fríggjadagur 21. september 2007síða 7
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 183 - 21. september 2007
7
tíðindi
Ætlar onkur sær at gera
okkurt arbeiði uttandura
leygardagin, so er at fara
ára á føtur. Tá verður gott
veður, men seinnapartin
verður illveður. Fyrrapartin
í morgin verður nevniliga
ein góð løta, men tá komið
er nakað út á dagin kemur
broyting í. - Hann veksur
upp í hvassan vind og
møguliga eisini skrið av
suðri. Og tað verður eisini
regn, sigur veðurmaðurin
Petur Skeel Jacobsen. Hitin
verður millum 9 og 12 stig.
Sunnudagurin
verður
merktur av hvøssum vindi
og ælingi, men sólin kann
kortini kaga fram í løtum.
Mánadagurin fer at líkjast
leygardegnum
rættiliga
nógv, um ein líka sær burt-
ur frá hitastigunum. Dagur-
in
byrjar
góður,
men
seinnapartin verður hvass-
ur vindur av norðuri og
ælingur. Tað verður haraftr-
at kaldari, niður í 3-6 stig,
og fer tað at vísa seg við
hvítum fjallatoppum. Hin-
vegin kunnu vit síggja fram
til gott veður bæði týsdagin
og mikudagin. Hann verður
høgur í ættini, tað verður
turt og sólin kemur fram. -
Hitin verður tá millum 6 og
10 stig, lovar Petur Skeel.
Heystarveður
um vikuskiftið
Fríggjamorgunin
legði 6000 tons stóra
kaðalskipið »IT
Intrepid« SHEFA 2
kaðalin upp á land á
Hvítanesi. Kaðalin
tryggjar Føroyum
trygt og munagott
fjarskifti við útheimin
í nógv ár frameftir
SamSkifti
Fríggjamorgunin
legði
6000 tons stóra kaðalskipið
»IT Intrepid« SHEFA 2 kað-
alin upp á Hvítanesi. Talan
er um kaðalin, sum Føroya
Tele leggur millum Føroyar
og skotska meginlandið. Tá
er fyrsti parturin av kaðalin-
um lagdur millum Føroyar
og Hetland, og síðani verður
restin løgd ímillum Hetland,
Orknoyggjarnar og Skot-
land.
Føroya Tele hevur átikið
sær at framtíðartryggja fjar-
skiftissambandið
við
útheimin við sjókaðalum.
Tað verður gjørt við SHEFA
2,
sum
kemur
afturat
FARICE-kaðlinum millum
Ísland, Føroyar og Skotland,
ið var tikin í nýtslu í 2004,
og Cantat 3, sum er “back
up” hjá FARICE.
SHEFA 2 og FARICE
kaðalsambondini fara at
geva Føroyum at kalla óav-
markaða
fjarskiftisorku
mótvegis umheiminum, og
fjarskiftistørvurin hjá føroy-
ingum mótvegis útheimin-
um verður sostatt nøktaður
í nógv ár frameftir. SHEFA
2 kaðalin kostar 120 milli-
ónir krónur.
“SHEFA 2 er eisini ein
fyritreyt fyri, at Føroya Tele
kann víðka heimamarknaðin
út um Føroyar. Eitt nú
síggja vit møguleikar í at
samstarva við oljufeløg um
fjarskiftið út á oljupallar, tá
SHEFA 2 er liðugur. Kaðal-
in fer somuleiðis at gagna
øðrum føroyskum fyritøk-
um, sum ynskja at vaksa út
um landoddarnar”, metir
Kristian Davidsen, stjóri í
Føroya Tele.
mg
Kaðalin tryggjar Føroyum
trygt fjarskifti
Kaðalskipið »IT Intrepid« út fyri Hvítanesi. Skipið kemur á Havnina seinnapartin fríggjadagin,
og møguleiki er at vitja umborð frá kl. 16. Skipið fer avstað aftur sunnudagin
Mynd: Jens Kristian Vang