Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-05-10, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. mai 2001síða 3

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 89 - 10. mai 2001 Nr. 89 - 10. mai 2001 5 gult4 cyan4 magenta4 svart4 gult5 cyan5 magenta5 svart5 C M Y K OLJULEITING Í BRETSKUM ØKI Jan Müller – Vit eru sera væl nøgdir við úrslitið av útbjóðingini í bretskum øki. Hetta vísir, at Amerada Hess prioriterar Atlantsmótið sera høgt, og at vit við loyvum okkara báðu megin markið standa sera sterkir í hesum økinum sigur ein sera fegin stjóri í føroyska partinum av Ame- rada Hess, Ben Arabo, nú úrslitið av 19. útbjóðingini í bretska partinum av Hvíta økinum er kunngjørt. Amerada Hess er eftir øllum at døma stóri vinnar- in av útbjóðingini og hevur fingið tilsamans fýra leiti- loyvi, har tað er operatørur í øllum. Hini feløgini, sum eru við, eru tey somu, sum Amerada arbeiðir saman við á føroyskum øki, tvs. BG og Dong. Í einum loyvi arbeiðir Amerada saman við Texaco, sum má sigast at vera hin stóri vinnarin av útbjóðingini. Texaco, sum einki loyvi fekk í føroysk- um øki, er við í fýra loyv- um, harav tað er operatørur í trimum. Annars hevur BP saman við Shell fingið eitt loyvi. Phillips stendur fyri einum loyvi saman við partnarunum frá føroya- økinum, Statoil og Veba. Tað, sum annars er vert at bíta merki í, er, at danska felagið Dong hevur fingið tillutað eitt loyvi saman við OMV umframt at vera við í hinum trimum av loyvun- um hjá Amerada Hess. Í Dong-høpi er hetta einki minni enn ein lítil kolvelt- ing, tí felagið hevur sett sær fyri at fáa operatørupp- gávu uttan fyri danskt øki. Eisini fyri BP er útbjóð- ingin kærkomin. Hjarnar Djurhuus, stjóri hjá BP í Føroyum sigur, at BP er sera væl nøgt við úrslitið av útbjóðingini. Shell er við í loyvinum, og fer hetta eftir øllum at døma at hava við sær, at Shell eisini verður partnari hjá BP í føroyskum øki. Feløgini, sum hava fingið tillutað leitiloyvi, hava bundið seg til at bora í minsta lagi sjey brunnar í bretska partinum av Hvíta økinum, sum bretski olju- málaráðharrin umrøður sum »an area which has world class potential for significiant petroleum discoveries«, tvs. eitt øki, hvørs møguleikar at gera verulig oljufund, er í heimsflokki. At tað verða boraðir sjey brunnar ímóti átta brunnum í føroyska økinum, sum er nógv minni, vísir, hvussu hørð kappingin er. Samanumtik- ið kann henda bretska út- bjóðingin fáa stóran týdn- ing fyri leitingina og møgu- liga framleiðslu á føroyska landgrunninum eisini. Eydnast tað BP at fáa tað leitiloyvi, sum tað hevur søkt um í bretskum øki skamt frá føroyska mark- inum, so stendur tað Shell í boði at koma uppí loyvini hjá BP bæði í føroyskum og bretskum øki. Hetta kann fáa stóran týdn- ing fyri menningina av Atlantsmótinum sum nýtt oljuøki OLJUSAMSTARV Jan Müller Á høvuðsskrivstovuni hjá BP í Bretlandi leggja tey stóran dent á alt Atlants- mótið tvs. bæði føroyska økið og bretska økið hinu- megin markið. Tað er so heldur eingin loyna, at tá BP fóllkini umrøða fram- tíðar møguleikar og vónir til alt hetta stóra og nýggja økið, sum av summum longu verður kallað »Tann nýggi Norðsjógvurin«, so fevnir tað um eina ætlan við nógvum framleiðlsu- brunnum á bæði føroyskum og bretskum øki sum allir so ella so verða bundnir í eina ella aðra infrastruktur- skipan, rørleiðing. Peter Rattey, stjóri sigur, at teir ætla sær at bora sín fyrsta brunn við West Navi- on á føroyskum øki í august og vónandi stutt eftir tað at kunna bora ein brunn beint hinumegin markið. Men tað veldst so um, hvat BP fær tilluttað í tí 19. útbjóð- ingini. Og BP -stjórin dylur ikki fyri, at teir eru sera spentir, hvat teir fáa. Teir hava bjóðað uppá eitt øki, sum eftir øllum at døma minnir um prospektið Svínoy á føroyskum øki. – Fáa vit teigin vit hava søkt um á bretskum øki, so hava vit tvey rættiliga góð og meinlík prospekt báðumeg- in markið, og tað eru hesi bæði vit vilja bora í longu í heyst. Peter Rattey heldur, at tað kann vera ein stórur fyrimunur, um teir kunnu bora bæði í føroyskum og bretskum øki – hvør sínu megin markið í heyst. Í løtuni hevur BP sam- ráðingar við Shell, sum hevur víst áhuga fyri at koma innaftur á Atlantmót- ið tvs. bæði í føroyskt og bretskt øki. Peter Rattey sigur, at BP leingi hevur havt sera gott samstarv við Shell á djúpum vatni og tí eru bæði feløgini tey røttu til at arbeiða á eitt nú Atlantsmótinum við tess stóru dýpum og tøkniligu avbjóðingum. Fyri tveimum árum síð- ani gjørdi Shell av at taka sær úr økinum millum Het- land og Føroyar. Nú hevur felagið kortini víst áhuga fyri økinum av nýggjum. Sosialurin skilur, at Shell tíðliga í juni fer at taka eina avgerð um, antin felagið aftur skal fara at brúka pengar og orku til leiting og framleiðslu á Atlantsmótin- um. – Men fáa tit tað loyvið, sum tit eru úti eftir á bretsk- um øki, merkir tað so, at Shell verður við aftur? – Eg kann ikki svara fyri Shell, men vit hava latið teir vita, at eru teir hugaðir at verða við aftur á Atlants- mótinum, so eru teir væl- komnir, men so skulu teir vera við í báðum loyvum, tvs. tí sum vit longu hava í Føroyum og tí sum vit vóna at fáa í bretskum øki. Eg hevði sett ómetaligan prís uppá at sæð hesi bæði prospektini útviklað í senn, og tess einfaldari eigaravið- urskiftini eru í báðum loyv- unum tess betri. Peter Rattey sigur, at tað hevði havt stóran týdning at fingið Shell við í arbeiðið á Atlantsmótinum, tá man hugsar um, hvussu drúgvar royndir felagið hevur á djúpum vatni aðrastaðni. Ger Shell av at gerast part- ur av BP-loyvunum, har BP framhaldandi verður oper- atørur, so skilur Sosialurin, at Shell fer at verða drigið nógv uppí arbeiðið og fer at vera virkin partnari bæði í føroyska og bretska økin- um. – Men er góður møgu- leiki fyri, at Shell kemur við? – Eg vóni, at teir gera tað, men avgerðin liggur hjá teimum. Peter Rattey heldur tað eisini hevði kunnað verið eitt stórt framstig fyri oljuleiting við Føroyar, um Shell var við aftur. Tí við BP og Shell, sum hava drúgvastu royndirnar av øllum oljufeløgum at leita og framleiða á djúpum vatni, kann eitt nýtt øki sum tað føroyska heysta ágóðan. Allir partar fara at fáa ágoðan av einum samstarvi millum BP og Shell sigur BP-stjórin og leggur aftrat: – Tað er eingin ivi um, at fáa vit Shell við okkum í slíkum loyvum, so fer tað at gera okkum nógv sterkari. Men Shell má sjálvt taka eina avgerð. Vit í BP vóna, at teir vilja vera við, men vit hava ongar ætlanir um at leggja trýst á teir. – Tú virkar so bjart- skygdur! – Tað eru vit eisini, og tað er tí, at vit eru so vissir um, at hetta fer at eydnast. Hyggur tú eftir einum landakorti og sær hvar BP arbeiðir, so kann eg vissa tykkum um, at tað vit gera við Føroyar er nakað av tí besta og mest týdningar- mikla, sum BP ger nakra staðni í verðini í løtuni. Royndirnar vísa eisini, at har vit eru serliga vissir um at finna olju, har hava vit eisini havt eydnuna við okkum. BP hevur lagt seg eftir at leggja alla orku í at fáa eitt gott úrslit so tíðliga sum gjørligt í einum slíkum lovandi øki sum Føroyum sigur BP-stjórin. Fær BP umrødda loyvi í bretskum øki er ætlanin at fara við West Navion í bretskt øki at bora aftaná boringina við Føroyar í heyst. (Henda samrøðan varð gjørd beint áðrenn útslitið av 19. rundu í bretskum øki varð kunn- gjørt í gjár, blaðm.) Møguleiki fyri BP/Shell samstarvi á Atlantsmótinum Peter Rattey, BP-stjóri sær fegin, at Shell verður við í leitingini á føroyskum og bretskum øki. Mynd Jan Müller OLJULEITING Jan Müller Tað verða sett munandi strangari umhvørvis- krøv til oljufeløgini, sum ætla sær at leita eftir olju og gass í bretskum øki á Atlants- mótinum, nú loyvini í 19. umfarinum verða latin feløgunum. Bretski orkumálaráðharrin Peter Hain kunngjørdi í gjár, hvørji feløg fáa tillutað leitiloyvi í bretska part- inum av tí Hvíta økin- um, skamt frá føroyska markinum. Í hesum sambandi gjørdi hann greitt, at feløgini skulu halda seg til tey nýggju krøvini og reglurnar til umhvørvi, sum koma at galda fyri leitivirksemi í hesum økinum. Talan er um strangari reglur fyri at verja djór og um- hvørvi annars. Her er m.a. talan um hval, delfinir og ikki minst viðhvamar og sjáldsam- ar partar av náttúruni. Eisini verða serstøk krøv sett til seismiskar kanningar, rørleiðingar og avtøku av útbúnaði. Peter Hein sigur, at hóast oljuvinnan skapar stór virði til samfelagið, so má øll menning og út- bygging verða gjørd við skilagóðum atliti til og virðing fyri umhvørvin- um. Strangari umhvørviskrøv Amerada Hess gott hál Vit síggja teigarnar í 19. umfari, sum allir liggja tætt upp at føroyska markinum. Amerada Hess hevur fingið teigarnar: 176/20 (saman við BG og Dong), 204/9 (saman við Texaco) 204/16 (saman við BG og Dong) og 204/21 (saman við BG og Dong). Texaco hevur fingið: 204/17 (saman við Conoco og EDC), 213/5 (saman við Intrepid Energy), 213/26,27 (einsam- alt) og saman við Amerada 204/9. BP hevur saman við Shell fingið 204/18. Phillips 176/25 (saman við Statoil og Veba). Dong hevur fingið 204/10 (saman við OMV). Komandi avtalan um blokkstuðulin í 2002 er sambært danska forsætisráðharranum ein liður í eini skiftis- tíð á fýra ár. Standa føroyingar fast við eina fullveldistil- gongd, verða avtalur bert gjørdar fyri eftir- fylgjandi trý árini, eru boðini av Christiansborg SJÁLVSTÝRIS- SAMTYKTIN John Johannessen Mikudagin kl 12.00: Stend- ur nýliga samtykta sjálv- stýrissamtyktin við kom- andi valskeið, fellur heild- arveitingin úr Danmark burtur í 2005. Hetta verða boðini frá danska forsætisráðharran- um, Poul Nyrup Rasmuss- en, tá Fólkatingið um eina løtu fer undir eitt spurnar- orðaskifti um støðuna mill- um Danmark og Føroyar. Byrjar í 2002 Sosialurin veit, at danski forsætisráðharrin fer at staðfesta fyri Fólkatingin- um, at avtalan, sum skal gerast um blokkstuðulin fyri 2002, verður fatað, sum ein liður í einari fýra ára langari skiftistíð. Danska stjórnin fatar nevniliga sjálvstýrissam- tyktina sum eina miðvísa fullveldisætlan. Og tí held- ur hon fast við fýra ára longu skiftistíðina, sum hon boðaði frá, tá lands- stýrið og stjórnin samrádd- ust um fulveldisætlanina fyri einum ári síðani. Støðu sína til sjálvstýris- samtyktina byggir danski forsætisráðharrin helst í fyrstu atløgu á, at samtykt- in sigur, at øll málsøki, utt- an tey, ið knýta seg at full- veldistøku, skulu vera yvir- tikin í seinasta lagi 1. jan- uar 2012. Og í aðru atløgu á orðingina, ið sigur, at Før- oya fólk skulu taka støðu til fullveldistøkuna á fólkaat- kvøðu. Poul Nyrup Rasmussen hevur fleiri ferði gjørt greitt, at stjórnin hevur ta støðu, at politisk ábyrgd og fíggjarlig ábyrgd hanga saman. Og tá landsstýrið vil yvirtaka, má tað eisini gjalda, heldur danski for- sætisráðharrin framvegis. Átalar búskapargrunnin Sjálvstýrissamtyktin hjá løgtinginum umfatar mill- um annað, at ein búskapar- grunnur skal setast á stovn at viga upp ímóti mista blokkstuðulinum. Peningur skal koma í búskapar- grunnin frá yvirskoti í Landsbankanum, møgulig- um oljuinntøkum, sølu av privatum ognum og frá blokkstuðulinum. Men danski forsætisráð- harrin heldur lítið um, at danir skulu senda blokk- stuðul til Føroya at seta í ein grunn. Tí fer hann í røðu sínari at átala hesari ætlan. Poul Nyrup Rasmussen fer at gera greitt, at endamálið við blokkstuðulinum er at fíggja parat av útreiðslun- um hjá landskassanum, og ikki at fíggja ein búskapar- grunn. Fólkatingið í rygginum Danski forsætisráðharrin hevur eitt samt Fólkating aftan fyri seg í framhald- andi hørðu linjuni móti Føroyum. Sosialdemokratarnir, Vinstri, Konservativi, SF og Radikali Vinstri hava seinastu dagarnar havt eina samtykt liggjandi klára, ið sigur, at Fólkatingið fram- haldandi stuðlar støðuni til Føroya-politikkin. Flokkarnir taka útsagn- irnar hjá forsætisráðharran- um til eftirtektar og mæla honum til, at samráðast við landsstýrið um blokkin fyri 2002. Blokkurin burtur um fýra ár Blokkurin verður burtur í 2005, um føroyska sjálvstýrissamtyktin stendur við. Hetta eru nýggjastu hørðu boðini frá danska forsætisráðharranum Mynd: John Johannessen POLITIKKUR & SAMFELAG UNDIRGRUNDIN John Johannessen Fólkatingið virðir undir- grundaravtaluna frá 1992. Hetta samtykti Fólka- tingið eftir orðaskiftið um Føroya-politikkin hjá stjórnini í gjár. Í samtyktini staðfestir Fólkatingið, at avtalan frá 22. desember 1992 millum stjórnina og Føroya Lands- stýri um ráðevni í undir- grundini ikki verður tikin upp aftur til samráðingar. SJÁLVSTÝRI John Johannessen Fólkatingið staðfesti í gjár, at tað er føroyska fólkið, ið avger framtíðar sambandið við Danmark. Hetta merkir, at Fólka- tingið viðurkennir, at Før- oyar hava sjálvsavgerðar- rætt. Í samtyktini leggur Fólkatingið afturat, at hetta er galdandi, bæði tá tað snýr seg um at fáa fullveldi, og um Føroyingar ynskja at víðka verandi skipan. Undirgrundar- avtalan stendur við Føroyar hava sjálvsavgerð- arrætt