Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-20, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. september 2007síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 182 - 20. september 2007 Fíggjarlógaruppskotið er tríggjar mánaðar seinkað, og nú eru bert 11 dagar eftir, til tað sambært stýriskipanarlógin skal leggjast fyri Løgtingið. Men sam­ bært tingskipanini skal uppskotið niðan í tingið longu týsdagin. Magni Laksáfoss sigur, at uppskotið verður klárt tá, men vil ikki út við, um hann roknar við at fáa semju í samgonguni fyri uppskotinum. So seint sum í gjár­ kvøldið vóru part­ arnir sera langt frá hvørjum øðrum AnAlysA Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo At nýval verður útskrivað nú, sigur løgmaður vera tað reina tankaeksperiment. Hann gjørdist ikki sørt firt­ in, tá keldur hjá Portalinum í gjár vildu vera við, at hetta kann gerast eitt møguligt úrslit av ósemjuni í sam­ gonguni um fíggjarlógar­ uppskotið. ­ Hatta er óseriøst, og tí havi eg ongar viðmerkingar til tað. Fíggjarlógaruppskot­ ið skal vera í Løgtinginum 1. oktober, so tú kanst spyrja meg tá, sigur Jóannes Eidesgaard. Alt týðir uppá, at samráð­ ingarnar standa í botni, og í gjár kom samgongan ikki nærri nakrari semju. Klokk­ an 11 fyrrapartin í dag fóru partarnir aftur á fund. Ein onnur kelda innarlaga í samgonguni, sum vit somuleiðis vóru í samband við í gjár, segði, at uppskotið um fíggjarlóg er tríggjar mánaðir seinkað. Orsøkin er ósemjan millum sam­ gonguflokkarnar um, hvussu útreiðslur og íløgur skulu fíggjast. Heldur ikki hetta vildi Jóannes Eides­ gaard gera nakrar viðmerk­ ingar til. Tað hevur leingi verið kent, at stóra ósemjan um komandi fíggjarlóg í høv­ uðsheitum stendur millum landsstýrismannin í fíggjar­ málum, Magna Laksáfoss, øðrumegin, og so at siga restina av landsstýrinum hinumegin. Magni Laksáfoss, sum hevur til uppgávu at gera fíggjarlógaruppskotið og ikki minst finna semju um tað, hevur higartil ikki vilj­ að givið seg í spurninginum um skattalættan, sum hann vil hava útsettan. Hetta vil serliga Fólkaflokkurin ikki hoyra talan um. Og sjálvt um Javnaðarflokkurin er rættiliga spjaddur í málinum um skattalætta, so hevur Jóannes Eidesgaard, løg­ maður, ikki viljað gingið ímóti sjónarmiðunum hjá Fólkaflokkinum. Júst fyri at halda saman upp á sam­ gonguna. Landsstýrismaðurin hev­ ur fimm dagar til at gera fíggjalógaruppskotið liðugt. Seinasta freist at bera tað niðan í tingið er týsdagin klokkan 16, um tað skal vera lagt fram áðrenn 1. oktober, sum stýrisskipanar­ lógin ásetir. Magni Laksá­ foss sigur, at hann hevur eitt uppskot klárt tá, men vil ikki út við, um hann roknar við at fáa semju í samgonguni fyri uppskoti­ num. ­ Um tú spyrt meg týs­ dagin klokkan 17, skal eg svara tær, sigur Magni Laksáfoss. Afturgongd í veljarakanningum Tað eru bert tveir mátar at fáa eina nøktandi javnvág í fíggjarlógaruppskotið. Ant­ in skulu inntøkurnar økjast, ella útreiðslurnar skerjast. Sambært búskaparfrøðing­ um kann tað fyrra gerast upp á lítla og onga tíð við at útseta skattalættan, sum Magni Laksáfoss hevur mælt til, umframt onnur tiltøk, sum verða umrødd í aðrari grein her í blaðnum. Hin møguleikin er at fara inn og skerja almennu útreiðslurnar ella íløgurnar. Við at skerja útreiðslurnar verða málsøkini hjá hinum landsstýrismonnunum rakt, og tað er ongin landsstýris­ maður í útgangsstøðinum sinnaður til. Og onki týðir heldur uppá, at íløgusíðan verður skerd. Heldur tvørt­ urímóti. Tí er tað inntøku­ síðan, ið fyrst og fremst verður hugt eftir. Nýval vil ongin í sam­ gonguni tosa um í løtuni, men spurningurin er, hvat hendir, tá fíggjarlógarupp­ skotið er lagt fram. Og um fíggjarmálaráðharrin velur at leggja sítt egna uppskot fram, ella talan verður um at gera ein framskriving av verandi fríggjarlóg. Móti einum nývali talar óttin hjá Javnaðarflokkinum og Fólkaflokkinum fyri dóminum hjá veljarunum. Tvær nýggjar veljarakann­ ingar geva hesum báðum flokkum munandi aftur­ gongd. Hinvegin stendur Sambandsflokkurin til fram­ gongd, ið fyrst og fremst verður tilskrivað landsstýr­ ismanninum í fíggjarmálum, Magna Laksáfoss. Uppafturtikni fundurin millum samgongupartarnar um fíggjarlógaruppskotið fyrrapartin var ikki liðugur, áðrenn blaðið fór til prent­ ingar, og tí eydnaðist ikki at fáa nakra viðmerking frá pørtunum. Samráðingar um fíggjarlóg standa í botni Heimsins skjótasti bilur Ultimate Aero Twin, sum Shelby Supercars hevur framleitt, eigur nú heitið sum heimsins skjótasti bilur. Undir royndarkoyring á einum amerikonskum motorvegi náddi bilurin eina ferð upp á 413,83 km/t, og hetta eru á leið 5 km/ t skjótari enn gamla metið, sum Bugatti Veyron hevði. Nýggi superbilurin hjá Shelby hevur 1183 hestakreftir, og tað bilinum ber 2,7 sekund at vinda seg upp frá 0 til 100 km/ t. Kanna 19 bankar Danska fíggjareftirlitið heldur eitt vakið eyga við stóra vøkstrinum, sum fleiri peningastovnar hava havt í útlánum sínum. Í tíðindaskrivi hevur Fíggjareftirlitið boðað frá, at tey hava sent fyrispurningar til 19 bankar, har útlánsvøksturin seinasta árið hevur verið omanfyri 30%. – Ein stórur vøkstur í útlánunum hongur ofta saman við vánaligum kreditboniteti. Og hetta økir aftur um vandan fyri tapi hjá peningastovnunum, verður sagt í tíðindaskrivinum. Tað verður ikki upplýst, hvørjir teir 19 peningastovnarnir eru. Bert fimm dagar eru eftir, til fíggjarlógaruppskotið skal berast niðan í tingið. Enn røkist onki fyri nakrari semju millum samgonguflokkarnar Savnsmynd