fríggjadagur 21. september 2007síða 2
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti
2
klumman
umborð
Rigmor Dam
blaðkvinna
Nr. 183 • 21. september 2007
Går den, så går
den!
Eg havi ein grundaðan illgruna
um, at útgangsstøðið hjá nógv
um handilsfólkum er “går den,
så går den!”.
Tá bensinstøðin selur breyð,
matvøruhandilin motorolju og
bakarin epli, er serkunnleikin
og stoltleikin mótvegis dygd,
trygd og tænastu skúgvaður til
viks fyri ussel mammon.
Hetta gav alvorliga at bíta
sunnudagin, tá gamla her
hevði forlovað seg og bjóðað
gestum til steik og buding. Í
botninum á kustaskápinum lá
ein hýggjuskotin eplaposi við
spírum og bananflugum. Halt
kjaft, eg eri kiksað.
Sløkti fyri ovninum, smoygdi
lillavornu sandalirnar á føtur
nar, grøna chiffonturriklæðið
um hárið og gula regnjakkan
um herðarnar. Og so avstað –
oman til bakaran at keypa epli.
Innkomin vísti tað seg, at ikki
færri enn tríggir aðrir kundar
høvdu somu ørindi sum eg. Har
stóðu vit so og keglaðust eina
løtu við skirvisliga eplaplattin,
har gula prísskeltið boðaði
frá, at 2 kg av donskum eplum
kostaðu 24,95. Problemið
var bara, at eplini vóru bæði
svamputt og grøn.
Føroyingum líkt fóru tvær
av konunum avstað við hvør
sínum pakka, meðan eg og
havnarmaðurin er hann
nevndur, er hann kendur, stóðu
eftir og høvdu ikki ordiliga hug
at keypa hasi eplini. Tí, hvør
hevði góðtikið at helvtin av
rugbreyðinum var moðið?
So var tað, at vit funnu uppá
ráð. Hann yvir til kassan, biður
um fýra tómar breyðposar,
tveir til hansara og tveir til
mín. Kruvdu fýra eplaposar, og
fóru so málrættað og flennandi
undir at sortera – góð epli í ein
posa og rotin í ein, inntil vektin
í grønmetisdeildini kunngjørdi,
at nú vóru 2 kilo av góðum
eplum í tveimum hvítum breyð
posum, ein í part.
Óivað hildu søtu skúlagent
urnar, sum stóðu við kassan
hendan gula sunnudagin, hetta
vera svakasta eplaparið, tær
nakrantíð høvdu upplivað, tá
vit bóðu tær koyra posarnar við
spiltum eplum í skrell, meðan
vit rindaðu fyri hinar.
Men lítið vita tær, tí “går
den, så går den!”
Búgvi Jacobsen er úr
Nólsoy. Hann hevur
siglt at kalla alt sítt lív,
øll árini við trolara. Nú
Føroya Fiskavirking
keypti Rók og Lerk úr
ávikavist Írlandi og
Skotlandi, er hann
hendan fyrsta túrin
umborð á Róki, har
hann bæði kokkast og
er á dekkinum
Vit fóru út seinasta fríggjakvøld
á fyrsta veruliga túrin hjá Róki.
Makkari er í løtuni Bakur, sum er
liðugur á bedingini í Klaksvík. Á
royndartúrinum herfyri var Rókur
úti saman við Stelki, sum nú er á
beding í Klaksvík. Fiskiskapurin er
sera vánaligur í løtuni.
Tað sigur Búgvi Jacobsen, sum
var staddur á brúnni á Róki, tá ið
vit ringdu at fregnast.
Hann sigur, at teir hava mist
nakað av fiskitíð hendan fyrsta
túrin, tí teir hava verið í landi
aftur við fólki, sum hava verið
umborð og fylgt við, hvussu
nýggja útgerðin, sum teir hava
fingið umborð, riggar.
Hetta er fimtu ferð á túrinum,
at trolið er úti. Fiskiskapurin
hevur ligið millum 15 og 18 kør í
hvørjum háli, og hvørt karið tekur
umleið 600 pund. Tað mesta av
veiðini er upsi.
Garvaði skiparin, Ólavur Sam
uelsen, er á brúnni á Róki hendan
túrin, og umborð á Baki er Kjartan
Egholm, ið eisini hevur drúgvar
royndir í skiparastólinum.
Tá hesir menninir ikki fáa stór
vegis av fiski á kendum leiðum,
man lítið vera til undir bátinum í
løtuni.
Nýggja útgerðin, sum Búgvi
sipar til, er ein skipan, sum ger, at
skiparin á øðrum skipinum kann
hava alla ”manøvrina” við bæði
stýring, ferð og spølum umborð á
báðum skipunum í senn.
Vit hava ikki havt eina slíka
skipan umborð á Baki og Stelki,
men tað hava teir umborð á
Stjørnuni og Polarhav. Eg kenni
ikki skipanina út í æsir, men sum
eg havi skilt, virkar hon væl, sigur
hann.
Búgvi letur annars væl at Róki,
sum er systirskip við Lerk, ið
er hin nýggi trolarin hjá Føroya
Fiskavirking, sum í løtuni verður
longdur á Tórshavnar Skipa
smiðju.
Jú, eg haldi, at hetta er
eitt gott og rúmligt skip. Í mun
til Bak og Stelk, hava nýggju
skipini innilokað troldekk, og
tað er avgjørt ein fyrimunur um
vetrarnar, tá veðrið leikar í. Sum
heild virka hesi skipini rúmligari
enn Bakur og Stelkur, og eg haldi
eisini, at tey rulla behagiligari.
Tey eru ikki so títt hvønn vegin,
men fara meira seigliga aftur og
fram.
Hann vísir á, at manningarum
støðurnar eru góðar.
Skipið hevur 2manskømur,
men tá vit bara eru sjey mans
við hvønn túrin, hava vit hvør sítt
kamar. Soleiðis er eisini umborð
á Baki og Stelki. Á kømrunum er
sjónvarp, men okkurt skal gerast,
tá vit koma innaftur, so vit fara at
síggja betur.
Búgvi sigur, at trý wc’ir eru
umborð, harav brúsa er í tí eina
og baðikar í hinum báðum.
Hann heldur, at tað virkar eitt
sindur undarligt, at skipið hevur
baðikar, men leggur aftrat, at
hann hevur hoyrt okkurt um, at
hetta er krav í Írlandi, haðani
skipið kom.
Eg veit ikki, hvussu hesi virka
í sjónum, tí eg havi ikki roynt tey
enn, sigur hann og flennur.
Búgvi, sum seinastu stívliga
fýra árini hevur siglt við Baki,
fer við Lerki, tá hann er liðugur
á Tórshavnar Skipasmiðju og í
Runavík, har nýggj verksmiðja
verður sett í skipið, og lastin skal
broytast eitt sindur.
Manningartalið umborð á Róki
er hitt sama sum umborð á Baki,
7 mans hvønn túrin.
Í fleiri ár havi eg kokkast um
borð og annars verið á dekkinum.
Mær dámar væl at fáast við mat,
eisini tá eg eri heima.
Tað hevur lætt nógv um, at
skipini nú hava kryvjimaskinur.
Vaktirnar vóru mangar langar,
tá nógvur fiskur var at fáa, og
upsin var óvanliga smáur. Nú
tekur tað minni enn helmingin
av tíðini at fáa eitt hál til høldar.
Vit hava tvær kryvjimaskinur, og
fiskurin kemur til maskinurnar
eftir flutningsbandi. Ein maður
stendur við hvørja maskinu.
Búgvi sigur, at fríløturnar eru
vorðnar fleiri við kryvjimaskin
unum, og hetta kemur ikki minst
honum til góðar, sum noyddist at
finna sær løtur at kokkast í, tá
minni var at gera.
Eg plagi at finna mær løtur, tá
tað ikki er so rokaligt á dekkinum.
Vit eta oftast døgurða á middegi,
men tað er ikki altíð, at tað letur
seg gera. Manningini dámar væl
at fáa døgurða um middagin,
sigur Búgvi.
Í fleiri ár sigldi hann við gomlu
kubabátunum, og eitt nú var
hann leingi saman við bygdar
manninum, Kristini Hansen, sum
skipara.
Búgvi var bert 14 ára gamal,
fyrstu ferð hann søkti sjógvin.
Tá fór hann umborð á fyrstu
Margrethu, ið var trolbátur, sum
pápi og pápabeiggjar hansara
áttu. Skipið var uppkallað eftir
ommuni, Margrethu Jacobsen,
vanliga rópt Margretha á Skúr,
ið var gift navnframa, Juul
Jacobsen, sála.
Juul, sum í sínari tíð sat á tingi,
var soleiðis abbi Búgva.
Tá Búgvi hevði siglt í nøkur
fá ár, fór hann í maskinlæru
á Tórshavnar Skipasmiðju og
gjørdist maskinsmiðjur fýra ár
seinni.
Eitt skifti eftir lærutíðina,
sigldi eg sum maskinmaður við
Munki. Annars havi eg bara siglt
sum dekkari og kokkur øll árini,
eg havi verið á sjónum, sigur
hann.
Tá ið pápi og pápabeiggjarnir
hjá honum høvdu selt Margrethu,
keyptu teir nøkur ár seinni fiska
virkið í Nólsoy.
Teir róku virkið í nøkur ár, og
nøkur ár inn í nítiárini keyptu teir
sær rækjubát, sum teir eisini
kallaðu upp eftir Margrethu. Eini
23 ár seinni varð báturin seldur
og gjørdist tá supplybátur.
Eg var við rækjubátinum,
og vit fiskaðu á vanligu rækju
leiðunum hjá føroyingum – í
fyrsta lagi á Flemmish Kap og
uppi við Svalbard. Mær dámdi
eisini hetta lívið rímiliga væl, og
túrarnir vardu ongantíð longri
enn tveir mánaðir, sigur Búgvi
Jacobsen.
Kokkurin eisini á dekkinum
Búgvi Jacobsen hevur siglt, síðan hann fór úr barnaskúlanum, undantikið tey fýra árini hann lærdi til maskinsmið
á Tórshavnar Skipasmiðju. Hann siglir sum kokkur, men umborð á føroysku ísfiskatrolarunum er kokkurin nógv á
dekkinum. Her tekur hann ein upsa úr trolinum umborð á Baki Mynd: Maria Olsen
Umborð
Vilmund Jacobsen
blaðmaður
vilmund@sosialurin.fo