hósdagur 10. mai 2001síða 4
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 89 - 10. mai 2001
Nr. 89 - 10. mai 2001
7
gult6 cyan6 magenta6 svart6
gult7 cyan7 magenta7 svart7
C
M
Y
K
Stjórin á Atlantsflog
roknar ikki við, at
flúgvingin hjá felagn-
um verður avlýst or-
saka av verkfallinum
FLOGFERðSLA
Eyðun Klakstein
Flogferðslan til og úr Før-
oyum heldur fram hóast
verkfallið, men helst verður
tænastan merkt komandi
dagarnar.
– Vit rokna ikki við, at
verkfallið fær álvarsamar
avleiðingar fyri flúgving-
ina. Vit ælta at flúgva,
hóast talan kann gerast um
seinkingar, sigur Magni
Arge, stjóri á Atlantsflog.
Fólkini, sum lasta flog-
førini, eru farin í verkfall,
men hetta fer ikki at forða
fyri, at flogførini kunnu
flúgva. Ein avleiðing kann
vera, at ferðafólkini ikki
fáa alt viðføri við, og at
tænastan í sambandi við
flúgvingina ikki verður,
sum hon plagar at vera.
– Um tað verður neyðugt,
so kann eg lasta flogfarið
sjálvur. Eg eri stjóri og
kann gera tað, sum eg havi
hug til, sigur Magni Arge.
Eisini Maersk Air roknar
við at flúgva sum vanligt
komandi dagarnar.
– Eg kann lasta flogførini sjálvur
– Um tað verður neyðugt, so kann eg lasta flogfarið sjálvur. Eg
eri stjóri og kann gera tað, sum eg havi hug til, sigur Magni
Arge, stjóri á Atlantsflog
Størsta sølustevnan í
Føroyum nakrantíð
verður gjøgnumførd
hóast verkfallið, men
fyrireikararnir halda,
at talan er um sera
óhepna støðu
NAFF
Eyðun Klakstein
Risastóra fiskivinnutiltakið
hjá runavíkingum, North
Atlantic Fish Fair, sum
verður í komandi viku,
verður hildið sum ælta.
– Fyrireikingarnar av
stevnuni verða ikki raktar
sum so. Tríggir mans, sum
vóru við at seta teltini upp,
eru farnir til hús, men hetta
arbeiðið er so gott sum lið-
ugt, so har verður eingin
trupulleiki, sigur Símun
Hammer, projektleiðari fyri
stevnuna.
– Hetta er tó ein sera
óheppin støða, og tað kann
gerast ein trupulleiki fyri
framsýnararnar, um teir
ikki fáa alla sína vøru til
landið.
Góðtaka ikki mistøk
Fyrireikararnir av NAFF
hugsaðu um møguligt verk-
fall, tá stevnan varð løgd í
mai mánaði.
– Vit viðgjørdu fyrimunir
og vansar, og eitt møguligt
verkfall varð eisini nevnt,
men hinvegin hava vit ikki
havt verkfall í nógv ár, so
vit hildu tað var ráðiligt at
leggja stevnuna nú, sigur
Símun Hammer.
– Heldur verkfallið fram
komandi vikuna, so fer tað
at merkja støðið á stevnuni.
Men nógvir av framsýnar-
unum hava roynt slíkt áður
– til dømis í Fraklandi – so
teir góðtaka helst, at verk-
fallið fær onkrar avleiðing-
ar.
– Teir góðtaka tó ikki, at
vit ikki klára at skipa stevn-
una nóg væl, so tað er um-
ráðandi hjá okkum, at alt er
so væl fyriskipað sum
gjørligt, og so verður neyv-
an nakar veruligur trupul-
leiki av verkfallinum, sigur
Símun Hammer.
Verkfallið kann órógva framsýnarar
Arbeiðið á Skipa-
smiðjuni á Skála er
partvís órógvað av
verkfallinum, men
allir handverkararnir
arbeiða sum vanligt
SKIPASMIÐJA
Eyðun Klakstein
Skipasmiðjan á Skála er
partvís rakt av verkfallin-
um, sum varð sett í verk í
gjár.
– Eini 15 arbeiðsmenn
eru farnir í verkfall, men
allir handverkararnir arb-
eiða sum vanligt, sigur
Marni Olsen, stjóri á
Skipasmiðjuni á Skála.
– Verkfallið órógvar mill-
um annað máliarbeiðið hjá
okkum. Til dømis eru onkr-
ir snøklar eftir at mála á
Dúgvuni, men hon kann
fara í sigling fyri tað, sigur.
Smyril er eisini í dokk,
og ætlanin var at mála okk-
urt smávegis á størsta
strandfaraskipinum, men
hetta verður ikki gjørt hesa-
ferð.
– Vit royna at arbeiða
sum vanligt, men slíkt
verkfall órógvar altíð eitt
sindur, sigur Marni Olsen.
15 mans farnir í verkfall
Í løtuni situr Regin
Jacobsen, stjóri á
Bakkafrost, og skrivar
brøv til kundar í Ev-
ropa um, at fyritøkan
ikki er før fyri at veita
teimum vøruna eftir
gjørdum avtalum. Or-
søkin er verkfallið
VERKFALL
Stefan í Skorini
Verkfallið hjá Føroya Arb-
eiðarafelag rakar útflutn-
ingsvinnuna
ógvuliga
meint. Regin Jacobsen sig-
ur, at øll framleiðslan á
teirra virki er steðgað, og
nú verða boð send til teir
kundar, ið hava biðið um
vøru, at verkfallið forðar
fyri allari framleiðslu.
Einki arbeiðið hevur ver-
ið síðan mánadagin, tá
Bakkafrost ikki tók meira
av ráðvøru inn, tí verkfall
var í væntu.
– Tilsamans arbeiða eini
120 fólk hjá okkum, og eini
100 eru í verkfalli. Vit fáa tí
ikki framleitt ta vøruna, ið
kundar í Evropa hava keypt
frá okkum, og sum vit
skuldu levera í næstu viku.
Vit vita heldur ikki, at nær
vit kunnu veita kundunum
vøruna, og so vóna vit, at
teir skilja okkara støðu, sig-
ur Regin Jacobsen.
Bakkafrost hevur sostatt
mist søluna fyri eina viku,
og talan er óivað um nógv-
an pening, ið fyritøkan
missir.
Verkfallið rakar alt virk-
semið hjá Bakkafrost, ið
umfatar smoltstøð, alistøð,
góðskingarvirkið, kryvji-
virki og kassavirkið.
Størsti trupulleikin er, at
tað ikki ber til at framleiða
liðugvørur á góðskingar-
virkinum og á kryvjivirkin-
um. Hinvegin klára smolt-
støðirnar og alibrúkini seg
so dánt, hóast tað er verk-
fall. Fóðringin er automat-
isk, so fiskurin fær føðslu,
men deyður fiskur verður
ikki tikin, og ringarnir
verða heldur ikki fluttir á
streymasjógv, sum teir eiga.
Ábyrgdarleyst verkfall
Regin Jacobsen heldur tað
annars vera ábyrgdarleyst
av Ingeborg Winther og
arbeiðarafeløgunum at fara
í verkfall yvir hesa trætuna.
–
Semingsuppskotið
ljóðaði skilagott, tá havt
verður í huga, at ein stórur
partur av arbeiðarafeløgun-
um á privata og almenna
arbeiðsmarknaðinum hevur
góðtikið ta lønarhækking-
ina.
Hækkingin er so mikið
høg, at tað verður nakað
væl dýrari hjá fyritøkunum.
Ein fyritøka sum Bakka-
frost, ið rindar 25 milliónir
krónur í lønum um árið,
skal eftir hinum sáttmálan-
um nú av við 28 milliónir.
Tað kann vera ein dyggur
smeitur hjá fyritøkum, ið
ikki hava nóg stórt avlop.
– Tað er órealistiskt at
halda seg fáa nakað meira
enn tað, hini fakfeløgini
hava góðtikið, men hinveg-
in haldi eg tað vera í lagi
við eini lønarhækking, men
eitt mark er fyri hækking-
ini, sigur Regin Jacobsen.
Útflutningsvinnan hart rakt:
Mugu bróta avtalur
Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost, hevur síðan verkfallið sent
boð til kundar í Evropa um, at tey ikki kunnu levera vøruna
sum avtalað. Hann heldur verkfallið vera ábyrgdarleyst
Flestu skúlarnir kring
landið verða ikki
vaskaðir dagliga sum
vant, tí vaskikonurn-
ar eru í verkfalli.
Hetta ber ikki til í
nógvar dagar, og tí
vera flestu skúlarnir
væntandi stongdir í
næstu viku, um verk-
fallið heldur fram
VERKFALL
Stefan í Skorini
Símun Abramsen, vara-
skúlastjóri á Argja skúla,
heldur, at allir skúlarnir í
Havn fara at lata aftur sam-
stundis, um tað kemur so
langt.
Hann sigur, at skúlastjór-
arnir í Havn óivað fara at
tosa saman um støðuna og
fremja somu tiltøk alla-
staðni.
Ongir fastir reglar eru á
hasum økinum, men talan
hevur verið um tveir dagar,
og so verður skúlagongdin
steðgað, men ein meting á
staðnum verður altíð avger-
andi fyri, hvat gerast skal.
Argja skúli og fleiri aðrir
skúlar í Havnini hava
skrivliga roynd fyri fram-
haldsdeildina í næstu viku.
Óvist er um tær royndirnar
verða raktar av verkfallin-
um. Annars fara skúlarnir
kring landið at ráðføra seg
við mentamálastýrið um
støðuna.
Símun Abrahamsen held-
ur, at tað hevði verið ógvul-
iga harmiligt, um næming-
arnir aftur í ár verða raktir
av verkfalli, tí í fjør vóru
lærararnir í verkfalli í fimm
vikur.
Ikki allir skúlarnir í land-
inum eru raktir. Eysturskúl-
in í Havn hevur privat
vaskifólk, og tey eru ikki
limir í arbeiðarafelag. Tí
skuldi verkfallið ikki nerva
skúlagongdina har.
Skúlarnir standa skitnir
Formaðurin í Havnar
Arbeiðsmannafelag er
væl nøgdur við sátt-
málan, sum varð
gjørdur við arbeiðs-
gevararnar týskvøldið
SEMJA
Áki Bertholdsen
– Vit eru vælnøgdir við
sáttmálan, vit hava fingið.
Karl Johansen, formaður
í Havnar Arbeiðsmannafel-
ag, heldur ikki, at tey fingu
so lítið burturúr semjuni,
sum var ðgjørd við arbeiðs-
gevararnar týskvøldið.
Sáttmálin ber í sær, at at
limirnir í Havnar Arbeiðs-
mannafelag og øll arbeiðs-
fólk í Klaksvík, fáa eina
lønarhækking uppá 4,24
krónur afturat frá 1. mei at
rokna og 1. mei næsta ár
fáa tey aftur 4, 24 krónur
afturat.
Í løtuni er tímalønin
83,72 um tíman. Fyrsta mei
í ár kom tímalønin sostatt
upp á 87,96 krónur og 1.
mei komandi ár, er tímaløn-
in komin upp á 92,20 krón-
ur um tíman.
Harumframt eru ymsar
viðbøtur hækkaðar. Eitt nú
hevur yvirtíðin fyrrapart
leygardag verið 35% og
65% seinnapartin leygar-
dag. Nú er yvirtíðin altíð
65% leygardag. Fyri at
koyra oljubil er viðbótin
hækkað tvær krónur um
tíman.
Harafturat hækkar eftir-
lønin 0,8 % í ár og aftur
0,8% næsta ár.
Viðbótin fyri skiftivaktir
er eisini hækkað 75 oyru.
Tilsamans er talan um
eina lønarhækking uppá
11,9% og tað er tað saman,
sum limirnir í Starvs-
mannafelagnum hava fing-
ið.
– Sjálvandi kundu vit alt-
íð hugsa okkum meiri. Men
tað slepst ikki undan, at tá
ið
Starvsmannafelagið
gjørdi sín sáttmála, varð
støðið lagt og tá er ómeta-
liga trupult at fáa nakað
meir sigur Karl Johansen.
Somuleiðis varð semja
gjørd um eitt protokollat
sum sigur, at um eitt ár
skulu samráðingar verða
um viðbøturnar av øllum
handa slag -fyri at koyra
trukk, fyri at koyra oljubil,
fyri at løða og spreingja
o.s.fr.
Hetta verður gjørt fyri at
halda spurningin um við-
bøtur leysan av vanligu
samráðingunum.
Karl Johansen sigur, at
arbeiðsgevararnir
hava
ásannað, at tað ber ikki
longur til at seta seg ímóti
lata viðbøtur fyri serlig arb-
eiði, tí gera teir tað, fáa teir
ongan at gera arbeiðini.
– Og at lata burturav
vanligu
lønarhækkingini
fyri at fáa viðbøtur, gera vit
ikki. Tí eru samráðingar um
viðbøtur nú leysar av vanl-
igu samráðingunum, sigur
Karl Johansen.
Ongin avtala
Annars loypti tað øði í fak-
felagsfólk, tá ið tað varð
upplýst, at tá ið Havnar
Arbeiðsmannafelag og fel-
øgini í Klaksvík skrivaðu
undir, varð avtalað við arb-
eiðsgevarar og semings-
menn, at Føroya Arbeiðara-
felag og Havnar Arbeiðs-
kvinnufelag skuldi ikki fáa
størri lønarhækkig.
Hesum vísir Karl Johan-
sen avgjørdur aftur.
–Vit fara ikki at gera av-
talu um, hvat onnur arbeið-
arafeløg skulu fáa í løn. Tað
er ongin av okkum, sum fer
at siga, at verkafólk ikki
skulu fáa meiri enn eitt vist.
Men Havnar Arbeiðs-
mannafelag vísir á, at sein-
ast,
samráðingar
vóru,
gjørdu Havnar Arbeiðs-
mannafelag og klaksvík-
ingar sáttmála, áðrenn Før-
oya
Arbeiðarafelag
og
Havnar Arbeiðskvinnufel-
ag.
– Tá ið Føroya Arbeið-
arafelag og Havnar Arb-
eiðskvinnufelag so gjørdu
sáttmála, fingu tey hægri
viðbøtur í ávísum førum.
–Tá ið vit fóru til sam-
ráðingar hesuferð, løgdu vit
tískil dent á, at vit vildu
hava mismunin, sum varð
gjørdur í 1999, aftur.
–Hesum vóru arbeiðs-
gevararnir samdir í og teir
løgdu eisini dent á fyri okk-
um, at teir fóru ikki at at
góðtaka, at ójavni bleiv í
sáttmálunum, tí tað hevði
oyðilagt kappingarførið hjá
summum virkjum.
– Vit eru øll á sama arb-
eiðsmarknaði og tí eiga vit
eisini at fáa somu løn. Men
at vit hava avtalað, at hini
ikki skulu fáa meir, er ikki
rætt, tí tað blanda vit okk-
um ikki uppí. Tað fylgja
ongir lepar við semjuni,
sigur Karl Johansen.
Ingeborg Vinther, for-
kvinna í Føroya Arbeiðara-
felag, heldur fast um, at tað
var ein avtala, at Føroya
Arbeiðarafelag og Havnar
Arbeiðskvinnufelag skuldi
ikki fáa meir enn klaksvík-
ingar og Havnar Arbeiðs-
mannafelag hevði fingið.
–Tað fingu vit at vita frá
semingsmanninum. Tí var
at kalla sama semingsupp-
skot lagt fyri okkum, sum
Havnar Arbeiðsmannafelag
og feløgini í Klaksvík
høvdu góðtikið, sigur Inge-
borg Vinther.
Vit eru vælnøgdir
Samráðingarnar ímillum Havnar Arbeiðsmannafelag og feløg-
ini í Klaksvík og Arbeiðsgevararnar endaðu í sátt og semju.
Men tað er ongin avtala um, at Føroya Arbeiðarafelag og
Havnar Arbeiðskvinnufelag skulu ikki fáa meiri, sigur Karl
Johansen
– Fleiri tímar, áðrenn
semingsmenninir
løgdu uppskotið fyri
okkum, vistu teir at
vit fóru at vraka tað,
sigur Ingeborg Vinth-
er
VERKFALL
Áki Bertholdsen
– Høvdu vit góðtikið sem-
ingsuppskotið, hødu vit
havt fingið minni í lønar-
hækking, enn Havnar Arb-
eiðsmanna og feløgini í
Klaksvík , hava fingið. Og
tað kunnu vit ikki góðtaka
Ingeborg Vinther, for-
kvinna í Føroya Arbeiðara-
felag, sigur, at tað var ong-
in ivi í Føroya Arbeiðara-
felag og Havnar Arbeiðs-
kvinnufelag um, at sem-
ingsuppskotið, sum varð
lagt fyri tey á midnátt
síðstu nátt, skuldi vrakast.
– Seinast, vit samráddust,
fingu vit í ávísum førum
betri sømdir, enn Havnar
Arbeiðsmannafelag og fel-
øgini í Klaksvík fingu.
Eitt nú fáa Føroya Arb-
eiðarafelag og Havnar Arb-
eiðskvinnufelag 75 oyru
meiri fyri arbeiði í skifti-
vaktum, enn feløgini í
Klaksvík og Havnar Arb-
eiðsmannafelag fáa.
Men eftir semingsupp-
skotinum nú, skuldi hesin
munur útjavnast.
– Sostatt var tað ætlanin,
at vit skuldu fáa minni í
lønarhækking, enn Havnar
Arbeiðsmannafelag og fel-
øgini í Klaksvík, høvdu
fingið.
Ingeborg Vinther sigur, at
tað var full semja í Føroya
Arbeiðarafelag og Havnar
arbeiðskvinnufelag um, at
tað kundi ikki góðtakast, at
tey hesuferð skuldi betala
fyri, at tey vunnu sær nøkur
eyka rættindi seinast.
Annars heldur hon, at
eftir semingsuppskotinum
er lønarhækkingin alt ov
lág.
– Vit settu okkum fyri at
lønin skuldi upp á 100
krónur um tvey ár. Harum-
framt hava vit eisini lagt
stóran dent á, at okkurt slag
av aldursviðbót verður lagt
í sáttmálan, so at tey, sum
hava arbeitt longi á einum
virki, skulu fáa hægri løn
enn tey, sum akkurát eru
byrjað.
Ingeborg Vinther sigur, at
tað kom ongantíð til veru-
ligar samráðingar, tí arb-
eiðsgevararnir vildu ikki
viðgerða krøvini. Hinvegin
høvdu teir eitt uppskot upp
á 8, 84% í lønarhækking.
– Tað kundu vit ikki góð-
taka.
Ingeborg Vinther sigur, at
beinanvegin Havnar Arb-
eiðsmannafelag og feløgini
í Klaksvík høvdu skrivað
undir, gjørdu tey semings-
monnunum greitt, at tey
fóru ikki at góðtaka sem-
ingsuppskotið.
– Kortini løgdu semings-
menninir á midnátt at kalla
sama uppskot fyri okkum,
sum hini feløgini høvdu
góðtikið. Men fyri at út-
javna lønarmunin, høvdu
teir tó tikið tey 75 oyruni
fyri skiftivaktina burturúr
hjá okkum, sum Havnar
Arbeiðsmannafelag og fel-
øgini í Klaksvík nú hava
fingið.
Harafturat eru ongi av
hinum krøvunum við.
– Tá ið semingsmenninir
kortini leggja sama uppskot
fyri okkum, sum teir løgdu
fyri Havnar Arbeiðsmanna-
felag og feløgini í Klaks-
vík, er tað helst tí, at Arb-
eiðsgevararnir ikki vilja
eftirlíkað nøkrum av krøv-
unum.
– Og tá ið hetta er støðan,
kunnu vit ikki góðtaka
semingsuppskotið og tískil
er verkfall nú, sigur Inge-
borg Vinther.
Meira um verkfallið á
síðu 12
Semingsmenninir vistu
at vit søgdu nei