hósdagur 20. september 2007síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 182 - 20. september 2007
13
viðmerkingar
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – he-
vur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
Verið eg valdur biskupur,
vil eg næstu 5 árini arbeiða
fyri eini rúmligari fólka
kirkju. Ein rúmligari
kirkju, har tryggleika vald
ar í og um okkara kirkju.
Hetta merkir, at verandi
kirkjuskipan í síni breidd á
kirkjunnar grund verður
varðveitt, javnstøða verður
viðvíkjandi kvinnur og
monnum, og eingin verður
noyddur at gera ímóti síni
sannføring ella samvitsku.
Størsta tryggleikan eigur
tann kirkja, har kirkjufólk
kenna seg tryggan við síni
prest, og har kirkjufólk
eins og prestur kenna seg
trygg við sín biskup.
Trygg kunnu kirkjufólk
vera við sín prest og
biskup, um hesir boða
Guds orð reint og rætt, og
ikki lata seg tøla hvørki av
meirilutum, meiningakann
ingum ella medium.
Bara tí presti og tí
biskupi kunnu vit hava álit
á, sum elskar øll menn
iskju, eisini tey, sum ikki
elska aftur, og sum elskar
bíbliuorðið, eisini tað, sum
gongur honum ímóti. Av
teimum hevur kirkjan til
allar tíðin notið signing og
alt gott.
Trygt at koma í kirkju
og til prest
Fólkakirkjan er ein rúmlig
kirkja. Hon gevur trygg
leika fyri allar sínar limir.
Uttan mun til hvar, tú ert
í landinum, og hvør tú ert,
so ert tú vælkomin í fólka
kirkjuna. Kirkjur og bøn
hús eru bygd um alt landið,
og prestarnir eru búsettir
soleiðis, at teir kunnu
røkka øllum. Frá dópi yvir
ferming og vígslu til jarðar
ferð fevnir kirkjan fólk
okkara frá frá vøggu til
grøv.
Øll, eisini tey, sum ikki
eru limir, kunnu leita upp
ein prest. Hann hevur
skildu at taka ímóti tær,
hvør støða tín er. Hann vil
leggja oyra til og stuðla og
hjálpa so langt, hann við
Guds hjálp er førur fyri tí.
Fólkakirkjunnar prestar
hava strangastu tagnar
skyldu!
Hjá tí fólkakirkjufólki,
sum vil loysa sóknarband
til annan prest enn sínum
egna, ber hetta sambært
lógini til. Hjá teimum, sum
vilja hava sóknarkirkju
sína nýtta av øðrum presti
enn honum á staðnum, fáa
tey sambært lógini rætt at
læna kirkjuna til gudstæn
astu eftir vanliga kirkjutíð.
Og hjá teimum, sum av
ymiskum orsøku velja at
seta á stovna valkirkjulið,
ber hetta eisini til sambært
lógini.
Kirkjuliga lóggávan er
tryggleiki fyri kirkjufólkið.
Tryggleiki at vera prestur
Fólkakirkjan er ein rúmlig
kirkja. Hon gevur trygg
leika fyri sínar prestar.
Uttan mun til um tú er
kvinna ella maður, ógiftur,
giftur ella uppafturgiftur,
ella tú ert prestur, sum
heldur, at tað sambært
Skriftini átti í onkrum at
verið øðrvísi, eru fólka
kirkjunnar prestar vardir
við lóg. Teir eru vardir við
lóg, at vera tað, teir eru,
prestar, og teir eru vardir
við lóg óheftir av kirkju
ráðunum og nøkrum øðr
um jarðiskum myndugleika
til at boða tann boðskap,
teir eru kallaðir at boða,
gleðiboðskapin um frels
una í Jesusi Kristi.
Tað hevur verið soleiðis
seinastu árini, at nakað av
tí einasta, nýggir kandidat
ar verða spurdir um, er
støða teirra til kvinnuligar
prestar og til uppafturgiftu.
Annað hevur verið meiri
og minni líka mikið. Eisini
børnini og tey ungu, eisini
um ein vil gera nakað til
nyttu út yvir tað, ein prest
ur skal av tænastum. Ja,
sjálvt lærugrundarlagið
hevur ikki verið so átrok
andi at funnið út av hjá
nýggjum umsøkjarum til
prestastarv.
Við mær sum biskupi
verða varandi loysnir funn
ar á teimum spenningum,
sum hava verið, og sum
eru. Loysnin er virðing og
samstarv og rættur og
frælsi til ikki at gera ímóti
síni sannføring og sam
vitsku. Sjálvur havi eg
royndir á hesum øki, men
kunnu hesar royndir hava
gjørt meg mótfalnan við
hvørt, so hava tær ikki
gjørt meg beiskan. Eg eri
góður við okkara kirkju, og
eri eg sinnaður sjálvur at
ganga á odda at finna
loysnir á hesum øki.
Kirkjuliga lóggávan er
tryggleiki fyri prestarnar.
Tryggleiki at vera bispur
Fólkakirkjan er ein rúmlig
kirkja. Hon gevur trygg
leika til sín biskup.
Ein biskupur, hann sum
eru fyrisitari fólkakirkjunn
ar, hann, sum hevur
høvuðsábygd av hirða og
lærutænastuni, skal eisini
vera vardur at útinna sína
tænastu.
Við lóg er hann tryggjað
ur, at hann ikki skal kenna
seg forðaðan at útinna sín
gerning í embætinum. Fót
onglar, fjøllmiðlar ella
fólkavald kunnu ikki
kroysta hann til nakað.
Hann kann í frælsi læra,
liva og leiða í egnari
kirkju. Kirkjan er Guds.
Hon eitur fólkakirkja, og
hon er ein fólkakirkja, men
hon er hvørki fólksins ,
prestsins – ella biskupsins
ogn. Hon er Guds ogn.
Nakrir av størstu demo
kratum í heimunum gjørdu
ímóti fólkakirkjunnar vilja
í 1947 og noyddu kirkjuni
at góðtaka kvinnuligar
prestar. Har var einki at
gera, hóast nærum allir
biskuparnir og hundraðtals
prestar mótmæltu. Men tað
skulu politikararnir á
Christiansborg so eiga, teir
hava søguliga sæð gingið
undan samanborðið við
onnur lond, har líknandi
kirkjuskipanir eru. Hetta
prógvar reglurnar um
sóknabandsloysing, brúk
av kirkjum og rætturin til
valkirkjulið og fríkirkjulið.
Grundtvig gamli var upp
runin til hesi rættindi.
Hann hevði serliga gott
hegni at taka hædd fyri
samvitskuni hjá fólki.
Eisini lógin, sum fólka
tingslimir vistu, teir máttu
smíða, lógin frá 1948 um
rætt og skildur hjá biskupi
í samband við at hann
kennur seg noyddan at gera
undantøk viðvíkjandi
presti, boðar frá rættsinni
millum fólkavald í Dan
mark fyri 60 árum síðan.
Men nú eru tað menn og
kvinnur í okkara yvirtiknu
kirkju, sum nerta við rætt
presta og biskups. Men
vunnin rættindi mugu ikki
liggja eftir, nú haldast skal
fram við kirkjulóggávu
arbeiðinum her heima.
Hesi rættindi ætli eg at
verja og berjast fyri í okk
ara kirkju. Hetta er ein søk,
sum hevur størri týdning
enn flestu menniskju gáa
um, tí verður nomið við
samvitskufrælsi prest og
biskups, verður kirkjan til
endans ikki kirkja longur,
sum boðar Guds orð, men
bara ein stovnur, sum sigur
tað, fjøllmiðlarnir og fólk
flest siga? Og hvør leggur
tá nakað í kirkjuna? Hvør
spyr tann, sum bara sigur
tað sama?
Kirkjuliga lóggávan er
tryggleiki fyri biskupin.
Tryggleiki mótvegis polit
iska myndugleikanum
Men so er tað neyðugt
eisini, at Føroyska kirkjan
kann hava leik og lærd,
sum ansa eftir tí, sum er í
kirkjuni og um kirkjuna,
og sum vil kristnu trúnni
ann.
Føroyska fólkakirkjan
veit, hvør hon er. Hon
hevur aldargamlar røtur
heilt aftur til fyrstu niður
setu fólk her á landi. Kelt
isk kristin vóru vit (nøkur)
í 200 (?) ár, katólska krisin
500 ár, luthersk kristin 400
ár, so hava vit verið luth
ersk og protestantisk
kristin 100 ár. Føroyingar
hava verið kristnir hóast
formur og innihald hevur
broytt nakað seinastu 1.300
árini. Onnur trúgv, sum
ráddi fyri 1.000 árum síð
an, og sum mangan oyddi
fyri sær alt tað, sum heilagt
var, sær nú aftur dagsins
ljós. Ikki sum trúgv á Óðin
og Tór (hóast onkur er),
men sum trúgv á alt annað
enn hin livandi Gud og
hansara orð.
Tí má kirkja okkara hava
prestar og biskup sum við
frímóði boða gleðiboðskap
in, og sum vilja verja og
fremja tey góðu og varandi
kristnu virðini, sum kristna
rættvísi, umsorganin og
hjúnalagið og siðalæra ann
ars inniber. Æran og em
bætið má alt setast inn fyri
at kjølfesti føroyinga áhald
andi verður hitt kristna.
Tí má lógin á kirkjuliga
økinum varðveita rættar
trygdina, sum er fyri fólk
ið, prestarnar og biskupin.
Við lóg skal kirkjan
verða vard og tryggjað, so
at í øllum innanhýsis
viðurskiftum – í læru, lívi
og leiðslu – ræður kirkjan.
Lógin lóggávan skal
verða tryggleiki um lógina
sjálva.
Ein rúmlig kirkja - TRYGGLEIKI í og um kirkjuna
sóknarprestur
Bergur D.
Joensen,
Sparingar umborð
á Teistanum
Nú frættist, at leiðslan á strandferðsluni hevur í umbúna
at steingja kioskina umborð á Teistanum fyri at fremja
sparingar.
Í hesum ”laksafosstíðum” tykist alt, ið nevnist
sparing, at vera góður tónleikur, tó uttan at hugt verður
eftir, hvussu stór veruliga sparingin er, ella hvønn
týdning hetta fær fyri umhvørvið í hesum føri hjá
ferðafólki um skopunarfjørð.
Her kann neyvan vera talan um týðandi upphæddir,
og hvar er markið fyri, hvat er neyðugt at bjóða fólki
fyri ferðaseðilin?
Uttan at kenna fíggjarstøðuna hjá kioskini so kann
hetta ikki bjóðast ferðafólki. Mær kunnugt verður
nógv keypt á ferðini, og fólk eru glað fyri at kunna
seta seg við einum kaffimunni og onkrum afturvið.
So gott í tykkum: Latið kioskina vera opna eins og
higartil við starvsfólki til gagns fyri manning og
ferðafólk
Strandferðslan arbeiðir við nógvum milliónum, so
møgulig sparing her er uttan týdning fyri samlaða
úrslitið, men til stórt gagn fyri tey ferðandi!
eyðun M.
VIDerø
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo