hósdagur 20. september 2007síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
[ Nr. 182 - 20. september 2007 ]
Ole hevur sent FIFA
eftir VB/Sumba
Hóast tað er liðið eitt ár síðani, at Ole
Andersen varð sagdur úr starvi sum venjari
hjá VB/Sumba, so tykjast allir knútar
viðvíkjandi uppsøgnini enn ikki vera
loystir
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað hevur ljóðað, at danski venjarin hevur sent málið
um uppsøgnina til FIFA, og hetta váttar Ísak
Mikladal, aðalskrivari í FSF.
- Tað er rætt, at vit hava móttikið eitt skriv um málið
frá FIFA. Vit hava biðið VB/Sumba um frágreiðing
hesum viðvíkjandi, og ta frágreiðingina hava vit
fingið og sent víðari, sigur Ísak Mikladal.
Bjarni Johansen, formaður í VB/Sumba, sigur, at
hann ikki hevur nakrar viðmerkingar til málið
yvirhøvur.
Sum skilst, so snýr málið seg um løn, sum Ole Ander-
sen metir seg eiga til góðar hjá VB/Sumba fyri
restina av sáttmálaskeiðinum.
Fenerbache basti Inter
Eingi heilt óvæntað úrslit vóru at síggja
mikukvøldið í Champions League. Men
við 1-0 tapi á útivølli fyri Fenerbache fekk
italska Inter enn eina ferð eina truplan
byrjan upp á bólkaspælið
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað var ikki nakað vánaligt lið, sum B36 hitti, tá teir
í fjør taptu greitt fyri turkiska Fenerbache í
Champions League undankappingini.
At talan er um sterkt lið varð prógvað í gjár, tá
italsku meistararnir úr Inter vitjaðu í Istanbul.
Úrslitið gjørdist ein 1-0 sigur til heimaliðið, sum við
hesum fekk staðfest søguna um, at Inter ofta hevur
tað trupult í Europa.
Aðrastaðni gjørdist talan ikki um tær heilt stóru
sensatiónirnar. Barcelona. Roma og Arsenal vunnu
øll tryggar heimasigrar, meðan Manchester United
vann tepran 1-0 sigur á útivølli móti vinarfelagnum,
Sporting Lissabon.
Úrslitini mikukvøldið
Barcelona-Lyon
3-0
Rangers-VfB stuttgart
2-1
Roma-Dynamo Kiev
2-1
Sporting Lissabon-Man Utd.
0-1
Fenerbache-Inter Milan
1-0
PSV Eindhoven-CSKA Moskva
2-1
Arsenal-Sevilla
3-0
Slavia Prag-Steaua Bucharest
2-1
Soleiðis sigur ein av
gentunum á U17-
kvinnulandsliðnum
í fótbólti, sum
mikukvøldið kom
aftur til landið eftir
at hava luttikið í
EM-undankapping í
Estlandi
Fótbóltur
Pætur Albinus
patur@sosialurin.fo
Tvey stórtap og ein sigur
beyð fyrsta royndin uppá,
sum føroyska U17-kvinnu-
landsliðið í fótbólti fekk í
EM-undankapping í Est-
landi í døgunum 11. – 16.
septembur. Tó stendur hetta
avrikið einki aftanfyri av-
rikini hjá øðrum liðum,
sum í mun til okkum eru
nógv størri fótbóltstjóðir.
Samd er 16 ára gamla
Steintóra Joensen úr Vági,
sum gjørdi bæði málini, ið
liðið megnaði at gera á
túrinum.
- Hetta er fyrsta árið
Føroyar hevur U17-kvinnu-
landslið, so tað var spenn-
andi at síggja, hvussu leikur
fór at fara fram. Vit vistu ei
heldur hvat vit kundu vænta
av hinum liðunum. Vit vistu
bert, at Belgia og Finnland
høvdu havt U17-landslið í
nøkur ár, so teimum kundu
vit vænta at fáa mótstøðu
frá. Hesin túrurin hevur ver-
ið sera gevandi fyri liðið,
og hetta kann hjálpa føroy-
skum kvinnufótbólti á tann
hátt, at genturnar hava okk-
urt at arbeiða fram ímóti,
sigur Steintóra.
Seks venjingar
um vikuna
Fyri Steintóru sjálva hevði
tað stóran týdning at sleppa
við til hesa kapping, hóast
ávísir trupulleikar stungu
seg upp undir fyrireiking-
unum.
- Eg havi spælt fótbólt í 10
ár nú. Byrjaði tá eg var 6 ára
gomul, og líka síðan eg var
10 ára gomul, havi eg havt
dreymin um at koma á U19-
landsliðið - og sjálvandi A-
landsliðið eisini. So tá eg
hoyrdi at Føroyar fingu U17-
landslið, gjørdist eg sum
vera man sera spent. Vit hava
fyrireikað okkum sum best
upp til kappingina, við at
hava vant ofta saman o.s.fr.,
men av tí at eg gangi á AaB-
College í Danmark, havi eg
ikki havt møguleika fyri at
vant saman við teimum.
Men her niðri venji eg upp
til seks ferðir um vikuna, so
tað var eingin trupulleiki,
sigur Steintóra Jeonsen.
Gevandi Estlands-ferð
Steintora Joensen úr Vági
skeyt bæði málini, sum
føroysku kvinnurnar fingu í
Estlandi
Um vikuskiftið sleppa
børn og vaksin at
kappast um føroyska
meistaraheitið í
einkultstarti og
fjallasúkkling
Súkkling
Tíðindaskriv
Vegna heldur vánaligt veður
síðsta vikuskifti bleiv kapp-
ingin um FM heiti í einkult-
starti útsett til leygardagin
komandi.
Leygardagin verður kapp-
ast í einkultstarti og sunnu-
dagin í fjallasúkkling.
Leygardagin kl. 10.00
leggja tey vaksnu til brots.
Tá verður kappast í 30 km
einkultstarti. Koyrt verður á
teininum
millum
Kald-
baksbotn og Kaldbaksbygd,
og verður hesin teinur
koyrdur fimm ferðir.
Kappingin hjá børnum
byrjar kl. 12.00. Børnini
koyra eisini á sama teini,
men koyrt verður munandi
styttri, ávikavist tveir, fýra
og seks kilometrar.
Kappingin er fyri kvinnur
og menn, gentir og dreingir.
Fjallasúkkling
Sunnudagin kl. 13.00 verð-
ur aftur lagt til brots, og tá
stendur
fjallasúkkling
á
skránni. Kappingin fer fram
á økinum kring Plantusøluna
í Hoyvík, og møtt verður
undir
hálvtakinum
við
Føroya Studentaskúla.
Tey vaksnu koyra í umleið
ein tíma, og børnini um 20
minuttir.
Kappingin
hjá
børnum byrjar kl. 14.00.
Tilmelding er á staðnum.
Súkklu-FM um vikuskiftið
KÍ vil hava Eyðun
Leiðslan í KÍ er eftir øllum at døma sera væl nøgd við
arbeiðið, sum Eyðun Klakstein hevur gjørt, síðani hann tók
yvir sum høvuðsvenjari hjá felagnum. Somikið væl nøgd, at
honum nú stendur í boði at leingja sáttmálan. – Vit vilja
fegnir hava venjaran at halda fram, og bæði hann og
hjálparvenjarin umhugsa nú eitt útspæl frá felagnum, sigur
Aksel Johannesen, formaður í Sp/f KÍ. Hann roknar við, at
venjaraspurningurin verður avgreiddur innan fáar dagar.
Samanlegging gongur eftir ætlan
Samráðingarnar um samanlegging av suðuroyarfeløgunum í fótbólti halda
fram. Áður hava boðini verið, at málið er at fáa eina samanleggingarætlan
fyri eykaaðalfundirnar hjá VB/Sumba og TB seinast í hesum mánaðinum, og
tann ætlanin tykist halda. - Nevndirnar halda fram við sínum arbeiði í
málinum. Og vit rokna framvegis við, at málið kann koma fyri ein
eykaaðalfund um mánaðarskiftið, sigur Bjarni Johansen, formaður í VB/
Sumba