fríggjadagur 21. september 2007síða 6
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 183 • 21. september 2007
Vikuskifti
6
Hon er kend fyri litfagru klæðini,
fyri sorgblíðu løgini og so fyri
røddina. Vit hava hitt Guðrið
Hansdóttir, sum í vikuni gav
fløguna »Love Is Dead« út.
Hetta er fyrsta fløgan hjá song
kvinnuni, við teirri serligu røddini,
ið hevur fangað oyru á áhoyrarum
og ummælarum seinastu árini.
Sum songkvinna í PH 5,5, í
Isadora & The Rebels, einsamøll
við gittaranum og á útgávum
hjá Peturi Pólsyni og Flemmingi
Petersen og seinastu tíðina við
bólki undir egnum navni, hevur
Guðrið spakuliga brent seg inn í
minnið á alt fleiri fólki.
Fløgan er ein roynd at doku
mentera nakað av tí tónleiki, ið
Guðrið Hansdóttir hevur skrivað.
Eg vil sleppa av við hetta,
eg føli, at eg ikki klári at koma
víðari við at skrivað, fyrr enn
eg gevi okkurt út. Eg blívi bara
við at broyta løgini, og tey
blíva ongantíð liðug, so eg geri
hetta fyri at sleppa víðari, sigur
Guðrið. Dreymurin er at liva av
tónleiki, og ein fløga er ein billett,
ið vónandi kann hjálpa við at
nærkast hesum dreyminum.
Kennist óveruligt
Tað kennist rættiliga óveruligt,
eg haldi ikki at tað hevur gingið
upp fyri mær enn, at eg havi gjørt
mína egnu fløgu. Akkurát nú
veit eg einki, eg veit ikki hvussu
fløgan fer at verða móttikin, og
eg eri eitt sindur nervøs, hvussu
fólk fer at taka ímóti henni,
greiður Guðrið frá .
Tað er Guðrið sjálv, ið hevur
fíggjað upptøkur og ljóðbland,
so hóast plátufelagið Tutl hevur
givið fløguna út, stendur eisini
nógv fíggjarliga upp á spæl
hjá Guðrið. Hetta ger eisini
spenningin um móttøkuna
uppaftur størri.
Eitt ávíst trýst
Guðrið Hansdóttir er eitt av mest
heipaðu nøvnunum á føroyska
tónleikapallinum. Bæði í Isadora
& The Rebels og undir egnum
navni hevur Guðrið fingið frálík
ummæli. Hon er saman við
teimum báðum royndu song
kvinnunum Eivør Pálsdóttir og
Lenu Andersen einasta kvinna, ið
hevur verið í uppskoti til heiðurin
sum besta songkvinna, báðu
ferð Planet Awards hevur verið.
Sambært Guðrið kennist hetta
løgið.
Eg havi ikki verið so leingi
frammi, sum eitt nú Eivør og
Lena, so eg havi eitt sindur torført
við at venja meg við tað, greiður
hon frá.
Hon lesur enn ummælini og
er greið yvir, at góðu konsert
ummælini hava eitt trýst við sær,
nú hon ger eina fløgu.
Tað liggur heilt sikkurt eitt
press, henda fyrsta fløgan skal
vera góð, sigur Guðrið.
Ein blanda heild
Á fløguni eru tíggju løg, og
sambært Guðrið er hetta alt løg,
ið snúgva seg um forhold millum
fólk, ella kanska heldur um
problemir í forholdum millum fólk.
Hetta er eitt slag av tema, greiður
hon frá. Tá hon fór undir at gera
fløguna, valdu hon og bólkurin
tíggju tey bestu løgini, ið Guðrið
hevur skrivað. Tað fyrsta av
hesum skrivaði hon í 1995, so tey
spenna rættiliga víða. Tey vandu
hesi løgini hvønn dag í tríggjar
mánaðir, og við tíðini varð okkurt
lag skift út við okkurt annað.
Guðrið vísur á, at tað er
ringt at velja, hvat skal við, tá
man hevur so nógv løg at velja
ímillum. Hetta ger eisini, at
fløgan er nokkso blandað, men
tey somu ljóðførini verða brúkt,
og upptøkurnar eru gjørdar sama
stað, so hon heldur enn, at tað
ljóðar sum ein heild.
Egin bólkur
Í januar, júst tá tað var kunngjørt,
at bólkurin hjá Guðrið, Isadora
& The Rebels var í uppskoti til
Planetina til besta nýggja bólk á
Planet Awards, kunngjørdu tey,
at bólkurin gavst við at spæla.
Guðrið metti ikki, at rokkhamurin
hóskaði so væl til hennara løg.
Tí fór hon í samstarv við millum
aðrar Sakaris Emil Joensen
úr Lama Sea og Líggjas Olsen
úr Deja Vu og gjørdi poppbólk
undir egnum navni. Tað er hesin
bólkur, sum hevur spælt fløguna
inn. Guðrið er glað um hesa
avgerð. Tí hetta hevur givið henni
møguleikan at spæla løgini inn,
akkurát sum hon hevði ímyndað
sær, at tey skuldu vera. Hon
viðgongur eisini, at hennara
leiklutur í nýggja bólkinum er ein
annar, enn hann var í Isadora &
The Rebels, har hon bestemmaði
rættiliga nógv.
Eg royni kanska enn at
bestemma, men hesir dreingirnir
koma við hugskotum, sum eru
betri enn míni, so má eg geva
meg. Eg havi eisini valt at lata
Líggjas og Sakaris framleiða
fløguna.
Hugnin hoyrist
Fløgan er tikin upp í Sólarmagn
á Velbastað, og hetta hoyrist
sambært Guðrið aftur.
Vit vóru tvær vikur á Velba
stað og gingu har og mólu og
hugnaðu okkum, eg havi prøvað
at verið í vanligum upptøkuhølum,
men hetta var heilt øðrvísi, og tað
hoyrist á fløguni.
Ljóðblandið hevur danin
Dennis Ahlgren tikið sær av.
Ahlgren er millum annað kendur
sum tónleikari og framleiðari
hjá donsku superstjørnuni Tinu
Dickow. Hann spælir øll ljóðførini
á nýggjastu fløgu hennara. Eisini
spælir hann við í og framleiður
tónleikin hjá Vincent Van Go Go.
Sambandið við Dennis Ahlgren
kom í lag gjøgnum føroysku
songkvinnuna Mariu Guttesen,
ið skeyt upp, at Guðrið brúkti
hann. Guðrið, Líggjas og Sakaris,
ið hava framleitt fløguna, fóru
til Århus og vóru við, tá Ahlgren
ljóðblandaði hana.
Húsin endurspeglar
Guðrið
Fløguhúsan hevur Heiðrikur á
Heygum gjørt, og fyri Guðrið var
eingin ivi um, hvør skuldi gera
húsan.
Heiðrikur skilir akkurát meg
og honum dámar mín musikk,
so hann hevur fingið totalt fríar
hendur. Hann fekk tónleikin og
slapp at síggja mína garderobu.
Eg er øgiliga væl nøgd. Visuelt
endurspeglar húsin mítt image.
Nú er fløgan komin út í Føroy
um, men dreymurin er sambært
Guðrið at liva av tónleikinum, og
tí er næsta stig at koma víðari út í
heim. Hon fer í hesum sambandi,
at senda fløguna til ummælarar
kring heimin, og vónin er at
fløgan gerst ein bilett út í heim.
... um fløgur
Eg keypi øgiliga nógvar fløgur. Eg eri ikki byrja at
brúka iTunes og at downloada musikk av netinum. Eg
haldi tað er nógv feitari við fløgum, at halda teimum
í hondini, síggja myndir og lesa info. Eg havi eftir
hondini nógvar fløgur. Eg samli annars eisini upp á
plátur, men fløgur eru eisini góðar.
Guðrið um myspace
Eg haldi at Myspace er eitt ótrúliga feitt uppfinnilsi.
Eg havi fingið nógvar góðar kontaktir á myspace
innan fyri tónleik, kontaktir eg annar ongantíð hevði
fingið annars. Tað er eisini gott til at finna nýggjan
tónleik á. Men eisini á tí persónliga gevur Myspace
okkurt, eg havi møtt gomlum vinum aftur har, til
dømis gomlum klassafeløgum.
Guðrið Hansdóttir gav í hesi vikuni fløguna »Love Is Dead«
út, ein fløga, ið dokumenterar seinastu 12 árini av hennara
tónleikalívi, og sum vónandi kann gerast billettin til eitt lív
sum yrkistónleikari
Samrøða
Niels Uni Dam
blaðmaður
nielsuni@sosialurin.fo
Ein fløga er ein bil
- Eg blívi bara við at broyta løgini, tey
blíva ongantíð liðug, so eg geri hetta
fyri at sleppa víðari, sigur Guðrið
Hansdóttir, ið hevur givið fløgu út.
Mynd: Heiðrikur á Heygum