fríggjadagur 21. september 2007síða 12
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 183 - 21. september 2007
SAMBAND
eirikur liNDeNSkov
eirikur@SoSiAluriN.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Sosialurin
Heiður og
viðkenning til
tónleikalív
Í hesum døgum er kunngjørt, at kendur
danskur grunnur, Jacob Gades Legat, hevur
avgjørt at lata fleiri føroyskum tónleikarum
viðurkenning fyri sítt arbeiði. Her er talan
virðis- og heiðurslønir,sum bara staðfesta tað,
sum vit longu hava vitað: at vit í Føroyum eiga
sera dugnaligar tónleikarar og eitt sera gott
tónleikaumhvørvi. Tillukku øll somul.
Slík viðurkenning er eisini ein staðfesting av, at
tann innsatsur og tær íløgur, sum eru gjørdar
seinastu mongu árini í føroyskt tónleikalív,
hava verið rættar. Hetta er ikki minst okkara
musikskúlum fyri at takka, og eisini eigur
Norðurlandahúsið stóran lut í hesum.
Nú nógv verður gjørt fyri at útflyta føroyskan
tónleik eisini, og her hevur Tutl stórar ætlanir
so skulu vit heldur ikki gloyma, at føroyskir
tónleikarar og tónleikur eru at meta sum avbera
góðir ambassadørar fyri tjóð okkara. Tí eiga vit
ikki at undirmeta tað arbeiði, sum verður lagt í
okkara ungu fólk frá musikskúlum og øðrum.
At myndugleikarnir eru við til at skapa karmar
er tí sera umráðandi, og er tað gleðiligt, at tær
størstu kommunurnar í landinum, Havnar og
Klaksvíkar kommunur, vísa tónleikinum størri ans
við at betra um karmarnar.
Vit síggja eisini fegin, og vilja her taka saman
hendur við tónleikalivinum her á landi, og
heita á okkara háttvirda løgting um at síggja
álvaran í tí at gera íløgur í føroyskt tónleikalív.
Hesin parturin av føroysku fólkasálini er eins
týdningarmikil sum tann infrastrukturur, sum
tingmenn dag og dagliga leggja so stóran dent á
og hava gjørt tað í mong mong ár. Gevið okkara
tónleiki og tónleikarum eins stóran ans. Takið
við í tykkara metingar og játtanir á komandi
fíggjarlóg, at tónleikurin skal hava bestu
umstøður og gerið eins og danski grunnurin,
setið pengar av til at menna tónleikin. Tá virða
tit fólkið, og tit vilja fáa tøkkina fyri hetta. At
vera við til skapar góðar karmar og ala upp
góðar tónleikarar er tann størsta gávan, sum
okkara politikarar kunnu lata hesum lítla og
góða samfelag.
Vónandi fara vit komandi tíðina at fáa nógv
kreativ boð frá komandi valevnum og flokkum
um, hvussu tey vilja fremja og menna føroyskan
tónleik. Frá tí smáa til tað stóra. Gott í tykkum
- raðfestið tónleikin høgt.
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Marknaðarleiðari: Gudny
Langgaard gudny@sosialurin.fo
Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo
Joan Abrahamsen joan@sosialurin.fo
Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo
Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo
Leo Poulsen leo@sosialurin.fo
Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Kykmyndir:
Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
epost: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
epost: aki@sosialurin.fo
epost: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.0013.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.frí. 816
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadagfríggjadag klokkan 1330
Vit skulu hava hjørtuni,
hugsjónirnar og virðini
inn í føroyskan politikk. Í
løtuni er alt læst fast í
gomlum fordómum og
bindingum
Eg eri tjóðveldismaður. Og
eg eri rættiliga errin av at
vera partur av Tjóðveldi
num og tjóðveldis
hugsjónini.
Tað, sum hinvegin pínir
meg, er, at tjóðveldisfólk
oftast verða sett í bás sum
okkurt, ið bara er í and
søgn til Danmark og alt, ið
danskt er. At vit støðugt
skulu hoyra hesar fordómar
og skeivu útleggingarnar
av, hvat Tjóðveldið stendur
fyri. Og nýta orku at
afturvísa skeivum uppá
haldum og og ímyndaðum
vansum við at taka fulla
ábyrgd av landinum.
Vit skulu ikki fara í
verjustøðu, tá vit geva
loysingini og fullveldinum
innihald. Vit skulu viðgera
teir mongu fyrimunirnar og
møguleikarnar, sum lata
seg upp, og bara kunnu
vinnast, tá vit taka okkara
frælsi og ábyrgdina av
hesum landi.
Tjóðveldi snýr seg um
greið mál, virðir og
hugsjónir, bygd á rættindi
og fólkaræði:
Sjálvsvirðing og samleiki
í heiminum:
Føroyingar skulu hava
sama rætt til at virka í
heiminum sum onnur fólk.
Vit skulu samstarva við
hvønn vit vilja, gera
avtalur við hvønn vit vilja
og taka somu ábyrgd í
heiminum sum onnur.
Okkara mál, mentan og
samleiki skal virðast og
mennast á jøvnum føti við
onnur. Soleiðis vinna vit
sjálvsvirðing, soleiðis
virða vit onnur og soleiðis
skapa vit eitt eitt nútímans
og fjølbroytt samfelag, ið
ikki goymir seg fyri
umheiminum.
Hvør einstakur hevur
sama rætt til frælsi:
Hvør einstakur skal hava
sama rætt og frælsi til at
velja, virka og virðast í
Føroyum, um vit taka við
somu skyldum og ikki gera
okkum inn á frælsið hjá
øðrum. Ongin samfelags
bólkur ella einstaklingur
skal hava framíhjárættindi í
samfelagnum. Uttan mun
til um vit eru kvinnur ella
menn. Ung ella eldri. Um
vit eru fødd rík ella fátøk.
Um vit bera brek ella
sjúku. Um vit búgva
ymsastaðni í landinum.
Um vit hava ymsan
húðarlit, trúgv, uppruna
ella kærleikslív.
Óheftur búskapur:
Frælsi hjá øllum at virka
skal kjølfestast í ein sjálv
berandi búskap, ið er óheft
ur av studningi uttaneftir,
men bygdur á samhalds
fastar og rættvísar skatta
og avgjaldsskipanir,
langtíðarjavnvág og ábyrgd
fyri komandi ættarliðum.
Rættartrygd og
avleiðingar:
Rætturin hjá øllum til at
velja, virka og virðast skal
tryggjast í grundlóg og
einum vælvirkandi
fólkaræði og rættarsam
felag. Har øll fáa rættvísa
viðgerð mótvegis myndug
leikunum. Og har øll, ið
taka avgerðir standa til
svars, og brot á lógir,
reglur og rættindi fáa
avleiðingar.
Frælst vinnulív uttan
serrættindi
Frælsi hjá øllum at velja og
virka skal grundast á eitt
veruliga frælst vinnulív,
óheft av politiskum
serrættindum til útvaldar
einstaklingar, bólkar og
útvaldar vinnur. Har
dugnaskapur, førleiki og
virðing fyri avtalum,
lógarkørmum, umhvørvi
og trivnaði eru avgerandi
fyri møguleikan at dríva
vinnu innan fjølbroytt økir
og kasta av sær til
samfelagið.
Sosialt rættvísi og
vælferð:
Frælsi hjá øllum at velja,
virka og virðast skal styrk
jast í sosialt rættvísum
vælferðar og heilsuskip
anum, ið øll fíggja í felag
eftir evnum, men fáa gagn
av eftir tørvi. Stórar
broytingar skulu gerast
komandi árini á hesum øki
til tess at broyta eina
strivna og skrivstovu
valdamerkta sentralskipan
til skapandi og fjøltáttað
hjálpar og trivnaðartilboð
til borgaran.
Fræls mentan, útbúgving
og gransking
Frælsi hjá øllum at velja,
virka og virðast skal taðast
og alast við stórum íløgum
í mentanararbeiði og
mentanartilboð í breiðastu
merking: Nútímans og
fjølbroyttir dagstovnar,
skúlar, útbúgvingar,
granskingarstovnar,
frítíðartilboð, mentanar
stovnar og skapandi list á
altjóða støði.
Frælsi hjá okkara
eftirkomarum:
Frælsi hjá øllum at velja,
virka og virðast skal
tryggjast við framsóknum
umhvørvis, orku og
náttúrupolitikki bæði
heima og í altjóða sam
starvi, sum kann broyta
sjálvsøknu ovurnýtsluni av
jarðarinnar tilfeingi hjá
okkara ættarliði og okkara
heimsparti til ein møgu
leika hjá nýggju ættarlið
unum at byrja á øðrum
grundarlagi.
Sama rætt og frælsi at virka, velja og virðast
HøgNI HoydAL
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur
blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.