hósdagur 20. september 2007síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 182 - 20. september 2007
Minstulønin til
fiskimenn skal
strikast og rentu
frádrátturin til
sethúshúsabygging
skal takast av. Tað eru
tvey óvanlig tiltøk,
sum landsstýris
maðurin í fíggjar
málum hevur umrøtt
í samgonguni fyri
at fáa hægri avlop á
fíggjarlógina
Politikkur
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Inntøkurnar á fíggjarlógini
skulu økjast.
Tað hevur Magni Laksá
foss, landsstýrismaður í
fíggjarmálum sett sær fyri.
Og hann er til reiðar at
seta heilt óvanlig tiltøk í
verk fyri at røkka hesum
máli.
Fleiri av hesum tiltøkum
fara at føra við sær, at
vanligi føroyingurin fer at
verða noyddur at punga út
við nógvar túsund krónur
afturat.
Sjálvur er Magni Laksá
foss tættur sum tunnan og
vil ikki siga eitt tað einasta
orð um fíggjarlógina fyri
næsta ár.
Men tað vilja aðrir limir í
samgonguni, men teir vilja
verða ónevndir fyri ikki at
skapa sær sjálvum trupul
leikar í samgonguni.
Men hinvegin eru teir so
fortørnaðir inn á ætlanirnar
hjá landsstýrismanninum,
at teir tíma ikki at tiga
longur.
Undir øllum umstøðum
skilst, at tað gongur ómeta
liga strilti hjá samgonguni
at semjast um eina fíggj
arlóg fyri næsta ár.
Tað gongur so strilti, at
summir tinglimir í sam
gonguni eru farnir at tosa
um kreppu, tí teir siga, at
tað er so stórur munur á
sjónarmiðjunum hjá teim
um ymsu flokkunum, at teir
duga illa at síggja eina
loysn fyri framman.
Av tí sama er fíggjar
lógararbeiðið eisini komið
óvanliga stutt enn. Tað eru
tey, sum hava við málið at
gera og sum siga, at nú
seinast í september, er
arbeiðið at snikka eina fíggj
arlóg saman, ikki komin
longur enn tað plagar at
vera fyrst í juli mánað.
Óvanlig tiltøk
Magni
Laksáfoss
hevur
nevnt, at vit eiga at hava
avlop á fíggjarlógini upp á
500600 milliónir fyri at
hava nakað at standa ímóti
við, um nøkur ár, táið tey
eldru eru vorðin nógv fleiri
í tali.
Fyri at fáa so stórt avlop
á fíggjarlógini, mangla flei
ri hundrað milliónir í.
Limir í samgonguni siga,
at fyri at økja um avlopið á
fíggjarlógini, og nærkast
málsetninginum um eitt
avlop upp á 500600 milli
ónir, hevur Magni Laksáfoss
lagt nakrar heilt óvanligar
tankar fyri samgonguna.
Tað er væl kent, at hann
er ímóti at skattalættin verð
ur latin næsta ár og hann
hevur eisini nevnt møgu
leikan at skerja frádráttin til
fiskimenn.
Men Magni Laksáfoss
hevur eisini nevnt møgu
leikan fyri at avtaka minstu
lønina til fiskimenn. Hig
artil hevur minstulønin til
fiskimenn staðið á fíggjar
lógini, men hesa upphædd
ina vil Magni Laksáfoss nú
hava burtur av fíggjar
lógini.
Ístaðin vil hann geva pørt
unum á arbeiðsmarknað
inum ábyrgdina av at fíggja
minstulønina. Tað merkir,
at hann vil gera eina ALS
líknandi skipan fyri minstu
lønina, har fiskimenn og
reiðarar betala ein prosent
part av hýruni í eina skipan,
sum fiskimenn so kunnu
fáa útgjald úr, tá ið hýran
fer niður um eitt vist.
Men Magni Laksáfoss er
eisini forsprákari fyri at
avtaka rentustuðulin til set
húsabygging, eins og hann
vil avtaka mvg endurgjaldið
til kommunurnar.
Fleiri av hesum uppskot
um hava elvt til órógv í
samgonguni,
tí
summir
politikarar vilja ikki hoyra
talan um at strika skatta
lættan og aðrir vilja ikki
hoyra talan um at avtaka
rentustuðulin og frádráttin
til fiskimenn.
Hinvegin
eru
summir
politikarar í samgonguni
sinnaðir at tálma sjálvar
rakstrarútreiðslurnar til tey
ymsu økini, eitt nú heilsu
mál, sum eru eitt umfatandi
málsøki.
Men tað vilja aðrir partar
í samgonguni heldur ikki
hoyra talan um, tí tey siga,
at tað slepst ikki undan væl
hægri útreiðslum, eitt nú til
eldrarøktina, sum er mun
andi bygt út.
Harður dystur
Samanumtikið halda sam
gongulimir, at tað verður
eitt harður dystir at fáa sem
ju um eina fíggjarlóg.
Og tað eru enntá teir sam
gongulimir, sum hálvavegna
longu hava givið upp at
finna eina semju, men tað
verður roynt framvegis at
fáa kabalina at ganga upp.
Undir øllum umstøðum
er greitt, at í hesum døgum
er tað ein harður dystur
ímillum samgonguflokkar
nar aftanfyri tær læstu dyr
nar í Fíggjarmálaráðnum
fyri at fáa fíggjarlógina at
ganga upp.
Ein annar møguleiki, sum
verður nevndur, er at lata
Magna Laksáfoss bara legg
ja eina fíggjarlóg fram,
uttan at semja er funnin í
samgonguni, men so at lata
tað upp í hendurnar á fíggj
arnevndini og løgtinginum
annars, at broyta tølini og at
finna eina semju um eitt
brúkiligt úrslit.
Óvanlig tiltøk skulu
bjarga landskassanum
Tað leikar hart á í samgonguni í hesum døgum og í gjár hittust umboð fyri teir tríggjar samgonguflokkarnar á fundi at umrøða fíggjarlógina fyri næsta ár. Frá
vinstru eru tað Hans Pauli Strøm, Kristian Magnussen, Jørgen Niclasen, Bjørn Kalsø og Johan Dahl
Tvey konufólk og fimm mannfólk
Fólkaflokkurin í Norðoyggjum stillar báðar tingmenninar og varaborgar
stjóran í Klaksvík upp saman við tveimum kvinnum og tveimum monnum.
Mánakvøldið var síðsti uppstillingarfundur. Sjey valevni eru á listanum –
fimm mannfólk og tvey konufólk. Tey eru Anfinn Kallsberg, Viðareiði,
Jógvan við Keldu, Klaksvík, Jákup Mikkelsen, Klaksvík, Eyðstein Poulsen,
Klaksvík, Hanna Dalsenni, Klaksvík, Gvøðbjørg West, Klaksvík og Rói
Absalonsen, Viðareiði. Á valinum seinast fekk Fólkaflokkurin 1434 atkvøður
í Norðoya valdømi. Flokkurin vann tveir av teimum fýra valdømisvaldu
tingmonnunum: Anfinn Kallsberg við 821 atkvøðum, og Jógvan við Keldu
við 200 persónligum atkvøðum.
Gávumildur ríkmaður
Mexicanski Carlos Slim kappast við Bill Gates um
heitið sum heimsins ríkasti maður. Vanliga fær hann
harðar ákoyringar fyri ríkidømi sítt, sum hann hevur
vunnið sær í einum landi, har 40% av íbúgvunum liva
á ella undir fátækramarkinum. Nú hevur hann gjørt av
at byggja ein heilsudepil fyri 2,5 mia krónur, har
ætlanin er at hjálpa neyðstøddum familjum. Sambært
seinastu uppgerðini hjá Forbes, so hevur Slim tó ráð
til gávuna. Har varð nevnliga mett, at samlaðu ognir
hansara eru verar 53 milliardir dollarar.