hósdagur 20. september 2007síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 182 - 20. september 2007
Oljumessa
Rógvi Absalonsen
Offshore Europe er heitið á
einari av teimum heilt stóru
orkuráðstevnunum
í
Europa, ið verður hildin
annaðhvørt ár í Aberdeen.
Talið av fyritøkum við bás
um í ár var 1.400, og talið
av vitjandi var upp ímóti
30.000, upplýsa fyrireikar
arnir. Tí skuldi hetta verið
eitt sera upplagt høvi hjá
føroyskum fyritøkum at
skapa samband við týðandi
útlendskar orkuframleiðarar
og annars bara at upplýsa
umheimin um føroyska olju
vinnu sum heild.
Tað var SamVit og Olju
vinnufelagið, sum høvdu
fyrireikað og samskipað
føroysku umboðanina á
ráðstevnuni, meðan Petur
& Petur stóðu fyri sjálvum
sniði og útsjónd á føroyska
básinum. Føroyskar fyri
tøkur vóru bjóðaðar við og
harav høvdu tíggju sagt ja
til at vera við á ráðstevnuni.
Harafturat hevði SamVit
sett nøkur básfólk, sum
høvdu til uppgávu at svara
spurningum hjá teimum
vitjandi og annars at vísa á,
hvørjar tænastur føroysku
fyritøkurnar hava at bjóða.
Gunnbjørn
Joensen,
stjóri á Thor Offshore,
sigur seg hava fingið nógv
burturúr ráðstevnuni, og at
serliga hevði hann roynt at
fingið samband við út
lendskar fyritøkur, sum til
ber at samstarva við í fram
tíðini.
Klár til næsta stig
Eisini Eli Lassen, stjóri á
Atlantic Supply Base í
Runavík letur heilt væl at.
Hann vísir á, at tað er sera
umráðandi at leggja sær
eina ætlan, tá ið ein leitar
sær á tílíkar stórar ráðstevn
ur. Tað hevði hann gjørt
hesaferð, og tað hevði eydn
ast avbera væl. – Eitt, sum
Føroyskt
oljuævintýr
í Aberdeen
Fleiri føroyskar fyritøkur vóru umboð
aðar á stórari orkuráðstevnu í Aberdeen í
síðstu viku
Hetta er fyrstu ferð, at nýggja SamVit fyrireikar føroyska luttøku á oljuráðstevnu. Her
nakrir av føroysku luttakarunum
Nevndarlimur keypir
partabrøv
Mortan Johannesen, nevndarlimur í Atlantic
Petroleum, hevur nú økt um sín ognarpart í
felagnum. Í gjár kom fráboðan frá keypsskálanum
um sonevndan insiderhandil, har Mortan hevur
keypt 3.104 partabrøv á 550 kr. Eitt samlað keyp á
1,7 mió kr. Samlaði ognarparturin hjá Mortani
Johannesne í felagnum er nú 40.000 partabrøv. Við
dagsins kursi svarar hetta til eitt virði á 58,4 mió kr.
Nógvur laksur
Tað hevur ligið væl fyri hjá stuttleikaveiðimonnunum, sum
veiða laks í teimum íslendsku áunum. Serliga tann seinni
parturin av summarinum hevur vignast væl. Í Ytru Rangá, sum
er ein av teimum bestu laksaáunum í Íslandi, hava teir veitt
meiri enn 5.000 laksar, og teir, sum skipa fyri, vænta at koma
upp í 6.000 laksar, áðrenn veiðitíðin endar tann 20. oktober.
Morgunblaðið veit at siga, at teir, sum hava veitt í øðrum áum,
hava eisini fingið væl av laksi í summar.
Tað hevur verið hugaligt við laksatráðuni
í Íslandi í summar (Mynd: Morgunblaðið)