hósdagur 20. september 2007síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 182 - 20. september 2007
Bergur Debes Joensen
er sannførdur um,
at hóast hann er
41 ára gamal, so er
hann til reiðar at
verða umsitari og
andaligur leiðari hjá
Fólkakirkjuni
BISKUPSVAL
Theodor E. D. Olsen
theodor@sosialurin.fo
Hann er tann yngsti av
teimum fimm valevnunum,
ið eru uppstillað til biskups
valið. Bergur Debes Joen
sen er nú farin til Afrika at
undirvísa komandi prestum
hetta til desember í Krists
luthersku kirkju í Nigeria,
men hann hevur avtalað við
Sudanmissiónina, at verður
hann valdur bispur, gongur
leiðin beint heim til Før
oya.
Hví hevur tú valt at lata
teg stilla upp sum bispur?
Eg var staddur í Barents
havinum, tá eg fekk eina
uppringing. Eg hevði tá
ikki hugsað so nógv um
meg sjálvan í hesum starvi
num, men í fleiri ár havi eg
hugsað nógv um týdningin,
hetta starvið hevur.
Tá ein fær eitt ytri kall,
eigur man at taka tað í álv
ara, sigur Bergur Debes
Joensen.
Eg legði tað í bøn til
Guð. Tosaði við konuna, og
konan tosaði við børnini.
Eftir tað varð avgerðin tikin
at lata meg stilla upp.
Tað er eisini tað at vera
við til at siga sína hugsan
um føroysku kirkjuna fram
yvir og fáa eftirkanna kirkju
skipanina, sigur prestur,
sum heldur, at starvið sam
svarar væl við tær andaligu
royndir, hann hevur gjørt
sær higartil.
Bergur Debes Joensen
vísir á, at hóast hann nú
sum 41 ára gamal er yngstur
av biskupsvalevnunum, so
hevur hann havt andaliga
ábyrgd og fingið leiðslu
royndir síðan hann var 17
ára gamal, tá ið hann tók
við leiðsluni í KFS í Hoy
dølum. Tá hann var fyrst í
20’unum, var hann nevndar
limur og seinni formaður í
Eliaskirkjuni í Keypmanna
havn. Sum 28 ára gamal
gjørdist hann settur aðal
skrivari í Kirkjuligu Heima
missiónini við tá umleið15
starvsfólkum undir sær,
umframt at hann eisini var
ungdómsráðgevi og blað
stjóri á Trúboðanum. 30 ára
gamal gjørdist hann prestur
og 34 ára gamal formaður í
høvuðsstýrinum fyri Heima
missiónina.
Eg havi altíð havt áhuga
fyri leiðslu og nýggjum
avbjóðingum, sigur Bergur
Debes Joensen, sum hevur
tikið skeið í leiðslu á Skeiðs
deplinum í Tórshavn og
skeið í løgfrøði á Fróðskapar
setrinum.
Eg haldi meg vera Ȓlat
nan« til hetta, sigur hann og
sipar til biskupsembætið.
Kalendararnir hjá mær
prógva, at síðan eg var 17
ára gamal, havi eg brúkt
alla tíð og frítíð upp á
leiðslu og boðan. Hvussu
tað hevur gingist mugu onn
ur so meta um, sigur Bergur
Debes Joensen.
Bispur í
avmarkaða tíð
Um eg verði bispur, so
skal eg ikki sita alt ov
leingi.
Bergur Debes Joensen
skýtur upp, at bispur situr
tvey 5 ára skeið, og sjálvur
sigur hann, at verður hann
valdur, so hevur hann skrift
liga lovað, at verður biskups
starvið ikki áramálsett við
lóg, leggur hann frá sær, tá
ið 5 ár eru liðin við tí møgu
leika at lata seg stilla upp
eina 5 ára setu afturat. Men
verður við lóg sett longri
áramálseting á biskups
skeiðið enn 5 ár, vil Bergur
Debes Joensen sita tað
longri. Líknandi skipanir
eru í lutherskum kirkjum í
londum sum Slovakia og
Nigeria, vísir hann á, og
spurningurin hevur eisini
verið diskuteraður aðra
staðni.
- Men er ikki vandi fyri,
at politikkur so kemur í
embætið?
Politikkur er óansæð.
Allastaðni har leiðsla er, er
politikkur uppi í. Men ein
einsamallur biskupur í Før
oyum kann stívna og tømast
fyri íblástur. Og ein biskup
ur kann eisini fara ein annan
veg enn tann, hann byrjaði
at ganga.
Kirkjan er andaliga sæð
hvørki biskupsins, prestsins
ella fólksins, men Guds, sig
ur Bergur Debes Joensen.
Við áramálsseting verð
ur størri gjøgnumskygni
við leiðslu Fólkakirkjunnar
og, tað rokni eg við, størri
nøgdsemi millum kirkju
fólkið. Biskupur fær eftir
hvørja setu lagt fyri fólkið
tað, hann hevur arbeitt við,
tey mál, hann hevur nátt, og
tað hann ætlar, og kirkjuráð
ini kunnu so viðgera hetta
og taka støðu til biskupin
enn eina setu. Eg haldi eis
ini, at biskupur átti á árlig
um fundi við prestarnar og
kirkjuráðslimirnar at havt
eina frágreiðing um árið, ið
fór. Kunning er góð, og hon
er neyðug, sigur Bergur
Debes Joensen.
Pláss til bæði
høgru og vinstru
Hvussu ætlar tú tær at vera
ein góður leiðari fyri prest-
arnar og kirkjuna annars í
Føroyum?
Eitt, kirkjan treingir til,
er starvsfólkapolitkkur fyri
bæði lønt og ólønt, sigur
Bergur Debes Joensen, og
nevnir arbeiðs, bústaðar og
eftirútbúgvingarumstøður.
Hann nevnir eisini tað at
loysa konfliktir í kirkjuni,
og nevnir, at allir rætt kall
aðir prestar skulu eiga rúmd
í kirkjuni.
Spurdur, hvørji hesi eftir
hansara tykki eru, sigur
hann, at tað eru tey, sum
eru rætt kallað samsvarandi
Fólkakirkjunnar
grundar
lagi.
Allir rætt kallaðir prestar
skulu virða prestaarbeiðið
hjá hvørjum øðrum.
Eingin skal kroystast at
gera nakað ímóti samvitsk
uni hjá sær.
Breiddin skal ikki vera
til vinstru, men eisini til
høgru.
Tey einastu, sum sambært
Bergi Debes Joensen ikki
eiga at fáa prestastarv eru
samkynd, tí sjálvur vil hann
ikki broyta nakað, sum
longu er samtykt við lóg.
Tann, sum velur at liva í
samkyndum parlagi, eigur
ikki at fáa prestastarv í
Fólkakirkjuni, sigur Bergur
Debes Joensen.
Ímóti samkyndum
prestum
- Men vigar tað tyngri, sum
Paulus sigur um samkynd
enn tað, hann sigur um
kvinnur í samkomuni?
Kvinnur og menn skulu
á jøvnum føti kunna virka í
samfelagnum og í kirkjulið
num sambært Paulus eisini
vera við í boðan og leiðslu,
men avmarking setur hann
við
læruembætið.
Um
kvinnunnar tænastu í kirkj
uni er ósemja um bíbliutulk
ing, men tað er tað ikki á
sama hátt um samkynd
spurningin. Har kunnu libe
Bispur sita í avmarkaða
Al-qaeda søkir sjálmorðs-
bumbarar í Danmark
Amerikanski felagskapurin SITE, ið hevur til arbeiðis at fylgja við í islamistiskum
heimasíðum, sá fyri góðum tveimum vikum síðani omanfyri nevndu lýsing á eini
heimasíðu hjá alQaeda. Hon er eitt forum fyri militantar islamistar, sum í seinastuni hava
gjørt um seg m.a. við fólkaráni. Álopið á Danmark skal vera ein hevndaratsókn fyri
muhammedstekningarnar, sum fyri tíð síðani fingu sinnini í kók. Fleiri hava longu teknað
seg, og fremsta mál teirra verður at spjaða ótta í Danmark.PET, sum er danska
fregnartænastan, hevur seinastu dagarnar handtikið 8 fólk, men stjórin á PET, Jakob
Scharf, vil ikki vátta, at samanhangur er ímillum heimasíðunua og handtøkurnar. Vit eru
greiðir yvir hóttanirnar, og vit fylgja væl við á heimasíðuni, sigur hann við Nyhedsavisen.
Nógv ferðafólk
Tað gongur væl hjá íslendska flogfelagnum Iceland Express, og summarið
royndist so væl, at ferðafólkatalið var tað størsta nakrantíð. Í juli flutti felagið
15.000 fólk fleiri enn í juli í fjør, og í august vóru tey 12.000 fleiri enn í sama
mánað í fjør. Í summar fór Iceland Express undir at flúgva ímillum Egilstaðir á
Eysturlandinum og Kastrup í Keypmannahavn, og hendan farleiðin hevur roynst
so mikið væl, at avgjøært er at
flúgva aftur næsta summar.
Tað gongur væl hjá flogfelagnum
Iceland Express
(Mynd: Morgunblaðið)