fríggjadagur 21. september 2007síða 11
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 183 • 21. september 2007
Vikuskifti 11
lurtaðu við dyrnar á einari stovu,
har fólk, sum høvdu søkt starv í
stórum orkestri, vóru til samrøðu.
Knappliga letur vinnmaðurin hurð
ina upp og skumpar meg inn. Men í
staðin fyri at fara í panikk, valdi eg
bara at lata sum um, at eg veruliga
ætlaði mær starv. Eg veit ikki,
hvat dómsnevndin helt um henda
spinkla, unga drongin í stuttum
buksum, men eg fekk starv, greiðir
Frederic Balazs stillisliga frá.
At hann slapp til USA í 1940
var eisini eitt sindur av tilvild.
Men sum ein rættur amerikanari
er hann ein ambitiøsur maður,
og í USA hevur hann arbeitt
sum violinistur, stjórna stórum
orkestrum og skriva tónleik.
Eg vildi hava navn mítt í
neon, sigur Frederic Balazs og
finnur eina mynd fram, har eitt
neonskilti á einum konserthúsum
sigur, at í kvøld verða spæld
stykki eftir Mahler og Balazs
Men eg skilji ikki, hví teir
skulu seta hitt navnið framman
fyri mítt, sigur hann og hyggur
strangur upp á Moniku.
Eg meini so við, hvør kennir
Mahler, sigur hann við einum
speiskum smíli.
New Frontiers
Eitt av hjartamálunum hjá Frede
ric Balazs er at geva fólki, sum
lítið og onki kennir til klassiskan
tónleik, nýggjar tónleikarligar
upplivingar og innlit. Hann var í
mong ár leiðari fyri ein stovn, sum
skipar fyri klassiskum konsertum á
barnaskúlum, men tað er ikki bara
millum børn, at Frederic Balazs
hevur verið við til at flyta mørk.
Eg eri útnevndur indianara
høvdingi millum Kiowa indinarar.
Har eiti eg Chief Fire Music
Maker. Tað var tí, at eg einaferð
fór at vitja ein hundrað ára gaml
an indianarahøvding. Eg spældi
violin fyri honum, og hann var
púra burtur í tónleikinum. Hann
hevði ongantíð hoyrt livandi
violintónleik fyrr.
Eina aðru ferð fekk eg høvi
at vitja ein sokallaðan heilagan
fólkabólk á hálendinum í Ný
guinea. Tey vóru innsmurd í runu,
og tá eg tók violinina fram, fóru
tey øll upp at ýla. Eg helt, eg var
komin til mína síðstu løtu. Men
so fekk leiðarin tey at tiga, og tey
sótu pinnastill, meðan eg spældi.
Tá eg varð liðugur, fóru tey aftur
upp at ýla, men hesuferð var tað
í fagnaði av tónleikinum, greiðir
Frederic Balazs frá.
A Place Called Leirvík
Hesa vikuna hevur Frederic Balazs
verið í Leirvík, og mánadagin
hevði Monika Stauss Joensen
skipað fyri einum hugnakvøldi fyri
innbodnum í Bátasavninum. Hon
og Ólavur Jakobsen spældu løg á
guitara og violin, og tey greiddu
frá um Balazs og konsertferð
teirra í USA.
Ólavur greiddi frá, hvussu væl
Frederic Balazs dugdi at fáast
við bæði høg og lág. Um tað vóru
rík fólk í Los Angeles ella børn
í einum lítlum bygdaskúla, so
var hann tann sami og líka væl
dámdur av øllum. Og sum hesin
eldri amerikanarin gekk millum
seksmannaførini og prátaði við
Leirvíkingar og onnur, livdi hann
onkursvegna upp til orðini hjá
Ólavi.
Vinabond hava onki við
støð ella materiell ting at gera.
At Monika býr í Leirvík og eg í
USA er bara tilvild, men okkara
vinaband er nakað andaligt
og ævigt. Og tónleikur er sum
vinabond, hann er tann sami
allastaðni, staðfesti Frederic
Balazs.
Balazs um lívið í Leirvík
Í USA eru tað nógvir tónleikarar, sum leita eftir eydnuni og royna
at fanga alabogan, men í teirra stremban, missa tey seg sjálvi
burtur. Monika hevur valt eitt stilt lív her í Lorvík, men tað er
ikki nakað fátækt lív. Hon hevur eina fantastiska familju og eitt
fantastiskt umhvørvið. Hon øvar á violinini, samstundis sum hon
ger døgurða, koyrir ørindi, vitjar vinfólk, hjálpir børnunum, fer
til arbeiðis, og alt hitt sum hon far frá hondini hvønn dag. Lorvík
hevur gjørt hana til ein enn betri violinist, tí hon hevur eitt heilt
lív og er ein heilur persónur, heldur Frederic Balazs.
Hann spældi fyri Hannu
Tá Balazs var í Føroyum seinast var hann so hugtikin av einari eldri
konu, sum hann kom at kenna. Monika visti av hesum, og onkuntíð
tá hon hevur sent honum brøv, hevur hon lagt eina lítla bók við og
skriva , at hon var frá Hannu. Í dag er Hanna heilt í ørviti, og Balazs
hevur ikki spælt violin í meira enn eitt ár. Men tá hann og Monika
fóru at vitja Hannu, helt Monika fyri, at hann var noyddur at spæla
fyri henni. Á ellisheiminum tók hann violinina fram, stillaði seg við
síðuna av Hannu og spældi eitt vakurt lag. Hon sat og ruggaði í
takt, og ikki eitt eyga var turt, sigur Monika.
ein perla. Hóast tit eru partur av heiminum, so eru tit heilt øðrvísi, og tað er
akandi, sigur 87 ára gamli amerikanski komponisturin, Frederic Balazs. Hann
na stóra altjóða karrieru, og í hesum døgum er hann og vitjar vinfólk í Lorvík
ristian Vang
Frederic Balazs hevur glett seg at heilsa uppá 9 ára gomlu Deboru, sum var við
til allar konsertirnar fyri níggju árum síðani, men sum ikki kom til verðina, fyrr
enn hann var farin avstað aftur