hósdagur 20. september 2007síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 182 - 20. september 2007
11
tíðindi
útlendskar fyritøkur leggja
sera stóran dent á, er trygd
og umhvørvi. Tí er tað so
umráðandi, at t.d. Atlantic
Supply Base er á sama støði
á hesum økjum, soleiðis at
vit kunnu kappast við grann
ar okkara. Serliga mugu vit
syrgja fyri, at vit eru klár til
tað næsta stigið í vinnuni,
tvs. tá ið oljan einaferð verð
ur funnin. Tá ber ikki til at
vera afturút t.d. viðvíkjandi
trygd. Ein tílík ráðstevna er
eisini sera hent hjá føroysk
ari oljuvinnu sum heild, av
tí at ein kann hitta møguligar
kundar beinleiðis. Tað at
tosa við fólk ’face to face’
er tann besti mátin at selja
eina tænastu, sigur Eli Lass
en.
Mong vitjaðu
Nógv fólk vitjaðu føroyska
básin teir fýra dagarnar ráð
stevnan varaði. Fleiri av
hesum høvdu heilt ítøkilig
ørindi við ávísum føroysk
um fyritøkum, men eisini
heilt nógv vóru rætt og slætt
bert forvitin at vita, hvussu
langt
er
komið
við
oljuleiting á føroyska øki
num. Eisini vóru onnur,
sum komu á føroyska básin,
tí tey kundu hugsa sær at
ferðast hendavegin. – Sam
anumtikið kann ikki sigast
annað enn at hetta var væl
eydnað. Umframt at fólk
komu at vitja básin í
”vinnu” ørindum, komu
eisini nógv og bara spurdu
um Føroyar sum heild. Og
tað kann man bara gleðast
um, sigur Unn Poulsen,
vinnuráðgevi á SamVit. Off
shore Europe verður aftur í
2009, men áðrenn tað verð
ur ein ráðstevna av sama
slag í Stavanger. ONS ráð
stevnan, sum hon eitur,
verður í 2008 og tá ætlar
SamVit, saman við føroysk
um fyritøkum at vera enn
meira sjónlig.
Frá føroyska básinum
í Aberdeen
Eli Lassen frá oljubasanum í Runavík her saman við Sofus Poulsen, fyrrverandi føroyska
umboðsmanninum í Aberdeen
Elin Heinesen, stjóri á SamVit og føroyski sendimaðurin í Bretland, Sigmund Isfeldt høvdu nógv
um at vera
Trupul pólkanning
Danska rannsóknarferðin norðan fyri Grønland
vísti seg at verða truplari enn væntað.
Christian Marcussen á danska
jarðfrøðistovninum sigur við Ritzau, at tað var
serliga ísurin, sum voldi trupulleikar, men at
serfrøðingarnir eisini fáa gagn av at læra,
hvussu tað er at arbeiða á slíkum leiðum. Við
svenska ísbrótaranum Oden skuldu donsku
vísindafólkini royna at prógva, at havbotnurin
við Norðpólin hevur samband við grønlendsku
undirgrundina.
Børn á bygd fátæk
Kanningin av korunum hjá grønlendskum børnum
vísir, at tað eru serliga børn á bygd, sum eru rakt av
fátækradømi. Hetta kemur ikki óvart á sosiologin
Maliinu Abelsen, og hon ávarar um, at tað
grønlendska samfelagið er í ferð við broytast til eitt
samfelag, har stórur munur er á fólki í býi og á
bygd. Maliin Abelsen sigur, at tað er neyðugt at
viðgera spurningin, um samfelagið er ført fyri at
varðveita bygdirnar við lívsumstøðum, sum tey
flestu vilja hava.