Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-20, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. september 2007síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 182 - 20. september 2007 Andlát og jarðarferðir Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Louisa Olsen á Ryggi í Miðvági andaðist týs­ dagin í Åbybro, 91 ára gomul. Ata(Æda) á Reyna­ túgvu, á Sandi andaðist í heiminum týsdagin, 73 ára gomul. Henny Elisabeth Vágs­ heyg Valkvæ, fødd í Klaksvík, búsitandi á Godoy í Noreg, andaðist sunnudagin 72 ára gom­ ul. Jarðarferðin verður fríggjadagin klokkan 13. Andlát og jarðarferðir Her er ein av myndunum frá realskúla­ framsýningini, sum Jórunn Dánjals­ dóttir skipaði í Kommunuskúlanum í Havn í summar. Ein realskúlaflokkur í 1966. Aftasta rað f.v.: Sólgerð Jacobsen, Elsa Bærentsen, Høgni Bærentsen, Tóri í Hoyvík, Øssur Simonsen og Høgni W. Larsen Mittasta rað f.v.: Mortina Jacobsen, Gunnvá Bærentsen, Marjun Huus­ gaard, Hjørdis Samuelsen, Tummas Napoleon Djurhuus, lærari, Hjørdis Hanusson, Eydna Egholm, Poulina Jacobsen, Gudny Gunnarsson og Heri Jacobsen Fremsta rað f.v.: Birgit Arge, Ella Smith, Marita Christiansen, Sam Jacobsen, Eyðun Huusgaard og Kristian á Dul Myndaeigari: Elsa Mortensen Realskúlaflokkur í 1966 Rætting: Síðsta reglan manglaði Í blaðnum í gjár á síðu 24 um Frankfurt Motor Show 2007, manglar síðsta reglan í tekstinum. Teksturin skal vera hesin: »Næsta mikudag hava vit eina frásøgn frá Frankfurt Motor Show 2007, sum er heimsins størsta bilafram­ sýning við yvir 50 ymiskum bilmerkjum. Umframt allar nýggjheitirnar eru eisini konseptbilar, sum vísa hvussu vit kunnu vænta, at bilarnir koma at síggja út í nærmastu framtíð«. Vit biðja orsaka mistakið. ­red Dagurin 21. september. Matteus. Ápostulin og evangelisturin Matteus. Halgisøgan veit at siga, at tá ið ápostlarnir skiltust, fór Matteus til Etiopiu og boðaði evangeliið har. Er helst ein av teimum, sum á kirkjubøstólunum er avmyndaður við bók í hendi. Kongurin í Etiopiu læt hann taka av døgum. Bíbilska navnið merkir Guðs gáva. Jóannes í Dímun Jacobsen í Havn fekk eitt 12­tal og silvurmedalju fyri besta karakterin fyri sína sveina­ roynd í fakinum »Vognmal­ er« á tekniska skúlanum í Silkeborg tann 31. august 2007. Samstundis var tað besti karakterur, sum er latin á skúlanum í hesum fakinum seinastu 12 árini. Eingin hægri karakterur verður givin. Próvtøkan var bæði faklig og teoretisk. Jóannes er 21 ára gamal og hevur lært hjá Reyni Service í Hoyvík. Lærutíðin var trý og eitt hálvt ár, og 9. september var hann útlærd­ ur. Tilsamans 17 næmingar vóru til próvtøkuna, og bert Jóannes fekk medalju. Allir næmingarnir fingu somu uppgávu, sum var at rætta upp, klárgera og lakkera motorhjálm, forskermar og kúfangara til Toyota Yaris. Jóannes fekk besta karakterin Jóannes í Dímun Jacobsen í Havn fekk besta karakterin fyri sína sveinaroynd í fakinum »Vognmaler« á tekniska skúlanum í Silkeborg Her eru allar tær 17 sveinaroyndirnar hjá næmingunum