fríggjadagur 21. september 2007síða 9
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 183 - 21. september 2007
- Kirkjufólkið hevur
ongantíð havt eitt
forum, har viðurskifti
hava verið umrødd,
sigur Uni Næs,
ið skjýtur upp, at
møguliga eiga vit at
hava eitt kirkjuting
av og á. Hann heldur
ikki, at fólk høvdu
strikað sín limaskap
í Fólkakirkjuni,
um kirkjuskattuin
hækkaði og fólk
samstundis sóu, hvat
peningurin varð
brúktur til
BISKUPSVAL
Theodor E. D. Olsen
theodor@sosialurin.fo
Uni Næs er sóknarprestur í
Fuglafjarðar prestagjaldi og
hevur áður starvast sum
prestur í Norðstreymoyar
og Suðurstreymoyar vestara
prestagjaldi. Hann hevur
eisini verið nevndarlimur í
Prestafelagnum og álitis
maður hjá prestunum.
Hví hevur tú valt at lata
teg stilla upp sum bispur?
Eg meti meg hava góðar
royndir í arbeiðnum sum
prestur, sum kunnu brúkast
í arbeiðnum sum bispur.
Umframt tað hava stillarar
heitt á meg, og hetta taki eg
sum eina álitisváttan, sigur
Uni Næs. Hann heldur eis
ini at hansara royndir innan
fyrisiting kunnu koma kirkj
uni til góðar.
Eg havi eisini royndir
frá
øðrum
kirkjuligum
arbeiði, sigur Uni Næs og
nevnir m.a. tey árini hann
var skrivari í KFUM um
framt starvstíðina í tilsam
ans 16 ár higartil sum prest
ur. Hann var útbúgvin guð
frøðingur í Århus í 1986,
og tvey ár seinni varð hann
prestvígdur. Eina tíð fekk
hann lestrarstyrk at granska
føroyska kirkjusøgu á Fróð
skaparsetrinum.
Hvussu ætlar tú tær at
vera ein góður leiðari fyri
prestarnar og kirkjuna ann
ars í Føroyum?
Ein góður leiðari eigur
at vera væl kunnaður um
bæði sítt egna øki og uttan
fyri. Eingin megnar alt
einsamallur. Tí er neyðugt
við góðum fólki afturat sær
í fyrisitingini og í kirkjuráð
unum. Tað er neyðugt við
góðum samskifti, sigur Uni
Næs.
Arbeiðið hjá presti
ikki altíð sjónligt
Fuglfjarðar prestur leggur
dent á, at tað ikki altíð kem
ur fram ljósmála, hvussu
gerandisdagurin hjá einum
presti sær út.
Prestur ger eitt stórt
arbeiði í kirkjuni og í sam
felagnum sum heild. Ikki
alt sæst ella hoyrist, sigur
Uni Næs og sipar til ta ser
liga strongu tagnarskylduna
hjá prestum.
Hetta minnir um eitt
ísfjall. Bara ein brotpartur
sæst, so tungar byrðar liggja
á herðunum hjá prestum,
og tú kanst møta kulda.
Men eg plagi at ugga meg
við, at ísfjallið er hvítt, sum
er tekin um gleði og rein
leiki, og tað er hetta, sum
skal boðast, sigur Uni Næs
í síni myndatalu.
Hann metir tí, at bispur
skal stuðla prestunum, og
sjálvur nevnir hann evni
sum t.d. eftirútbúgving,
arbeiðstíðir og bústaðarvið
urskifti, sum kunnu bøtast.
Harafturat heldur Uni
Næs, at bispur eigur at vera
saman við kirkjuráðslimum
og
kirkjutænaraum
og
stuðla tí sjálvbodna arbeið
num.
At vera sjónligur og
møta fólki, har tey eru,
sigur Uni Næs.
1 prestur til
hvørji 1000 fólk
Hvørjar verða høvuðsupp
gávurnar hjá bispi?
Bispur skal vera góður
at fara til í andligum og fyri
sitingarligum viðurskiftum
og vera kveikjari. Bispur er
fyrst og fremst prestur og
skal fáa kirkjuna at virka.
Bispur skal vera formidlari
og hava víðan sjónarring í
øllum málum og verja
grundarlagið, kirkjan bygg
ir sína læru á.
Bispur er umsjónarmað
ur í andligum og verðsligum
málum. Tað vil siga í teim
um málum, sum hava við
fyrisiting hjá kirkjuni at
gera, og hann eigur at
tryggja, at prestarnir og tey,
ið annars hava eina tænastu
í kirkjuni, trívast í starvin
um, sigur Uni Næs.
Hann greiðir frá, at sam
bært honum átti eingin sókn
at ligið í prestaloysi, og at
útjaðarin eigur at fáa støð
uga prestatænastu. Best
hevði verið, at tað var ein
prestur til hvørji túsund
fólk.
Ein prestur átti at komið
dagin eftir, ein annar er far
in úr starvinum, sigur Uni
Næs.
Kirkjuting
Hvørjar verða tær størstu
avbjóðingarnar hjá før
oysku fólkakirkjuni næstu
árini?
Kirkjan má halda fast
við lærugrundarlagið, sum
er evangelisktlutherskt, sig
ur Uni Næs, sum heldur, at
tað leikar hart á í hesum
tíðum.
Vit mugu halda fast við
etisk virðir, sigur Uni Næs,
ið heldur, at tað dupulta
kærleiksboðið er neyðugt,
tá hugsast og svarast skal
upp á spurningin innihalds
liga.
Av meira ítøkiligum við
urskiftum nevnir Uni Næs,
at frálæran í kristni skal
styrkjast, og at neyðugt er
at vera við í millumkirkju
ligum og altjóða kirkjuligum
samstarvi. Harafturat skulu
vera góð viðurskifti við
aðrar kirkjur samkomur í
Føroyum.
Tá Uni Næs svarar spurn
inginum omanfyri frá ein
um meira strukturellum
sjónarhorni, kemur hann
m.a. inn á skipan og bygn
að.
Tað eigur at vera greiður
skilnaður millum tað and
liga og verðsliga valdið, so
ikki ov nógv uppíblanding
verður.
Kirkjufólkið hevur ong
antíð havt eitt forum, har
viðurskifti
hava
verið
umrødd, sigur Uni Næs, ið
skjýtur upp, at møguliga
eiga vit at hava eitt kirkju
ting av og á.
Hann fegnast um, at
Felagið fyri kirkjuráðslimir
hevur gjørt eitt stórt arbeiði
at kunnað um kirkjuna,
men hann heldur eisini, at
kirkjutænarar áttu at verið
limir í felagnum.
Uni Næs metri tó, at
biskupsvalið á hesum sinni
hevur ført valevnini kring
landið og hetta hevur gjørt,
at fleiri bóltar um kirkjumál
hava verið uppi og vent í
luftini, sum hann tekur til.
Livandi steinur
Uni Næs metir tað ikki vera
eina sjálvfylgju, at Fólka
kirkjan fer at fáa serrættindi
í framtíðini.
Tað er ein stór avbjóðing,
hvussu Fólkakirkjan skal
vera kirkja í einum plural
istiskum ella multireligi
øsum samfelagi.
Hann hevur sínar av
gjørdu meiningar, tá talan
er um, hvussu kirkjan skal
fíggjast í framtíðini.
Prestur metir, at ein grein
ing skuldi verið gjørd av
fíggjarviðurskiftunum, men
minnir á, at kirkjan ikki má
blíva ein forngripagoymsla
ella ein skjalagoymslu. Vit
skulu varða um kirkjubygn
ingarnar og gomlu bøkur
nar, men vit eiga onga løtu
at gloyma, at kirkjan er ein
kirkja við livandi steinum,
fólki, har andin gevur orði
num lív.
Uni Næs sigur, at heldur
enn at grenja um pengar,
átti kirkjan at greinað, hví
hon hevur tørv á pengum.
Tað má ikki stranda upp
á tað, sigur Uni Næs og sip
ar til, um onkrari kirkju
vantar pening til eitthvørt.
Hann heldur ikki, at fólk
høvdu meldað seg úr Fólka
kirkjuni, hóast kirkjuskatt
urin hækkaði upp í t.d. 1%.
Mær vitandi hava fólk
ikki meldað seg út, hóast
kirkjuskatturin hækkaði á
nýggjarinum frá 0,4 til 0,6
%.
Atgongumerki til
kirkjukonsertir
Tá ið tað er talan um út
reiðslur hjá kirkjuni, so
eigur landið eisini at gjalda
útreiðslur, sum hava við
fyrisiting hjá kirkjuni at
gera, tí enn gera prestarnir
eitt stórt arbeiði fyri allar
borgarar t.d. við at umsita
og skriva kirkjubøkurnar.
Tað eru nógv góð argu
ment fyri at hækka kirkju
skattin. Men innsavningar
kunnu eisini gera tað, sigur
Uni Næs, sum heldur, at
stór klassisk verk, sum eru
skrivað til kirkjusang og
kirkjutónleik, áttu at verið
framførd í kirkjunum.
Kirkjurnar eru fín rúm,
hví ikki skapa eitt um
hvørvi?
Men so kundi fólk eisini
fingið eitt orð við á vegnum,
tí annars kundi tað sama
verið farið inn í ein konsert
høll, heldur Uni Næs.
Prestur spyr, um tíðin
ikki er komin til, at møgu
leiki skuldi verið fyri at tik
ið pening fyri atgongumerki
til slíkar konsertir, men
ásannar, at hetta krevur eitt
kjak. Og kjak heldur hann,
vit hava brúk fyri.
Uni Næs heldur í høvuðs
heitum, at fólk høvdu viljað
goldið meira í kirkjuskatti,
um tey sóu, hvat tey fingu
burtur úr hesum peningi.
Hvussu kunnu vit virka
sum
kirkja,
kunnu
vit
spyrja, og tá er týdningar
mikið, at ovasta leiðsla virk
ar sum inspirator, sigur
biskupskandidaturin.
Kirkjan má vera eitt and
ingarhol, sigur Uni Næs,
sum heldur, at kirkjan er
komin væl fram í ljósmála
undir hesum biskupsvali
num.
Hetta hevur verið spenn
andi at verið við í, sigur
Uni Næs um valdystin
higartil.
Kirkjan ikki ein forngripagoymsla
Sosialurin prentar í
hesi vikuni samrøður
við øll valevnini
til biskupsvalið. Í
dag verður prátað
við Una Næs,
sóknarprest
Uni Næs setur spurnartekn við, um tíðin ikki er komin til, at møguleiki skal vera fyri at taka pening fyri atgongumerki til
kirkjukonsertir. Hann ásannar tó, at hetta krevur eitt kjak. Og kjak heldur hann okkum tørvar
Mynd: Høgni Thomsen