Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-20, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. september 2007síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 182 - 20. september 2007 ral eins og konservativ síggja, at Skriftin lærir, at øll menniskju eru skapað í Guds mynd og hava sama virði, men at samkyndur levnaður er ímóti Guds vilja. Men tað eru nøkur til­ skilja sær rættin at vera ímóti Guds orði. Kvinnur kunnu við lóg fáa presta­ embæti í okkara kirkju, og lógin skal haldast, og vit skulu varðveita einleikan í kirkjuni. Kirkjan verður ongantíð kirkjan hjá meiri­ lutanun, men Guðs kirkja, sigur Bergur Debes Joensen og sipar til anglikansku kirkjuna, har nógv orðaskift­ ið er um spurningin sam­ kyndar prestar og biskupar. Hann sigur, at bispur skal standa stinnur á kirkjunnar grundarlagi, hóast meiri­ lutin í luthersku kirkjunum í grannatjóðunum sigur eitt annað. Hvørjar verða høvuðsupp­ gávurnar hjá bispi? ­ Fyri tað fyrsta umsiting­ arliga at vera fyrisitari hjá kirkjuni, fyri tað annað andaliga at vera hirði hjá prestunum og hava umsjón við læruni í kirkjuni, og fyri tað triðja í verki at vera stig­ takari og stuðul hjá øllum tí, sum kann savna og byggja upp kirkjuna. Bispur skal umsita eina rúmliga kirkju. Hann skal fylgja við rákum í tíðini og vegleiða eftir bestu sannføring, held­ ur prestur. ­ Eg ætli mær at hava fasta vitjunartænastu, sigur hann og nevnir kirkjuráð og prestar. Annað hvørt ár ætl­ ar hann fast at vita hvørja kirkju og hvørt kirkjuráð í landinum. Somuleiðis metir Bergur Debes Joensen, at prestar skulu t.d. hvørt tíggj­ unda ár sleppa í farloyvi við løn ­ Onkur heldur, at eg eri konservativur, hetta haldi eg vera positivt. Men í lívi og gerningi eigur kirkjan ikki at vera konservativ, sig­ ur Bergur Debes Joensen, ið heldur seg umboða sokall­ aðan klassiskan kristin­ dóm. Kristus skal døma okkum Hvørjar verða tær størstu avbjóðingarnar hjá før­ oysku fólkakirkjuni næstu árini? ­ At fólk koma til Jesus, tí uttan hann er eingin frelsa, sigur Bergur Debes Joen­ sen. Hann vísir á, ta sokallaðu Augsburgsku trúarjáttanina, sum er partur av trúargrund­ arlagi hjá Fólkakirkjuni. Í grein 17 í hesi játtan stendur m.a, at Kristus skal koma aftur at døma øll, og at »Teimum gudrøknu og útvaldu skal hann geva ævigt lív og áhaldandi gleði, men tey ógudiligu og djevlarnar skal hann for­ døma at líða endaleys kvøl«, endurgevur Bergur Debes Joensen. ­ Frelsan í Kristi Jesusi er sjálvt høvuðsmálið hjá kirkj­ uni, sigur prestur, ið vil, at tað verður sett alt inn, at gleðiboðskapurin verður boðar øllum fólkum. Bergur Debes Joensen nevnir eisini tað løgfrøðiliga arbeiðið, sum hann heldur stendur í hálvum gekki, nú kirkjan er yvirtikin, uttan at lógirnar vóru lidnar, og harafturat metir hann, at gerast skal meira fyri at styrkja kirkjuliga arbeiðið, gudstænustuna og kirkju­ tænararnar og gerast skal nakað fyri børnini og tey ungu. Somuleiðis skulu kirkjuráðlimir og kirkjufólk fáa undirvísing í luthersku læruni, sum tørvurin er. ­ Tað er týdningarmikið, at vit við lóg fáa orðað, at líkasum kirkjan ikki skal stýra Løgtinginum, skal Løgtingið ikki stýra innaru viðurskiftinum í kirkjuni, sigur Bergur Debes Joen­ sen, ið tó ikki heldur, at hetta merkir tað sama sum, at hesir stovnar ikki kunnu finnast at hvørjum øðrum. ­ Tað skal vera dialogur millum kirkju og politikk­ arar, viðspæl og mótspæl uttan at blanda tingini sam­ an. Khader mátti avlýsa fyrilestur Hóttanir og ókvæmisorð noyddu í gjárkvøldið Naser Khader at avlýsa ein fyrilestur, sum hann skuldi halda í Norðursælandi. Naser Khader var boðin til Kokkedal at halda fyrilestur, men tá hann kom hagar, róptu unglingar av fremmandum uppruna arabisk ókvæmisorð og hóttanir eftir honum, sigur TV2. Naser Khader valdi at avlýsa fyrilesturin og fór aftrur til Keypmannahavnar. Hann sigur kortini, at tilburðurin í Kokkedal fær onga ávirkan á politiska virksemi hansara. tíð Sosialurin prentar í hesi vikuni samrøður við øll valevnini til biskupsvalið. Í dag verður prátað við Berg Debes Joensen, prest Bergur Debes Joensen sigur seg vilja hava eina rúmliga kirkju og ikki at broyta nakað, sum longu er samtykt við lóg. Men samkynd skulu ikki verða prestar í føroysku kirkjuni, heldur hann. - Breiddin skal ikki vera til vinstru, men eisini til høgru Norðmenn tryggja sær longu eina langa og sólfylta summarferiu næsta ár ­ Vit hava selt omanfyri 9000 pakkaloysnir eftir stuttari tíð. Hetta er ein øking uppá 11 prosent í mun til somu tíð í fjør, verð­ ur sagt úr norsku ferðaskriv­ stovuni Ving. Ferðaskrivstovurnar í Noregi hava nevniliga lagt merki til, at fólk eru fyrri og fyrri úti fyri at velja sær ferðamál til summarið eftir. Eitt er at tey ferðandi eru fyrri úti, men gongdin vísir týðiliga og greitt, at norð­ menn ynskja sær eisini eina longri summarferiu. Hagtølini vísa, at fýra út av hvørjum fimm velja eina feriu sum í minsta lagi varir í tvær vikur. Tey taka haraftrat ofta eina heila viku aftrat. Hinvegin er sølan av ferð­ um, sum bert vara í eina viku, á sama støði sum í fjør. ­ Sølan er í stóran mun merkt av góðum búskapar­ ligum tíðum og tí regntunga summarinum í Suðurnoregi í ár. Vit, sum hava selt chart­ erferðir síðani 1959, hava ongatíð áður upplivað eina slíka gongd, sigur stjórin í Ving, Gunnar Grosvold við norska blaðið Aftenposten. Hungra eftir sól Vanligt er at byrja søluna av ferðaseðlum til árið eftir tann 11. september. Men í Star Tour var eftir­ spurningurin so mikið stór­ ur, at tey byrjaðu longu 15. august at selja hesar ferða­ seðlarnar. ­ Vit ikki so frægt sum gjørt ferðaskránna fyri summarið 2008, men vit hava longu selt 10.000 ferð­ ir. Vit merkja greitt, at fólk hungra eftir sól, sigur Lena S. Petersen, kunningarstjóri í Star Tour. Aðrar ferðaskrivstovur boða frá hesum sama. Tað vísir seg, at serliga nógvar barnafamiljur bíleggja ferð­ ir og barnavinarligar íbúðir komandi ár. Kvinna kemur í kvinnu stað Blaðið Kvinna hevur nú fingið nýggjan blaðstjóra. Lena L.Mohr, sum higartil hevur stjórnað Kvinnu, fer nú burturav at taka sær av Sansum. Tað er navnframa Barbara Samuelsen, ið er kend innan fjølmiðlaheimin, ið nú skal taka blaðstjórasessin. Hon tekur við 1. november, og fyrsta blaðið, ið Barbara fer at seta sín dám á, kemur út í januar. Tá kunnu føroyskar kvinnur m.a. vænta sær meiri humor og meiri um kynslívið. Laaanga summar­ feriu komandi ár Ein ferðaskrivstova í Noregi hevur selt 11 prosent fleiri pakkaferðir í ár enn í fjør