dómaranevndini
hjá FSF hevur Niklas á
Líðarenda betri innlit enn
tey flestu í tað, sum fyriferst
innan føroyska fótbólts
dómarayrkið.
Á heysti 2005 kom hann
eisini í brennidepilin, tá
hann á fundi við feløgini
fanst at viðgerðini, sum
dómarar fleiri ferðir hava
fingið í skrivandi miðlunum.
Og hóast nakað av roki stóð
st um hetta, so heldur Nikl
as sjálvur, at hetta hevði
sína ávirkan. Hetta so at
viðgerðin eftir hetta gjør
dist meira saklig.
Ódámligt rák
Men sjálvur óttast Niklas,
at eitt keðiligt rák nú aftur
er við at taka seg upp. Fleiri
ferðir hava spælarar og venj
arar funnist hvassliga at
dómarum eftir dyst. Og í
eini skipan, har dómarar
hava sum meginreglu, at
teir ikki gera viðmerkingar
fyrstu 48 tímarnar eftir
dyst, kann hetta elva til eina
einsporaða viðgerð av fót
bóltsdøming. Eini viðgerð,
har kenslur og ovurhitað
sinnalag stendur omanfyri
sakligheit, heldur hann.
Á sín hátt kanst tú eisini
umbera fyri spælarunum, tí
talan er eisini um nýggja
støðu hjá teimum. Her hug
si eg um, at teir í dag fáa
eina mikrofon og upptøkutól
beint í høvdið, so skjótt
dysturin er av. Og tá er sinn
ið ofta heitt.
Men fyri tað eigur hetta
ikki at verða góðtikið. Tí
hetta tænir ongan sum helst
endamálið. Hjá dómarum
vil hetta alt annað líka min
ka um hugin at døma, tí tað
er væl eingin, sum hevur
hug til frívilliga at verða
hongdur út í fjølmiðlunum
eitt sunnukvøld. Og eg dugi
so ikki at síggja, at hetta
skal tæna nøkrum enda
málið innan fótbóltin í aðrar
mátar.
Saknar
mannagongdir
Sum nevnt aðrastaðni her á
síðuni, so hava bygnaðar
broytingarnar innan FSF
havt við sær, at manna
gongdirnar í samband við
sonevnd
disciplinærmál
eru nakað tyngri, enn tær
áður hava verið.
Hvørt hesar mannagong
dir skulu broytast ella ikki,
vil Niklas ikki geva nakað
ítøkiligt boð um. Men hann
heldur tað vera av alstórum
týdningi, at greiðar reglur
verða settar í kortið, so fólk
vita, hvat verður góðtikið
og ikki.
Tú sært jú, at í londunum
kring okkum verða niður
gerandi útsagnir um dóm
aran als ikki góðtiknar. Og
tað er púrasta vanligt at rev
sa við bót, um hetta kortini
kemur fyri.
Hjá okkum er eingin
sum helst ivi um, at vit í
FSF taka kraftiga frástøðu
frá slíkum atburði, sum alt
annað enn tænir fótbólti
num. Men samstundis er tað
neyðugt, at vit gera greitt,
hvar markið gongur. Tað ber
illa til bar at taka einstøk
mál upp til viðgerðar, uttan
at vit fyrst hava nakrar
greiðar guidelines fyri, hvar
markið gongur. Og somu
leiðis er neyðugt, at vit hava
greiðar mannagongdir fyri,
hvussu kærumál og annað tá
verða viðgjørd.
Og samstundis haldi eg
eisini, at tað liggur ein
ábyrgd á feløgunum. Eins
og spælarar og venjarar, so
skulu
feløgini
sjálvandi
venja seg við, at fjølmiðla
parturin av spælinum er
broyttur. Men júst tí vildi
tað eisini verið upplagt, um
feløgini
gjørdu
nakrar
innanhýsis
reglur
fyri,
hvussu farast skal fram. Tí
slíkar reglur kundu heilt
víst eisini forðað fyri einum
parti av tí, sum hevur verið
ført fram hetta kapping
arárið,
sigur
Niklas
á
Líðarenda.
Útspilling uttan endamál
Um lógarbroyting skal til, vil Niklas ikki staðfesta. Men hann heldur tað vera alneyðugt, at FSF ásetur púrasta greiðar
rætningslinjur um, hvat verður góðtikið og ikki innan fótbóltsheimin