Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-19, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. september 2007síða 29

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 [ Nr. 181 - 19. september 2007 ] U17-hópurin úttikin Pætur S. Clementsen og Finn Johannesen hava tik­ið út bruttohópin, sum seinastu vik­una av ok­tober mánaði sk­al til Týsk­lands at tak­a lut í EM-undank­appingini fyri U17-landslið. Fyrstu venj- ingarnar verða í Havn k­om- andi vik­usk­iftið, og hava venjararnir úttik­ið hesar spælarar til bruttuhópin: Hallur Hansson, Kristin R. Mouritsen, Rógvi Sørensen, Jógvan S. Nolsøe HB, Teit- ur Gestason, Sørmund Kal- sø, Helgi Samson, Jan Elm- ar Sørensen, Dánjal Pauli Lervig, Ivan Joensen KÍ, Hugin Albinus, Heini Vatns- dal, Gilli Sørensen, Hanus Mortensen, Mik­al Jesper- sen VB/TB, Róaldur Jacob- sen B36, Monrad H. Jacob- sen NSÍ, Eli Nielsen, Bjarti Hansen FSV04, Jens M. Jensen, Brynleif Hansen, Hans Joensen EB/ST, Per Gregersen, Petur G. Dalbø; Arnar Dam, Sam Bjartalíð GÍ/ÍF/LÍF, Høgni Midjord B71, Alex Mellemgaard AB. -mørk Trivaligur B36 sigur B36 k­vinnurnar vunnu týs- k­vøldið trivaligan 5-0 sigur á heimavølli ímóti GÍ. Støð- an eftir 1. hálvleik­ var 2-0. Ása Dam á Neystabø við brotsspark­i og Heidi Sevdal sk­oraðu málini í 1. hálvleik­i. Í 2. hálvleik­i sk­oraði Sú- sanna Hansen eina ferð, og Unn Kragesten gjørdi tvey mál. EB/Streymur spældi síðsta landsk­appingardystin í hesum k­appingarárinum, tá ið AB týsk­vøldið vitjaði. AB vann 1-0. Málið sk­oraði Bjørg Syderbø, tá ið eitt k­orter var eftir. Støðan undan síðsta um- farinum, sum verður leygar- dagin, er tann, at KÍ og B36 hava 38 stig. Málmunurin hjá KÍ er +45, og málmun- urin hjá B36 er +33. GÍ hev- ur 15 stig, og AB og EB/ Streymur hava 8 stig. Mál- munurin hjá AB er -27, og málmunurin hjá EB/Streymi er -30. Leygardagin spæla GÍ og KÍ í Gøtu og AB og B36 á Argjum. Um KÍ megnar at vinna í Gøtu, er eink­i annað hugsandi, enn at k­lak­svík­s- k­vinnur tryggja sær 8. FM heitið á rað, og at B36 vinn- ur silvur. GÍ hevur longu tryggjað sær bronsumerk­- ini. -mørk Í seinastu viku fekk nýggja samanlagda Suðuroyar Svimjifelag nýtt búmerki. Sam­ stundis varð sponsor­ avtala undirskrivað við Suðuroyar Spari­ kassa Svimjing Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tá avgerð varð tik­in um at leggja Vágs og Tvøroyrar Svimjifelag saman í eitt felag, varð búmerk­jak­app- ing samstundis útsk­rivað. Inn k­omu um 20 uppsk­ot, og av hesum varð tað hjá Gunnari Hansen av Toftum valt sum tað besta. Sjálvt leggur felagið dent á, at nýggja búmerk­ið er einfalt, samstundis sum tað við ímyndaða svimjaranum greitt sýnir, hvat felag talan er um. Samstundis, sum nýggja búmerk­ið varð avdúk­að, sk­rivaði felagið undir spon- sorsáttmála við Suðuroyar Sparik­assa. Avtalan er gald- andi fyri næstu tvey árini, og fegnast felagið um, at tey við hesum hava lagt lunnar undir eitt sterk­t fíggjarligt grundarlag í felagnum. Erla brotið fótin Føroysk­i landsliðsmálverjin, Erla Eliasen, sum í summar sk­ifti til TST í donsk­u 1. deild, noyðist nú at halda ein steðg við hondbóltinum. Á heimasíðuni hjá TST upplýsir felagið, at Erla hevur brotið eitt bein í fótinum, og at hon tí verður úti í nak­rar vik­ur. Á heimasíðuni ber felagið annars stórt rós til Erlu, sum veruliga tyk­ist hava gjørt vart við seg fyrstu tíðina í TST, har hon veruliga hevur bitið seg fasta í hópin. Ljósstein-systrar til Fredericia Seinastu tíðina hevur Svein Rógvi Nielsen verið annar av venjarunum hjá dansk­a Fredericia, og tað er helst fremsta orsøk­in til føroysk­a styrk­in, sum felagið nú fær. Uttan fyri vøllin hava Svein Rógvi og Annik­a nevnliga verið saman í eini 12 ár. Men tað verður nú fyrst og fremst fyri at spæla hondbólt, at tær báðar systrarnar nú fara at royna seg hjá FHK. Annik­a, sum er 33 ára gomul, hevur áður roynt seg í donsk­um hondbólti í bæði Odense og í Viborg. Durita er 18 ára gomul, og eisini hon hevur verið í Viborg, har hon seinnu árini hevur gingið á ítróttahásk­úla.Báðar hava tær sína hondbóltsuppaling í Stjørnuni, har foreldrini bæði eisini eiga nógvar tímar bæði á og uttan fyri vøllin. Í hálvan tíma var Rosenborg á odda í dystinum á Stamford Bridge, men Andriy Shevchenko bjargaði enska stórfelagnum undan heilt stóru eyðmýkingini Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Í gjárk­vøldið varð Cham- pions League blást ígongd. Og longu fyrsta umfarið var um reppið, at talan gjørdist um eina heilt stóra sensatión. Norsk­a Rosenborg var á vitjan hjá Chelsea, og eftir 24 minuttum fek­k­ Miik­a Koppinen heimaásk­oðarar- nar at tagna, tá hann sendi bóltin í mesk­arnar. Chelsea hevur havt trupul- leik­ar av sk­aðum seinastu tíðina, og hóast teir royndu at trýsta, so tók­tist álopið dek­an ov tannleyst, nú Didier Drogba ik­k­i er partur av hesum. Níggju minuttir eftir steðgin megnaði Andriy Shevchenk­o tó at bjarga Chelsea undan ring- astu eyðmýk­ingini, men 1- 1 á heimavølli móti norsk­u meistarunum er neyvan nóg mik­ið til høgt strembandi London-felagið. Aðra staðni í Europa løgdu siðvandu Real Madrid og Milan til brots við hvør sínum 2-1 sigri á heimavølli, meðan Liver- pool fek­k­ eitt væl brúk­iligt úrslit við 1-1 javnleik­i á útivølli móti Porto. Úrslitini týskvøldið Porto-Liverpool 1-1 Marseille-Besik­tas 2-0 Chelsea-Rosenborg 1-1 Schalk­e04-Valencia 0-1 Olympiak­os-Lazio 1-1 Real Madrid- Werder Bremen 2-1 Milan-Benfica 2-1 Shak­htar Donetsk­-Celtic 2-0 Fingu búmerki og sáttmála Rosenborg nær sensatiónini Nýggja svimjifelagið í Suðuroy var fyri fyrstu ferð í kapping um vikuskiftið, tá tey vístu seg sum sterkasta felagið í kappingini í Klaksvík Miika Koppinen hevur lagt Rosenborg á odda í dystinum á Stamford Bridge, og sjálvandi er fagnaðurin í hvítklæddu spælarunum stórur Mynd: Polfoto/AP