fríggjadagur 21. september 2007síða 10
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 183 - 21. september 2007
Ein bólkur, saman
settur av umboðum
fyri nakrar av høvuðs
aktørunum í føroysku
ferðavinnuni, hevur
gjørt eitt tilmæli um,
hvussu Tórshavn
kann mennast sum
ferðavinnubýur
Ferðavinna
Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Seinastu 20-30 árini hevur
nógv verið tosað og skrivað
um, hvussu Føroyar kunnu
mennast sum ferðamanna-
land. Hvussu hetta hevur
eydnast, eru tað ivaleyst
nógvar meiningar um; alt
eftir hvørjum sjónarhorni
menningin verður sædd.
Sjálvt um ferðafólkatalið
hevur verið vaksandi seinnu
árini, merkja gistingarhúsini
ikki serliga nógv til hendan
vøksturin. Stjórin á Hotel
Føroyum og Hotel Tórs-
havn, Johannes Jensen, sig-
ur, at sjálvt ikki í háárstíðini
um summarið, er fult á
teirra gistingarhúsum.
Ein bólkur, mannaður av
umboðum fyri nakrar av
høvuðsakrøtunum í ferða-
vinnuni, hevur gjørt eina
støðulýsing og tilmæli um
ferðavinna við støði í Tórs-
havnar kommunu. Bólkurin
fekk til uppgávu frá komm-
ununi at orða eitt uppskot
um, hvussu ferðavinnan í
Tórshavnar kommunu best
verður ment, hvussu komm-
unan á besta hátt kann virka
saman við ferðavinnuni, so
framtíðar mál kunnu verða
rokkin, eyðmerkja og rað-
festa ítøkiligu og stuttfreist-
aðu
uppgávurnar,
sum
skulu til fyri at náa ásettu
málunum og eyðmerkja og
raðfesta langtíðar uppgáv-
urnar, sum skulu til fyri at
náa ásettu málunum.
Skipað varð fyri tíðinda-
fundi á kommunuskrivstov-
uni á Vaglinum í morgun,
har bólkurin, sum varð
mannaður í september í
fjør, legði fram úrslitið av
arbeiðinum.
Í
bókinum
hava sitið Fríðun Jacobsen,
Greengate, Hendrik Egholm
(seinni avloystur av Jákup
Sverra Kass), Smyril Line,
Jan Mortensen, Vinnuhúsið,
Johannes Jensen, Hotel Før-
oyar og Hotel Tórshavn,
Magni Arge, Atlantsflog,
Niels Halm, Norðurlanda-
húsið og Bjørgfríð Ludvig
og Randi Frederiksberg frá
Tórshavnar Kommunu.
Bólkurin staðfestir, at
størsta avbjóðingini í ferða-
vinnuni nú er at fáa ferða-
fólkastreymin støðugari alt
árið. Sum nú er, er megin-
parturin trunkaður saman
um summarið, ið skal bera
kostnaðin av rakstrinum
restina av árinum. Tí metir
bólkurin tað vera sera týdn-
ingarmikið at økja ferða-
fólkatalið um heystið, vet-
urin og várið, so ferðavinnu-
fyritøkurnar á tann hátt fáa
støðugari rakstur og kunnu
verða riknar á hollari inn-
tøkurgrundarlagi. Alt ov
nógv gistipláss standa gap-
andi tóm tríggjar av fýra
árstíðunum, meðan tað eru
fløskuhálsar um summarið.
Ein trupulleiki, sum fekk
nógva umrøðu á tíðinda-
fundinum, er tá Norröna
kemur inn mánamorgum
um
seks-sjeytíðina,
har
nógv ferðafólk ongastaðni
hava at fara, tí handlar og
kaféir ikki hava latið upp
tá.
Jakup
Sverri
Kass,
marknaðarstjóri á Smyril
Line, upplýsir, at ferðaætl-
anin hjá Norrönu verður
broytt komandi ár, so skipið
ikki kemur inn fyrr enn
klokkan níggju.
Havnin er
grundstøðið
Tórshavnar kommuna hev-
ur ta fatan, at um ferða-
vinnan ikki virkar nóg væl í
Havnini, so virkar hon held-
ur ikki aðrastaðni í Føroy-
um.
Eitt stig á leiðini at betra
umstøðurnar varð tikið á
heysti í fjør, tá Gistingarhús-
og Matstovufelagið varð
umskipað til eitt vinnu-
greinafelag fyri alla ferða-
vinnuna. Felagið er ikki
farið at virka enn, men held-
ur bólkurin skuldi farið at
lætt munandi um samskiftið
innanhýsis millum privatu
tænastuveitararnar í ferða-
vinnuni og millum vinnu,
land og kommunur.
Johannes Jensen heldur,
at ein stórur trupulleiki er
loftvegis sambandið við
Føroyar, har ongin kapping
er. Høvuðorsøkina sigur
hann vera tann ótíðarhósk-
andi flogvøllurin, sum held-
ur altjóða flogfeløgum frá
at taka kappingina upp, so
prísirnir lækka. Harafturat
heldur hann og fleiri við
honum, at ferðaavgjaldið er
alt ov høgt.
Bólkurin ger vart við, at
nakrar skjótar ábøtur kunnu
gerast í sambandi við at
kunna ferðafólkini betri:
Fleiri on-line bíleggingar-
skipanir, On-line skipanir á
fleiri málum, betri internet
atgongd í kommununi alt
døgnið, betri kunning við
atkomustøðini hjá ferða-
mannaskipum, betri kunn-
ing um infrakervi og tilboð
í býnum, fleiri tilboð lagaði
til tey vitjandi við ferða-
mannaskipunum og fleiri
tilboð til tey ferðafólkini,
sum bert steðga heilt fáar
dagar.
Sosialurin fer í komandi
viku at gera meiri burtur úr
tilmælinum ferðavinnuni.
Havnin skal mennast
sum ferðabýur
Karmarnir um ferðavinnuna skulu betrast,
hevur Tórshavnar kommuna sett sær fyri.
Hetta skal gerast í samstarvi við vinnuna,
sum saman við umboðum frá kommununi
hevur gjørt eina støðulýsing og eitt tilmæli um
ferðavinnuna
Mynd: Jens Kristian Vang
Kvinnur taka undir við Edmundi
Kvinnusamskipan Føroya tekur undir við uppskotinum at Føroyar sum eitt valdømi.
Í yvirlýsing boðar Kvinnusamskipan Føroya frá, at samskipanin tekur undir við
uppskotinum um Føroyar sum eitt valdømi. Kvinnusamskipanin sigur, at alt ov fáar
kvinnur eru á Tingi, og at landið sum eitt valdømi kann vera ein møguleiki at fáa
fleiri kvinnur valdar. Á ársfundi hjá Kvinnusamskipan Føroya á Toftum seinasta
vikuskiftið varð samtykt ein yvirlýsing um at heita á Føroya Løgting um at taka
undir við uppskotinum um at broyta vallógina, so Føroyar verða skipaðar sum eitt
valdømi. Kongshavnar Kvinnufelag, Tofta Kvinnufelag, Kvinnufelagið í Havn og
Skála Kvinnufelag hava skrivað undir yvirlýsingina.