hósdagur 10. mai 2001síða 2
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 89 - 10. mai 2001
Nr. 89 - 10. mai 2001
3
gult2 cyan2 magenta2 svart2
gult3 cyan3 magenta3 svart3
C
M
Y
K
– Tá ið tað snýr seg
um at hjálpa børnum,
sum hava lesitrupul-
leikar, eru Føroyar
eitt sera tilafturskom-
ið land, sigur Anna
Karin Kjeld, stigtak-
ari til stovnan av
stuðulsfelag fyri børn
við lesitrupulleikum
STUÐULSFELAG
Turið Kjølbro
Leygardagin í næstu viku
verður stuðulsfelag fyri
børn við lesitrupulleikum
stovnað. Tikið stig til stovn-
anina hevur Anna Karin
Kjeld í Funningsfirði.
– Tá ið tað snýr seg um at
hjálpa børnum, sum hava
lesitrupulleikar, eru Føroy-
ar eitt sera tilafturskomið
land. Skúlamyndugleikar
og aðrir myndugleikar duga
ikki at meta um trupul-
leikan, eingin hjálp er at fáa
nakra staðni og børnini eru
tapararnir. Trupulleikarnir
verða kveistraðir undir
teppið, og fólk tora ikki
rættiliga at tosa um teir. Í
mun til í øðrum londum
veit eingin í Føroyum,
hvussu hesi børnini kunnu
verða hjálpt, sigur Anna
Karin Kjeld.
Hon vísir á, at uml. 2-3
børn í hvørjum skúlaflokki
hava lesitrupulleikar.
– Í onkrum førum fáa
næmingar eina rúgvu av til-
fari, sum er ætlað sum
hjálp, men eingin spyr ella
leggur í, um nakað úrslit
kemur burturúr. Tað er rætt
og slætt einki skil á.
Endamálið við stuðuls-
felagnum er fyrst og fremst
at savna foreldur at børnum
við lesitrupulleikum sam-
an.
– Vit hava tørv á at koma
saman og tosa um trupul-
leikarnar og hjálpa hvør
øðrum. Sum foreldur kenna
vit okkum ógvuliga einsa-
møll í so máta. Síðani
kunnu vit arbeiða fram
ímóti at ávirka myndug-
leikarnar soleiðis, at eitt-
hvørt verður gjørt fyri hesi
børnini.
Anna Karin Kjeld vónar,
at nógv foreldur at børnum
við lesitrupulleikum møta á
stovnandi fundinum. Fund-
urin
verður
í
Felagsskúlanum á Oyra-
bakka leygardagin 19. mai.
Við á fundinum vera eisini
lærarar, sum arbeiða við
børnum, ið eru lesiveik,
sálarfrøðingar, heilsusystr-
ar og sjúkrasystrar, sum
fara at lýsa trupulleikan.
– At vegleiða og
kunna um, hvat er
gott fyri umhvørvið,
ber avgjørt ávøkst.
Tilvitanin hjá vanlig-
um fólki er størri í
dag, men almennir
myndugleikar halta
framvegis aftaná,
sigur Finnbogi Joen-
sen úr Viðalunda-
nevndini í Vest-
manna, sum skipar
fyri umhvørvisstevnu
í næstu viku
UMHVØRVI
Turið Kjølbro
Annað árið á rað skipar
Viðalundanevndin í Vest-
manna fyri umhvørvisviku.
Nevndin hevði 10 ár á baki
í fjør og skipaði í tí sam-
bandi fyri umhvørvisviku.
Undirtøkan var so mikið
góð, at Viðalundanevndin
hevur gjørt av at taka táttin
upp aftur í ár og um møgu-
ligt á hvørjum ári.
– Náttúran og umhvørvið
eru lívsgrundarlagið hjá
okkum. Endamálið við um-
hvørvisvikunum er at taka
evni upp, sum hava al-
mennan áhuga. Í fjør var
evnið
lívrunnið
tilfar,
hvussu tað kemur til høldar
á bestan hátt, tí vit vita, at
meginparturin
verður
koyrdur burtur, hóast nógv
kann endurnýtast. Í ár er
skráin meiri samansett, til
dømis verða firðirnir við-
gjørdir við tí fyri eyga, at
alivinnan kann gera nakað
við trupulleikan sum er av
dálkingini. Verður vist-
frøðiliga javnvágin á firð-
unum burtur, endar tað gal-
ið, sigur Finnbogi Joensen
frá Viðalundanevndini í
Vestmanna.
Góðar ábendingar
Úrslitini av umhvørvisvik-
uni í fjør hava verið ógvu-
liga positiv, eitt nú var so-
kallaði grøni skúlin settur á
stovn, og Finnbogi Joensen
vónar, at eitt úrslit av um-
hvørvisvikuni í ár verður, at
ein umhvørvisstova verður
sett á stovn í Føroyum.
– Verður ein Agenda-
traktat gjørd fyri Føroyar,
kann ein umhvørvisstova
setast á stovn, har allar
kommunur í Føroyum eru
við. Hendan stovan skal
vegleiða um umhvørvið
fyri alt Føroya fólk. Útlit
eru til, at hon verður veru-
leiki, og tað verður Heilsu-
frøðiliga starvsstovan sum
fer at umsita hana.
Almennu myndugleik-
arnir í Føroyum halta langt
aftaná, tá ið tað ræður um
náttúru- og umhvørvis-
vernd.
– Sum heild eru føroy-
ingar alt ov lítið vitandi um
umhvørvið, men nú vit
royna at seta ljóskastaran á
náttúru og umhvørvi, fáa
vit fyrispurningar frá fólki
úr øllum landinum um,
hvussu vit arbeiða. Tilvit-
anin hjá fólki er størri í dag
enn tá ið byrjaðu, tað merk-
ist týðiliga, at tosa fólk
meiri um umhvørvið. Tí er
týdningarmikið at fáa børn-
ini við, og ein partur er at
læra tey at skilja rusk sund-
ur í lívrunnið, vandamikið
og annað, sigur Finnbogi
Joensen.
Finnbogi Joensen harm-
ast um, at bæði IRF og
KOB brúka skeivu litirnar
til posarnar til rusk. Vanda-
mikið burturkast fer í teir
grønu posarnar ístaðin fyri
reyðar, og pappír fer í bláar
posar í staðin fyri grønar.
– Børn verða ørkymlað,
tá ið litirnir á henda hátt
verða blandaðir saman,
men vit arbeiða við at fáa
hesi
viðurskiftini
uppá
pláss, sigur Finnbogi Joen-
sen.
Umhvørvið er so nógv
Viðalundanevndin í Vest-
manna arbeiðir sostatt ikki
bert við spurningum, ið
snúgva seg um trø og gróð-
ur. Í umbúna er at gera eina
vegleiðing um, hvussu fólk
fáa lívrunnið tilfar til høld-
ar, og hvarnirnar, tey hava
tikið í brúk til at mæla
greinar og jólatrø, eru at
síggja úti um landið eisini.
– Nevndin er í dag meiri
ein náttúru- og umhvørvis-
nevnd. Vit ráðgeva eftir
førimuni um viðurskifti,
sum snúgva seg um náttúru
og umhvørvi sum heild.
Eitt nú hava vit kannað,
hvat fyri trø og runnar støð-
ast væl í Føroyum, og í tvey
ár hava vit givið runnar til
bygdafólkið í Vestmanna.
Tey hava tikið ógvuliga væl
ímóti hesum, og síðani vit
byrjaðu fyri 11 árum síð-
ani, eru nógvir sera vakrir
urtagarðar komnir, greiðir
Finnbogi Joensen frá.
Nógv á skránni
Umhvørvisvikan fer fram í
miðhøllini í Vestmanna
skúla í døgunum 14. til 18.
mai. Mánakvøldið 14. mai
setir Eyðun Eltør, lands-
stýrismaður, umhvørvis-
vikuna. Evnið á fyrsta
kvøldinum er, hvussu firð-
irnir
kunnu
haldast
vistfrøðiliga reinir fyri
burðardyggari vinnu. Finn-
bogi Joensen, vegna Viða-
lundanevndina,
Johanna
Olsen, vegna Heilsufrøði-
ligu Starvsstovuna, Hans
Jacobsen, vegna Havbún-
aðarfelagið,
og
Torleif
Dalsgarð, verkfrøðingur,
leggja fram. Kvøldið eftir
røða Finnbogi Joensen, um-
boð fyri Vestmanna komm-
unu, og Arne Poulsen, aðal-
stjóri í Vinnumálastýrinum
um,
hvussu
bygdirnar
kunnu vetrarfriðast. Miku-
kvøldið 16. mai er evnið
grønir skúlar og stovnar.
Spurningurin at umrøða er,
um til ber at fáa undirvís-
ingartilfar um náttúru og
umhvørvi inn í skúlarnar.
Tey ið leggja fram eru
Finnbogi Joensen, Jenny
Lydersen, frá Mentamála-
stýrinum, Bjørn Jacobsen
frá Miljøheimevernet, og
Torbjørn Jacobsen, lands-
stýrismaður.
Hvussu vit kunnu gagn-
nýta alt lívrunnið tilfar, og
hvussu vit kunnu gera eina
Agenda-traktat fyri Føroyar
er evnið á fundinum hós-
kvøldið. At viðgera hendan
spurningin fara Finnbogi
Joensen, Bjørn Jacobsen,
Barbara Samuelsen vegna
Heilsufrøðiligu Starvsstov-
una og Sveiney Sverrisdótt-
ir vegna Føroya Kommunu-
felag.
Fríggjadagurin er settur
av til at rudda Vestmanna
bygd. Tá fara arbeiðsfólk
hjá kommununi, lærarar og
næmingar runt bygdina við
grønum og reyðum posum
eftir ruski og øðrum.
Vestmanna gongur undan
Lesiveik fáa onga hjálp
– Náttúran og umhvørvið
eru lívsgrundarlagið hjá
okkum. Fara vit ikki væl um
náttúruna, endar galið, sigur
Finnbogi Joensen, frá
Viðalundanevndini í
Vestmanna