Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-20, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. september 2007síða 29

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 182 - 20. september 2007 29 tíðindi Óli Jacobsen olij@sosialurin.fo Í Suðuroy vóru fimm lær­ arar og ein lærarinna í 19. øld. Tey vóru Thórður Thor­ steinsson (Thórður íslend­ ingur), Ole Jespersen (Óli skúlahaldarin), Joen Joen­ sen, Hans Madsen Nielsen, Daniel Johannes Larsen og Thora Pálsson. Hesi bóru øll orð fyri at vera sera dugandi og kunn­ skaparrík fólk. Vit fara her at umrøða ein teirra. Fyrsti danski lærarin í Froðbiar sókn, Hans Mad­ sen Nielsen, kom longu í 1864 til Tvøroyrar við ein­ um av Johan Mortensens skipum, ið lá í Købenbavn og tók vøru. Hann sigur sjálvur frá, at hann sá dags­ ins ljós 16. august 1827 uttanfyri Kolding. Mamman æt Marie Elisa­ beth Hansdatter og pápin var Niels Christoffersen, og hann var spælimaður. Hann kom at sita einkjumaður rættiliga ungur. Hans var í krígnum móti Týsklandi í 1848 sum horn­ blásari. Nú var aftur kríggj, og hann stúrdi fyri eina ferð enn at verða innkallaður sum hermaður. Tí bað hann teir við hesum skipi um lova sær við til Føroyar. Hetta var sera skilagott av honum. Kríggið í 1864 gjørdist ein vanlukka fyri Danmark, tá ið teir mistu ein stóran part av Jyllandi. Hans var studentur og mentaður maður. Í Suðuroy var læraratrot, og Hans Nielsen var tí væl fagnaður og beinanvegin tikin til lærara hjá teimum múgv­ andi á Tvøroyri og í Vági. Men ikki fyrr enn í 1870 verður hann settur alment í lærarastarv í Vágs og Froð­ biar sóknum. Hans Nielsen dugdi væl at spæla fiól, men ikki urgu. Í 1872 fingu tey urgu í Vágs kirkju. Hetta var onnur urgan í Føroyum. Sama árið søkti Hans Nielsen um fríloyvi og studning til eitt 3­mánaðarskeið í sangi og urguspæli. Hann slapp av­ stað og fekk studning, av tí at hann í mong ár hevði verið lærari fyri lítla og onga løn. Síðani spældi hann urgu í kirkjuni, har hann var. Í Vági fekk hann fasta løn fyri hetta starv. Hon var 20 krónur seinasta ár hann var. Hetta var ikki so heilt lítið tá í tíðini. Annars var lærarlønin hjá honum 100 ríkisdálar í 1872­72. Í Vági fingu tey skúlahús í 1875, men ikki fyrr enn í 1883 á Tvøroyri. Í 1880 avgjørdi Froðbiar sóknar­ stýri, ið tá var nýstovnað, og helst í samráð við vág­ bingar, at hereftir skuldi Nielsen bert vera 1/3 av árinum í Froðbiar sókn. Longu árið eftir varð av­ gerðin broytt soleiðis, at hann einans skuldu vera í Froðbiar sókn, og skúlaárið var soleiðis býtt millum bygdirnar: 1/5 av tíðini í Øravík, 1/5 á Tvøroyti, 3/10 í Trongisvági og 3/10 í Froðba. Tá ið skúlahúsini í 1883 vóru liðug á Tvøroyri, fór lærarin at búgva í øðrum endanum á teimum, og frá kommununi fekk hann 550 kr. í ársløn. Har hevði hann so sitt fasta tilhaldsstað, til hann í 1889 flutti norður til Havnar, har hann búðu síni seinastu ár. Hans Madsen Nielsen var ógiftur. Hann andaðist í 1902 og liggur grivin í gamla kirkjugarði. Her hevur fingið ein vakran stein, har tað stendur niðast, at hann var lærari ymsa staðni í Suðuroy. Tá hann onga ætt átti er hugsandi, at steinurin er reistur av suðringum. Á hesum steini stendur eisini, at hann er DBMD, tað vil siga Danne­ brogsmand. Hesin stillføri og væl umtókti lærarin var ikki bert sera barngóður, men eisini nærlagdur. Á bóka­ listanum, hann sendi skúla­ stjórnini í 1871, síggja vit, at hann ikki bert lærdu børnini at lesa og skriva, bíbliusøgu og katekismus, men eisini landalæru, dan­ markarsøgu og rokning. Dani var hann, so frálæran man helst hava farið fram á donskum. Tað, ið fólk minn­ ast hann mest fyri, eru óivað sangtímarnar, har børnini sungu og lærarin spældi uppá fiólina. Tað hendi ikki so sjáldan, at fólk løgdu vegin niðan við skúlanum fyri at fegnast um tann glaða barnasangin. Søgan um húsini Søgan sigur einki um, hví hann fór til Havnar, hvar í Havn, hann búði fyrstu tíðina, og hvat hann tókst við. Tað løgna er, at lærara­ bókin als ikki nevnir hann. Men hann hevur so bygt húsini við Landavegin í 1897, og hann keypti grund­ stykkið frá Óla Svenn. Tá ið Hans Madsen Niel­ sen doyr í 1902 keypir Christiane Wang úr Kaldbak húsini, og her hevði hon pensjonat. Hon var fastur Knút Wang og tey. Í 1905 varð bygt afturat, 2 alin hvønn vegin, og hús­ ini fingu gjøgnumgangandi kvist. Húsini verða í 1917 seld til Magnus Christiansen, sum í 1919 seldi tey til Poul A. Restorff, sum hevði handil her. Hann flutti longu í 1920 handilin oman í síni sethús, har hann framvegis er. Tá vóru húsini seld til Metu og Knud Lützen, og hon hevði klinikk sum tannteknari her í mong ár. Í 1981 vórðu húsini seld til Elsebeth og Jógvan Páll Háberg, sum framvegis búgva í teimum. Keldur: Elgerda Jacobsen: Skúlaskapur í Froðbiar sókn 1812-1975 Jógvan Páll Háberg he n d u r ið sl ep t u Rýmdi undan krígstænastu og gjørdist lærari á Tvøroyri Tað eru nógvar lagnur, sum liggja í gamla kirkjugarði. Hans Madsen Nielsen rýmdi tl Føroyar fyri at sleppa undan at fara í kríggj í 1864. Enn livir minnið um hann við Landavegin og á Svínaryggi. HERUNDER HVILER HANS MADSEN NIELSEN SKOLELÆRER OG DBMD I GJELLERUP VED KOLDING 18. AUGUST 1827 I THORSHAVN 30. MARTS 1902 27 AAR VAR HAN LÆRER I FLERE BYGDER PÅ SUDERØ Hetta eru hansara hús, sum tey síggja út í dag Hans Madsen Nielsen. Henda myndin hongur í stórari stødd inni í húsunum, hann bygdi sær við Landavegin Fyrsti skúli á Tvøroyar, bygdur í 1883. Her búði lærarin í endanum Hans undirvísti eisini í skúlanum í Øravík Komandi partur Í komandi viku verður greitt frá Margrethu og Jens Mohr, hvørs eftir­ komarar eru ein stór ætt í Havn. Eisini verður sagt frá ein djarvari bjargingar­ roynd hann gjørdi sum ungur maður.