Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-05-10, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. mai 2001síða 6

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 89 - 10. mai 2001 Nr. 89 - 10. mai 2001 11 gult10 cyan10 magenta10 svart10 gult11 cyan11 magenta11 svart11 C M Y K Norrøna byrjar summarsiglingina í næstu viku, tá farið verður úr Hanstholm til Føroya. Útlitini eru hampilig, verður sagt av Smyril Line FERÐAVINNA Edvard Joensen Norrøna byrjar summar- siglingina úr Hanstholm leygardagin tann 19. mai. Útlitini fyri sumrinum eru hampilig, sigur Áki Jesper- sen, leiðari á ferðafólka- deildini hjá Smyril Line. Í ár er ein vøkstur í ferða- fólkatalinum upp á eini átta-tíggju prosent í mun til í fjør. Vøksturin stavar bæði frá útlendingum og føroying- um. Og talan er bæði um ferðafólk og bilar. Av útlendingum eru tað serliga italienarar, týskarar, franskmenn, norðmenn og íslendingar sum bera tann stóra vøksturin í ár, sigur Áki Jespersen. Tað eru fólk, sum ferðast við camp- ingbilum, sum koma í størri tali í ár enn undanfarin ár. Men eisini týskarar og fransar eru góðir kundar hjá Norrønu, sigur hann. Summarsiglingin i ár byrjar eina viku seinni, enn hon gjørdi í fjør, og heldur á til tann 8. september, tá Norr- øna kemur til Hanstholm á seinasta túrinum í summar. Tá Norrøna fer í reglu- ligu summarsiglingina, fer farmaskipið Claire, sum Smyril Line fyrr hevur leig- að, at røkja farmarutuna. Áki Jespersen sigur, at tað verða túrar í summar, har so nógvir bilar eru bookaðir á Norrønu, at hon klárar ikki at flyta allar. Men teir koma ikki at standa eftir kortini. Teir verða koyrdir umborð á Claire, sum fer nakrar tímar undan Norrønu úr Hanst- holm og er í Føroyum eitt sindur fyrr enn Norrøna. Soleiðis fáa fólk sínar bilar við, hóat tey ikki fylgjast á sama skipi. Danmark størst Nógv tað størsta talið á ferðafólki er enn sum áður á Danmarkarrutuni. Eisini føroyingar ferðast mest til Danmarkar, sigur Áki Jesp- ersen. Danmark hevur eisini nógv tilboð, sum føroying- ar, kanska serliga tey, sum ferðast við børnum, fara til. Eitt nú Danland, sum er at finna nógvastaðni. Eisini Lalandia á Lollandi, sum hevur eina rúgvu av møgu- leikum, og onnur slík ferða- støð eru nógv umhildin av føroyingum. Hin vegin hevur tað ging- ið tyngri at fáa fólk at fara til líknandi støð í Norður- týsklandi, sum Smyril Line eisini hevur havt tilboð uppá. Annars er gongdin við at fara tann vegin, sigur Áki Jespersen, at fólk velja at ferðast meira í egnum bili. Sonevndar bilferðir, har tey flyta seg stað úr stað. Slíkar ferðir kunnu keyp- ast lidnar hjá Smyril Line, ella fólk kunnu velja at fara avstað og so bara koyra hagar, teimum tykir fræg- ast. Hini londini Hóast flestir føroyingar fara til Danmarkar, eru tað kortini tey, sum fara aðra- staðni. Noreg verður eisini væl vitjað av føroyingum. Men Noreg er eitt sindur øðrvísi frítíðarland enn Danmark, sigur Áki Jespersen. Í Nor- eg eru tað meira summar- hús enn stóru íbúðarkom- pleksini, fólk vitja. Tó hevur Smyril Line samstarv við eitt frítíðar- stað í Gol í Hallingdalin- um, sum minnir eitt sindur um tey donsku, tá hugsað verður um tilboðini til gest- irnar. Tað tekur einar fimm tímar ella so at koyra úr Bergen til Gol. Á Bergensrutuni eru eis- ini teir væl kendur Mini Cruise túrarnir hjá Smyril Line. Eisini til Hetlands er møguleiki at fara bæði styttri og longri túrar. Shet- land Cruise, har bíðað verður í Hetlandi, meðan Norrøna er í Bergen. Ella eisini longri túrar, sum Smyril Line kann skipa fyri. Gistingarmøguleik- arnir eru góðir í Hetlandi, og hotellini eru á altjóða støði, sigur Áki Jespersen. Hevur fólk so hug at fara víðari til Bretlands, er sam- starv við ferjufelag úr Ler- wick til Skotlands. Áki Jespersen sigur, at komandi ár fer P&O Ferr- ies, sum hevur røkt hesa rutuna, at gevast, og eitt nýtt felag fer at byrja við spildurnýggjum ferjum. Eisini Ísland gevur góðar møguleikar at ferðast í, og fleiri velja eisini at fara tann vegin. Har er møgu- leiki at koyra runt landið á bussferðum, sum Smyril Line skipar fyri. Eisini er møguleiki at gista, sum ein- um lystir á hotelli, vallar- heimi ella at fara á so- nevndu bóndagarðsferiurn- ar. Eisini hesar møguleik- arnar nýta føroyingar bæði einsæris og í bólki. Og Føroyar Men tað er ikki bara at senda fólk av landinum, tað snýr seg um hjá Smyril Line. Incoming deildin á Smyr- il Line hevur samstarv við feløg sum Toru Turist og Mouritsens Bussar um ferðing í Føroyum. Skipað verður dagliga fyri útferðum kring oyggj- arnar. Bæði á sjógvi og landi. Siglt verður ymsastaðni fram við landi, eins og koyrt, gingið og riðið verð- ur, alt eftir hvussu ferða- maðurin ynskir at ferðast. Eitt avgjørt aktiv í før- oyskari ferðavinnu seinnu árini hevur verið Norðlýsið, sum Smyril Line eigur meirilutan í. Tað er parta- felagið Útferðir, sum stend- ur fyri rakstrinum av Norð- lýsinum. Norðlýsið er seinnu árini marknaðarført úti í heimi, og er neyvan ferðamaður, sum kemur til Føroya, sum ikki kennir skipið, so ella so. Smyril Line hevur eisini egnar gistingarmøguleikar í høvuðsstaðnum har felagið eigur Hotel Føroyar og Vallaraheimið Tórshavn við Oyggjarvegin. Áki Jespoersen sigur, at Smyril Line eisini hevur eina rímiliga góða heima- síðu á Internetinum, har til ber at fara inn at hyggja, hvat felagið hevur at bjóða, og so bíleggja sær ferðina beinanveg. Hann sigur, at tann møguleikan hava fleiri fólk úti í heimi nýtt. Hann nevn- ir eitt nú eystureuropearar og amerikanarar, sum hava funnið Smyril Line og Før- oyar tann vegin og hava keypt sær ferð hendanveg av tí sama. Summarfeðaætlanin komandi ár fer at líkjast teimum undanfarnu í stóran mun, sigur Áki Jespersen. Men tá nýggja Norrøna kemur í 2003, verða møgu- leikarnir heilt aðrir, enn teir eru í dag. Tó ber ikki til at siga heilt greitt nú, hvussu tá fer at síggja út. -Men spennandi verður tað, og okkurt fer at koma aftrat, væntar Áki Jesper- sen, leiðari á ferðafólka- deildini hjá Smyril Line. Spennandi summar Tað er eisini nógv sjáldsamt og vakurt at síggja hjá teimum, sum ferðast í Føroyum Mynd: Edvard Joensen Áki Jespersen, leiðari á ferðafólkadeildini á Smyril Line Mynd: Edvard Joensen Í Býin Mat- seðilin NÁTT- BUSSURIN hjá Øssuri Christiansen Leygarkvøldið: • Úr Vestmanna kl. 24 • Úr Tórshavn kl. 01 • Úr Vestmanna kl. 04 • Úr Tórshavn kl. 05 (Koyrt verður um Kvívík og Kollafjørð, tá fráboðan fyriliggur) Onnur kvøld kann koyrast eftir avtalu Tlf. 424254 Bussarnir: Tlf. 287752 • 286254 Í BÝIN