Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-20, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. september 2007síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 182 - 20. september 2007 Sosialurin Menna nýggja vinnu SAMBAND eirikur liNDeNSkov eirikur@SoSiAluriN.fo tlf 341800 viðmerkingar Føroyingar hava luttikið í fleiri áhugaverdum vinnutiltøkum í seinastuni, ið hava til endamál at fjøltátta framtíðar vinnulívið her á landi. Talan snýr seg um royndirnar at menna eina føroyska oljuvinnu. Hóast olja ikki er funnin, hevur virksemið í sambandi við leiting longu givið samfelagnum inntøkur og hevur gongdin verið við til at førleikamenna vinnulívið til at kunna taka ímóti hesi nýggju avbjóðing. Ì farnu viku var altjóða ráðstevna í Aberdeen, har eisini føroyingar vórðu við. Tað var nýggi stovnurin SamVit, sum skipaði fyri og sum harvið eisini slapp at royna seg á oljuøkinum fyri fyrstu ferð. Frammanundan hevur Menningarstovan við táverandi ágrýtna og skilagóða stjóranum staðið fyri slíkum ráðstevnum. Nú verður so traðkað víðari í hansara fótafetum og kunnu vit bara bera nýggju leiðsluni á hesum týðandi stovni góða eydnu. Vit ivast ikki í, at hon verður før fyri at taka sær av hesi avbjóðing, sum er partur av framtíðar ætlanunum at fjøltátta føroyska vinnulívið. Í hesi vikuni hevur verið enn eitt føroyskt oljutiltak í Bretlandi, hesaferð í hjartanum á fíggjarheiminum, London. Faroe Petroleum og føroyska sendistovan vórðu karmur um kunnandi tiltak um Føroyar sæð frá einum oljuligum sjónarhorni. Umboð fyri fíggjarheimin vórðu boðin til fyrilestrar og sosiala samveru, har eitt nú landsstýrismaðurin í mentanarmálum og umboð fyri Jarðfeingi greiddu frá oljutilgongdini. Endamálið við hesum tiltaki var umframt at seta fokus á virksemið hjá Faroe Petrolum eisini at fáa altjóða fíggjar- og íløguheimin at venda eyguni móti Føroyum. Leita vit nakrar vikur aftur, so var stórt virksemi í Føroyum, har umboð fyri oljufeløg og myndugleikar eitt nú settu út í kortið komandi útbjóðing. Og fara vit so frá landjørðini til havs, so er eisini nakað við at henda har. Ì løtuni vera seismiskar kanningar gjørdar á landgrunninum. Og umborð á boripallinum, Transocean Rather, sum hevur borað hinumegin markið í skjótt eitt ár, eru tey so smátt farin at rigga av og gera seg til reiðar til eina nýggja uppgávu, nevniliga at bora fyri BP, Shell og Anadarko á føroyska landgrunninum. Jú sigast má, at tað grør um gangandi fót. Nógv jørn eru í eldinum, og um nakrar mánaðir fáa vit at vita, hvussu boringin á landgrunninum hevur gingist. Hastverk er lastverk verður tikið til. Og tolin trívst. Vit kunnu bert sanna, at leitingin eftir kolvetni hevur sett nógvar ringar í vatnið, givið inntøkur til samfelagið og hevur skapt áhuga hjá føroyingum at útbúgva seg innan hetta nýggja vinnuøkið, men um somu tíð kunnu vit kanska fegnast um, nú samfelagið er so upphitað, at ein verulig oljumenning við nógvum virksemi liggur nøkur ár frammi í tíðini. Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Marknaðarleiðari: Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo Joan Abrahamsen joan@sosialurin.fo Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Eydna Skaale eydnaskaale@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl­ an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Kykmyndir: Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e­post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e­post: aki@sosialurin.fo e­post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00­13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.­frí. 8­16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag­fríggjadag klokkan 1330 Her fyri bað Sosialurin meg um viðmerkingar til, at Sjónvarpið sendi ”Svik við upphitingini av jarðar­ knøttinum”, ein sonevnd dokumentarsending frá bretsku sjónvarpsrásini Channel 4. Viðmerkingin var í Sosialinum 10. sep­ tember, har eg millum annað segði sendingina vera eina ”blanding av avoldaðum úrslitum, reingj­ an av úrslitum og beinleið­ is ósannindum”. Og eg fanst at SVF fyri at senda hana. Í sama blaðið svarar Ivan Niclasen, programleiðari, at SVF kann ikki sensu­ rera. Hann sigur m.a. ”Tá ósemja er millum vísinda­ fólk, kunnu vit ikki velja at vísa tað áskoðanina, sum ein meiriluti stendur fyri”. Og hann sigur fremstu upp­ gávuna hjá teimum vera ”at vísa ymisk sjónarmið”. Her eru fleiri misskiljingar. Tann fyrsta misskiljingin er, at ósemja er millum vís­ indafólk í hesum máli. Tað er tað ikki. Jú, OK. Tað finnast serfrøðingar, sum siga, at vit hava ikki ella fáa ikki veðurlagsbroyting­ ar av mannaávum; men teir eru ógviliga fáir. Fyri tjúgu árum síðan vóru teir kanska í meiriluta. Fyri tíggju árum síðan vóru teir framvegis nógvir. Í dag hava næstan allir broytt meining, tí prógvini eru nú so týðilig. Men, onkur er sjálvandi eftir, sum heldir uppá tað gamla. Tá grundarlagið fyri einum øki broytist so skjótt, krevst at granskarar duga at fylgja við og skifta áskoðan, tá nýggj vitan kemur; men tað eru ikki øll, sum klára tað. Í nógv ár hava nøkur fólk sitið og roynt at vissa øll um, at her var ongin vandi. Fyri 10­ 20 árum síðan kundu tey kanska gera tað, tí prógvini vóru ikki so fullkomin. Í dag vita vit so nógv um henda spurningin, at her er næstan onki at ivast um. Men ongum av okkum dámar at viðganga, at vit tóku feil. Tað sigst, at tað framveg­ is finnast læknar, sum halda uppá, at royking ikki er skaðilig. Tað merkir ikki, at nøkur ósemja er millum vísindafólk um hetta. Tað merkir bara, at í einum stórum hópi finnast altíð onkur tvørbøll, sum halda uppá tað øvuga av øllum øðrum. Fert tú verð­ ina runt og pilkar hesi heilt fáu fólkini út, so kanst tú gera eina sending sum hesa; men hon umboðar ikki nakra ósemju millum vísindafólk. Tann næsta misskiljingin er, at her er talan um tvey ymisk sjónarmið. Tað er tað ikki. Tú kanst hava ymisk sjónarmið um poli­ tik. Skulu vit hava nógvan skatt ella lítlan skatt. Tað eru tvey ymisk sjónarmið. Men tú kanst ikki hava ymisk sjónarmið um lítlu tabel, sum dømi. 2 + 2 er 4. Tað ber ikki til at hava ymisk sjónarmið um tað. Ikki, um tú er heilt í ordan, í hvussu er. Ella tak eitt annað dømi. Tað finnast mær vitandi enn fólk, sum siga, at jørðin er ikki rund, fløt. Er hetta tvey ymisk sjónarmið? Nei! Annað er rætt, og hitt er skeivt. Um onkur hevði gjørt eina sjónvarpssending, sum við flottum teknikki royndi at vissa fólk um, at jørðin er veruleikanum fløt. ”Alt hitt tvætlið um eina runda jørð er propaganda frá korruptum granskarum, sum vilja tryggja sær peng­ ar við at granska eina runda jørð”. Um onkur kom til SVF við eini tílíkari sending, høvdu tit so sagt: ”Ja, hetta er eitt sjónarmið. Sjálvandi mugu vit senda hana”? Nei. Vón­ andi ikki. Tí her er ikki tal­ an um tvey ymisk sjónar­ mið, sum hava sama virði. Annað er rætt. Hitt er skeivt. Jørðin er rund; ikki fløt. Og soleiðis er við hasi sendingini hjá tykkum. Ikki tí. Tað ber til at hava ymisk sjónarmið um veðurlagsbroytingar. Tað ber til at siga: ”Jú, eg veit, at veðurlagið broytist av mannaávum; men eg leggi onki í tað. Eg vil heldur hava tað gott nú og so taka avleiðingarnar, tá eg verði gamal ella lata eftirkomar­ arnar fáa teir”. Hatta er eitt sjónarmið. Ikki eitt ser­ liga moralskt sjónarmið, haldi eg, men eitt sjónar­ mið. Men tað var ikki hatta, sum sendingin hjá tykkum segði. Hon segði (skorið út í papp): ”Tað eru ongar veðurlagsbroytingar av mannaávum. Hatta er heilaspuni frá korruptum granskarum”. Tað er ikki eitt sjónarmið. Tað er eitt uppáhald. Og har vóru ongar haldgóðar grundgev­ ingar. Úr enda í annan var handa sendingin ein bland­ ing av lygnum, vreingjan og heilaspuna. Men ikki eitt sjónarmið. SVF kann so sjálvandi siga: “Jamen, hvussu kunnu vit vita tað ? Vit kunnu ikki hava serfrøðing­ ar innan øll øki, sum kunnu meta um trúvirði á øllum sendingum”. Tað er sjálvandi rætt; men har eru dómstólar. ST hevur t.d. ein bólk IPCC (Intergovern­ mental Panel on Climate Change), har hundraðtals serfrøðingar javnan gera metingar. Ella tit kunnu eftir einari løtu “Googla” tykkum eina rúgvu av upp­ lýsingum um feilirnar í hasi sendingini. Men, sjálv­ andi, um SVF trýr uppá­ haldinum í sendingini, at meirilutin av teimum, sum granska í hesum, eru kor­ ruptir forførarar, so mugu tit ivast. Nei Ivan. Hetta er ikki ein spurningur um sensur ella ikki. Hetta er fyrst og fremst ein spurningur um fjølmiðlaetikk og fjølmiðla­ politikk. Etikk, tí at her er talan um keldukritikk. Roynir SVF at tryggja sær, at sonevndar ”dokumentar­ sendingar” byggja á álít­ andi keldur, ella skal bara alt slúkast, sum fyri kjaftin rekur ? Og tað er ein spurningur um fjølmiðlapolitikk. Hvat er uppgávan hjá SVF? Er tað ein stovnur, sum fyrst og fremst skal upplýsa og menna fólk, sum vit øll fingu at vita, tá Sjónvarpið í sínari tíð varð sett á stovn. Ella er tað ein fyri­ tøka, sum skal tryggja sær so nógvar kundar (hyggjar­ ar), sum gjørligt, í kapping­ ini við aðrar fjølmiðlar innan og uttanlands. Um tað er hetta seinna, so er bara at finna fleiri sendingar av hasum slag­ num, tí okkum dámar øll­ um hetta slagið av sjón­ varpi. Søgur um korruptar granskarar, sum villeiða allan heimin. Søgur um tann djarva einaran, sum roynir at berjast móti meiri­ lutanum. Og so ikki minst tað, at serfrøðingarnir, sum halda seg vera so klókar, taka feil allir samlir. Hetta er alt nakað, sum fangar okkum menniskju. So tit kunnu vera heilt vís í, at hatta eru sending­ ar, sum fólki dámar at síggja. Vil SVF hava so nógvar hyggjarar, sum gjør­ ligt, so er bara at senda meiri av hasum slagnum. Prísurin er, at hyggjarin verður lumpaður, og at onki verður gjørt fyri at minka um avleiðingarnar av veðurlagsbroytingunum. Rokningina fáa vit á ellis­ árum og okkara eftirkom­ arar. Til Ivan um SvF BogI HANSEN