Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-21, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. september 2007síða 8

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 183 - 21. september 2007 Fýra feløg undir somu borg Feløgini P/F Højgaards Handilsvirki, P/F Klaksvíkar Timburhandil og P/F Klement Petersen hava lagt saman, og hava nú fingið eitt og sama navn – nevniliga P/F Borg. Alt virksemið hjá nýggja felagnum hevur eitthvørt við hús at gera, og tí eru bæði navnið, búmerkið og skapið á tí merkt av hesum veruleika. Samanlagda felagið hevur fýra rakstarstøð, sum eru í Runavík, Klaksvík, Fuglafirði og Saltangará. - Eingin broyting verður kortini við okkara vøru- og tænastuúrvali, men vit vóna, at við samanleggingini fáa viðskiftafólk okkara eina betri tænastu, sigur Rodmundur Nielsen, stjóri í p/f Borg. Stuðul til verkætlan fyri børn Blái Krossur hevur seinastu 3 árini arbeitt saman við Klaksvíkar kommunu og felagskommununi í Vágum við f yribyrgingarverkætlanini “Børn í Vanda”. Nú er av álvara skapt fíggjarligt grundarlag fyri víðari arbeiðinum: Mentamálaráðið hevur játtað 50.000 kr. í ár og 150.000 um árið frá 2008-2010. Almanna- og heilsumálaráðið hevur játtað Bláa Krossi kr. 130.000 til verkætlanina í ár. – Hesin stuðulin er avgerandi fyri, at hetta átakið kann halda fram, sigur Hjalmar Hansen, aðalskrivari. Kvinnubólkurin, sum hósdagin skuldi hava fund við løg­ mann, fór úr aftur Tinganesi sum av tórvheiðum. Jacob Vestergaard varð einsamallur møttur fyri landsstýrið, men kvinnurnar vilja hitta sjálvan løgmann Kvinnur í politiKKi Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Kvinnurnar, sum nú í eina tíð hava bíðað eftir at sleppa á fund við løgmann, mugu brynja seg við toli í eina tíð afturat. Fundurin skuldi vera seinnapartin hósdagin, men á miðdegi ringdi løgmaður avboð, tí hann hevði ikki stundir. - Hetta er ómetaliga keði- ligt, tí hetta er aðru ferð, at løgmaður avlýsir fundir, sig- ur Ingrid Henriksen, sum hevur verið talskvinna hjá hesum kvinnubólkinum. Hon sigur, at hetta ser- stakliga var hetta keðiligt, tí kvinnur vóru komnar úr øllum landinum og fleiri av teimum høvdu biðið sær frí frá arbeiði fyri at kunna møta. Talan var um kvinnur frá trimum av teimum stóru flokkunum á Løgtingi, Sam- bandsflokkinum, Javnaðar- flokkinum og Tjóðveldin- um. Jacob einsamallur Tað, sum hesar kvinnur ætla at tosa við løgmann um, er at fáa hann at taka politisk stig, so at tað verður lættari at gera kvinnulistar á løgtingsvalinum, ið stend- ur fyri durum. Upprunaliga skuldi fund- ur verða í farnu viku, men hann varð avlýstur, tí løg- maður vildi hava landsstýris- mannin í innlendismálum við sær á fundin. Tað tóku kvinnurnar sum eitt gott tekin, tí landsstýris- maðurin í innlendismálum umsitur vallógina og skuldi hann vera við á fundi, mátti tað merkja, at løgmaður hevði sett sær fyri at gera okkurt við spurningin. Sostatt var fundur settur at vera hósdagin. Men hann var so aftur avlýstur. Tey fingu boðini um avlýsingina beint eftir mið- dag, og tá var ov seint til, at tað bar til at fáa fatur á øll- um kvinnunum og tí møttu tær upp í Tinganesi, har tey fingu boðini. Sleppur ikki undan Men kvinnurnar ætla ikki at lata løgmann sleppa und- an. - Vit eru fegin um, at Jac- ob Vestergaard skal við á fundin og áðrenn vit fóru avstað aftur, takkaðu vit honum fyri, at hann møtti upp og vildi hitta okkum, sigur Ingrid Henriksen. Men hon leggur staðiliga dent á, at tað er løgmann tey vilja hitta og tí ætla tey at bíða, til tað liggur fyri hjá honum at møta. Sjálv heldur hon, at hetta ber brá av, at løgmaður vil hava onnur at taka sær av málinum. - Vit halda, at hetta málið er so grundleggjandi, at vit eru samdar um at tað er hóskandi fyri ein løgmann at taka upp og tí er tað løg- mann, vit vilja hitta, sigur talskvinnan hjá kvinnubólk- inum. Meinar tú so, at hetta er ein roynd hjá løgmanni at sleppa undan at taka málið upp og at leggja tað yvir á Jacob Vestergaard í staðin? -Tað fari eg ikki at siga, so tað havi eg onga viðmerk- ing til, sigur Ingrid Henrik- sen. Tað eydnaðist ikki at fáa eina viðmerking frá løg- manni, áðrenn blaðið fór til prentingar. Vilja ikki sleppa løgmanni undan Tær fóru vónríkar út í Tinganes, men komu út aftur sum av Tórvheiðum, tí løgmaður hevði ikki stundir at hitt tær. Frá vinstru eru tær, Súsanna Dam fyri Sambandsflokkin, Maud Vang Hansen fyri Tjóðveldi, Elin Lindenskov, Ingrid Henriksen, Eyðgun Samuelsen og Helena Dam á Neystabø, sum allar tríggjar eru fyri Javnaðarflokkin Tað, sum bólkurin av kvinnum vil tosa við løgmann um, er at broyta vallógina, so at tað verður lættari at gera kvinnulistar burturav til løgtingsvalið, sum stendur fyri durum. Eftir vallógini kann ein flokkur hava tveir listar í einum valdømi. Tað er komið fyri nakrar ferðir, at sami flokkur hevur stilla tveir listar upp í sama valdømi. Men í hesum førunum, eru atkvøðurnar hjá listunum taldar hvør sær. Sostatt hava listarnir verið roknaðir sum hoyrandi til tveir flokkar, tá ið atkvøðurnar eru taldar upp Sum døm kann nevnast, at fáa tveir listar hjá sama flokki 500 atkvøður í part, verður tað ikki roknað sum um at flokkurin hevur fingið 1000 atkvøður og tað kann gera tað torførari hjá flokkinum at fáa tinglim. Tað, sum kvinnurnar nú vilja hava løgmann at syrgja fyri, er at taka politisk stig til at gera tað púra greitt, at atkvøðurnar hjá báðum listunum skulu teljast saman, so at báðir listarnir verða at rokna sum ein, tá ið talt verður upp. Verður mannagongdin broytt, so at allar atkvøðurnar verða taldar saman, er ætlanin at gera reinar kvinnulistar í teimum ymsu flokkunum og verða atkvøðurnar taldar saman, fer tað at økja munandi um møguleikarnar hjá kvinnum at sleppa á ting. Tað er hetta, tað higartil ikki hevur eydnast hjá hesum kvinnum at sleppa at tosa við løgmann um og nú verður bíðað einaferð afturat eftir fundarboðum. LÆTTARI AT GERA KVINNULISTAR