Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-21, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. september 2007síða 2

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 183 - 21. september 2007 Stjóri til SEV Sóknast verður eftir stjóra til SEV at taka við teimum mongu avbjóðingum, ið liggja fyri framman. Elfelagið gongur ímóti broytingartíðum við m.ø. nýggjari elveitingarlóg og bygnaðar- broytingum. Tann, sum settur verður, skal hava hug og evni at taka við hesum avbjóðingum. Høvuðsuppgávurnar Stjórin hevur dagligu fyristøðu felagsins um hendi, og hann vísir beinleiðis til SEV-stýrið, sum hevur yvirstjórn felagsins. Stjórin skal áhaldandi menna felagið, so SEV framhaldandi verður ført fyri at nøkta alsamt vaksandi eltørvin. Stjórin skal skipa fyri, at SEV áhaldandi gongur á odda í at menna og troyta varandi orkumøguleikar. Stjórin hevur ábyrgdina av, at trivnaðurin hjá starvsfólkunum og menningin av starvsfólkahópinum eru í hásæti. Fleiri upplýsingar Um tú vilt hava meira at vita um starvið, kanst tú seta teg í samband við Leiv Hansen, stýrisformann, á telefon 21 67 18. Eisini ber til at senda teldubræv til lh@sev.fo. Allir fyrispurningar verða viðgjørdir í trúnaði. Setanartreytir Starvið er lønt samsvarandi 40. lønarfl okki í lønartalvuni fyri Tænastumenn landsins, við tilhoyrandi viðbót. SEV rindar harumframt 15 prosent í eftirlønargjaldi. Starvið er tó ikki tænastumannastarv. Aðrar setanartreytir verða sambært nærri avtalu. Førleikakrøv Vit vænta, at tú hevur hóskandi útbúgving frá hægri lærustovni ella samsvarandi førleikar og royndir. Vit vænta, at tú hevur bæði tekniskt og umsitingarligt innlit. Vit vænta, at tú hevur leiðsluroyndir. Vit vænta, at tú hevur góð evni at motivera. Vit vænta, at tú hevur góð evni at samstarva. Vit vænta, at tú dugir væl at samskifta. Vit vænta, at tú hevur góðar málførleikar í føroyskum, donskum og enskum. Umsóknarfreistin er 19. oktober 2007. Umsóknir og CV skulu sendast til: Elfelagið SEV, Stílað: Leivur Hansen, stýrisformaður Landavegur 92, Postsmoga 319, FO-110 Tórshavn. Viðmerk á brævbjálvan: Umsókn, stjóri. R E P R O Z SEV er interkommunalur felagsskapur og størsti elframleiðari í Føroyum. SEV eigur elnetið og hevur veitingarskyldu, sum ber við sær, at tað er álagt felagnum at veita vinnulívinum og øllum føroyingum støðugan streym alt samdøgrið eftir tørvi. SEV er eftir føroyskum mátistokki ein stór fyritøka, sum í 2006 umsetti fyri 238 milliónir krónur. Umleið 150 fólk starvast hjá SEV. www.sev.fo Vit vilja styrkja okkara samleika og sjálvsvirðing. Vit skulu støðugt bjóða okkum sjálvum av og nútímansgera okkara mentan, so at vit errin trína út í heim sum føroyskir heimsborgarar. Les meira á www.tjodveldi.fo/samleiki Hjartamál 2/5 Okkara samleiki