Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-20, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. september 2007síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 182 - 20. september 2007 27 SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur Kreppufundur í Chelsea endaði í nátt við, at Jose Mourinho varð sekkjaður. Samstarvið millum karismatiska portugisan og Roman Abramovich hevur leingi ridlað Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Abramovich legði fleiri enn 300 milliónir krónur á borðið fyri Andriy Shev­ chenko. Og so vil hann eis­ ini hava, at ukrainski áleyp­ arin spælir størri leiklut í Chelsea­álopinum. Abramovich heldur eis­ ini, at við øllum milliard­ unum, sum hann hevur lagt í Chelsea, eigur liðið at spæla meira undirhaldandi fótbólt. Hetta eru bert nøkur av postulatunum, sum seinasta hálva árið hava ljóðað kring Chelsea. Og fleiri ferðir hava enskir miðlar sagt, at starvið hjá José Mourinho var í vanda. Tordi at provokera Í nátt hendi tað so. Kreppufundur var í Chelsea, sum ikki hevur havt nakað serliga góð úrslit seinastu vikurnar, og endin var, at Mourinho ikki longur er at finna í felagnum. Um hann er sekkjaður, ella um venjarin sjálvur hevur sagt upp, er enn ikki greitt. Men tað er tó greitt, at enskur fótbóltur við hesum hevur mist ein av meira litríku persónligheitunum í spæli num. Fyribils í øllum førum. Tí litríki portugisin hevur so sanniliga gjørt vart við seg tey árini, hann hevur verið í Onglandi. Á einum palli, har royndu Sir Alex Ferguson og Arsene Wenger hava verið vanir at seta dagsskránna í ítróttarpress­ uni, hevur Mourinho ikki verið bangin fyri at blanda seg. Tvørtur ímóti hevur hann við hópin av provo­ kerandi útsagnum lagt beint í krovið á teimum báðum mest vinnandi venjarunum í enskum fótbólti. Og í flestu førum hevur hetta eisini eydnast hjá Mourinho. Og í øllum førum hevur hetta fyri tað nógva virkað til at flutt trýstið yvir á venjaran heldur enn á spælararnar. Í fótafetunum hjá Robson Hóast navnið er stórt, so er Mourinho enn bert 44 ára gamal. Fyrstu ferð, at nakað var at hoyra til navn hansara innan fótbólt, mundi vera, tá hann í 1992 fekk starv sum tulkur og hjálparvenjari hjá Bobby Robson, sum tá skuldi venja Porto. Robson tók eisini Mour­ inho við sær, tá hann seinni varð venjari hjá Porto, og í ævisøgu sínari, sum er skrivað seinast í 90’unum, nevnir Robson, at Mourinho heilt víst verður ein av stóru venjarastjørnunum í europ­ iskum fótbólti. Í so máta fekk Sir Bobby eisini rætt. Veruliga gjøgn­ umbrotið sum venjari fekk Mourinho við Porto, sum hann eisini førdi til sigur í bæði UEFA­Cup og Cham­ pions League, og so var leiðin opin til Chelsea, har Abramovich stóð til reiðar. Bæði við einum feitum løn­ arkekki og við lyftinum um milliardir til spælarakeyp. Fyrstu tvey árini gekst eisini væl. Hóast stóra ynsk­ ið hjá Abramovich var sigur í Champions League, so vóru tvey ensk meistaraheiti heldur ikki av vegnum. Og tá hesi í fjør gluppu Chelsea av hendi, var ein sigur í steypakappingini so heldur ikki at forakta. Í ár hevur tó gingið heldur striltið. Tap fyri Aston Villa og ein málleysur javnleikur móti Blackburn høvdu økt um trýstið. Og tá bara 25.000 áskoðarar ómakaðu sær at hyggja at heldur jánk­ asliga 1­1 javnleikinum móti Rosenborg, var bikarið helst fult. Sambært enska the Sun, so var ein orsøk til kreppu­ fundin í nátt eisini, at Mourinho hevur havt ein samanbrest við liðformann­ in hjá Chelsea, John Terry. Undir øllum umstøðum stóð í gjárkvøldið greitt, at alt ruggaði ikki rætt. Mour­ inho var til staðar, tá ein nýggjur dokumentarfilmur um Chelsea varð frumsýnd­ ur, men hann noktaði púr­ asta blankt at siga eitt tað einasta orð við miðlarnar. Í nátt var so kreppufundur, og hesin endaði so við, at the Special One ikki longur er venjari í felagnum. Komandi dysturin hjá Chelsea er á Old Trafford, har teir skulu takast við meistararnar úr Manchester United. NSÍ og HB í unglinga­ finaluni Í gjárkvøldið var endurtøka av sigrunum frá fyrru hálvfinaluni, tá ið NSÍ og HB vunnu grannauppgerðir Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Finalan um FM í unglingadeildini í fót­ bólti verður millum NSÍ og HB. Tað var greitt í kvøld, tá ið seinnu hálvfinalurnar vóru á skránni. NSÍ vann grannaupp­ gerð ímóti B68 á Svangaskarði, og HB vann grannauppgerð ímóti B36 í Gundadali. Finalan verður miku­ kvøldið 26. september. NSÍ vann 4­3 á B68, eftir at teir í 1. hálvleiki vóru frammanfyri 2­0. Jann Martin Mortensen skoraði til 1­0 í 25. minutti, og Einar Han­ sen økti tveir minuttir seinni við frísparki. Í 61. minutti minkaði Oddur Højgaard um munin við fínum frí­ sparki úr 30 metrum. Filip Jacobsen skoraði til 3­1 í 66. minutti, Emil Olsen svaraði aftur fyri B68 í 70. min­ utti, Jónleif Højgaard javnaði til 3­3 í 81. min­ utti, og fimm minuttir fyri leiklok skoraði Øssur Dalbúð NSÍ sig­ ursmálið. Harvið hevur NSÍ vunnið allar dystir­ nar í bæði steypakapp­ ingini og landskapping­ ini, áðrenn teir skulu spæla finaluna. Fyrru hálvfinaluna vann NSÍ 2­0 í Runavík. Í Gundadali vann HB í kvøld 1­0 á B36. Fyrru hálvfinaluna vann HB 2­1. Aftur í kvøld var talan um sera tætta upp­ gerð. Einasta málið skoraði Ólavur í Ólavs­ stovu í yvirtíðini. B36 spældi leingi við tíggju monnum. Farvæl til »the Special One« Trýstið var stórt undan heimadystinum móti Rosenborg. Og linligi 1-1 javnleikurin var helst tað, sum at enda fekk bikarið at flóta yvir hjá Roman Abramovich. José Mourinho er í øllum førum søga í Chelsea ” - Eg havi lisið, at eg havi nógv at prógva í enskum fótbólti. Sir Alex Ferguson er einasti europiski meistarin í hesum landinum. Eingin annar. So hvat havi eg at prógva? ” - Vit hava topp- spælarar, og – orsaka um eg ljóði sjálvglaður – vit hava eisini ein topp-venjara ” - Eg eri europiskur meistari. Eg haldi eg eri nakað serligt ” - Eg vil verða í Chelsea so leingi sum gjørligt. So kanska eg noyðist at vera her enn longur, enn verandi sáttmálin hjá mær sigur