fríggjadagur 21. september 2007síða 10
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 183 • 21. september 2007
Vikuskifti
10
Er hetta veruliga eitt miðlahús,
spyr Frederic Balazs, sum vit
seta okkum niður til eitt prát
inni í Miðlahúsinum í Vágsbotni.
Tað er fríggjadag seinnapart,
og húsið er eitt sindur stilt.
Frederic Balazs, sum er vanur við
amerikanska meldurin og hevur
vitjað amerikanskar tíðindastovur,
fær seg ikki at trúgva, at hetta er
eitt blaðhús.
- Føroyar eru ein perla. Hóast
tit eru partur av heiminum, so
eru tit so heilt øðrvísi, og tað er
ótrúliga hugtakandi, sigur 87 ára
gamli amerikanski komponisturin,
sum eisini hevur verið tónleikari
og dirigentur megin partin av
lívinum.
Hann er í Føroyum og vitjar
Moniku Stauss Joensen úr
Leirvík, sum hann kom at kenna
í 1998, tá Summartónar høvdu
Amerika sum tema, og tey høvdu
valt nakrar sonatir, sum hann
hevði skrivað. Tey bjóðaðu honum
at vera við, og hann gjørdist so
hugtikin av Føroyum, føroyingum
og Moniku, at hann avgjørdi at
hann mátti koma aftur.
- Tað var eitt sindur illa fyri-
reikað av mær tað summarið,
greiðir Monika frá.
- Tað passaði seg so, at eg var
sett at eiga samstundis, sum
vit skuldu hava okkara seinastu
konsertir. Men eg vildi ikki
avlýsa, tí nú vóru konsertirnar
tilrættalagdar og Frederic Balazs
hevði játtað at vera við. So tá vit
fóru til tað seinastu konsertina í
Útvarpshøllini, tók eg barsilstasku
við, tí eg var vís í, at eg fór at
eiga tað kvøldið, flennir Monika.
- Ja, hon spældi eisini eitt
sindur skjótari enn vanligt, sigur
Balazs við einum skeivum smíli.
- Eg kláraði næstan ikki at fylgja
við, tí hon spældi til sparkirútmuna
hjá barninum í búkinum.
Í dag er barnið í búkinum 9 ára
gomul og eitur Deborah. Og Balazs
hevur glett seg at heilsa uppá
hesa fittu gentu, sum var við til
allar konsertirnar fyri níggju árum
síðani, men sum ikki kom út, fyrr
enn hann var farin avstað aftur.
The American Dream
Hesin blíði og ikki sørt skemt-
ingarsami maðurin hevur havt
eitt langt og spennandi lív, og
hóast hann í dag er 87 ára gamal,
er tann orka og tað framfýsni,
sum hevur ført hann so víða,
framvegis týðuligt í hansara
lætta gongulagi, føstu eygum og
avslappaða klædnastíli.
Hann byrjaði at spæla violin sum
fimm ára gamal, og tá hann greiðir
frá sínum lívi, ljóðar tað sum nógv
er hent av tilvild, men frásøgnir
hansara vísa eisini, at hann hevur
loftað teimum møguleikum, sum
hann hevur fingið.
- Eg og ein vinmaður stóðu og
Leirvík er líka gott
sum Los Angeles
87 ára gamli Frederic Balazs var orkesturleiðari hjá næststørsta
symfoniorkestrinum í Ungarn sum 17 ára gamal. Síðani seinna
veraldarbardaga hevur USA verið hansara heimland, og hann
hevur spælt violin og stjórnað orkestrum um allan heim. Men
onki er sum í Leirvík, sigur hann
Balazs um Moniku
Eg havi stjórnað nógvum orkestrum og lurtað eftir mongum
violinistum, men eingin er sum Monika. Nógvir violinistar
duga tekniskt sera væl, og teir spæla alt perfekt, men
tá konsertin er liðug, minnist tú ikki rættiliga, hvussu
tað ljóðaði. Tað er eitt sindur líka mikið. Soleiðis er ikki
við Moniku. Hon spælir við hjartanum, og tú gloymir ikki
hennara spæl aftaná. Eg eri ótrúliga stoltur av, at Monika
hevur spælt mínar sonatur, sum eru sera innviklaðar og
torførar. Ongin hevur spælt tær so væl sum hon.
Føroyar sum turistattraktión
Frederic Balazs visti ikki hvar Føroyar vóru, og hann mátti finna sær
eitt verðinskort fram, tá hann varð boðin at spæla við Summartónum
í 1998. Hann er ótrúliga hugtikin av landinum, huglagnum og
føroyska sinnalagnum, og hann skilur ikki, at ikki fleiri fólk vitja hetta
fantastiska landið. Men hetta er kanska í ferð við at broytast, heldur
hann, tí stutt síðani hevur hann sæð tvey stór amerikansk bløð, sum
høvdu Føroyar sum høvðussøgu í ferðasektiónini.
- Føroyar eru e
ótrúliga hugta
hevur havt ein
Mynd: Jens K
Frederic Balazs skipaði fyri nøkrum árum síðani fyri konsertferð í USA hjá Ólavi
Jakobsen og Moniku Stauss Joensen. Mánakvøldið spældu tey aftur fyri honum
Nógv fólk vóru komin at heiðra Balazs í Bátasavninum. Her prátar hann við
Jógvan Gerðalíð um bóndaskap í Føroyum og um hví vit ikki dyrka tomatir her
Tónleikari
Dorit Hansen
dorit@sosialurin.fo
Myndir: Høgni Thomsen