hósdagur 10. mai 2001síða 7
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 89 - 10. mai 2001
gult12 cyan12 magenta12 svart12
gult13 cyan13 magenta13 svart13
C
M
Y
K
– Tað er nógv fyri,
men eitt tað størsta
takið hjá okkum und-
ir verkfallinum, verð-
ur at verja okkum fyri
verkfalsbrótarum úr
Havnar Arbeiðs-
mannafelag, sigur
Ingeborg Vinther
VERKFALL
Áki Bertholdsen
–Vit ætla at gera okkara ít-
arsta fyri at verkfallið verð-
ur so effektivt sum gjørligt.
Tað segði Ingeborg Vinther,
forkvinna í Føroya Arbeið-
arafelag í gjáramorgunin.
Føroya Arbeiðarafelag og
Havnar Arbeiðskvinnufelag
lýsti verkfall mikunáttina
og í gjáramorgunin arb-
eiddu tey av kraft fyri at
skipa verkfallið, so at tað
bleiv so effektivt sum gjørl-
igt.
Av tí, at Havnar Arbeiðs-
kvinnufelag og arbeiðara-
feløgini í Klaksvík hava
skrivað undir sáttmála,
kann tað blíva trupult at
gera verkfallið effektivt.
Men Ingeborg Vinther
leggur dent á, at tey ætla at
seta hart ímóti hørðum.
Og hon sigur, at tað tykist
sum um, at tey fáa brúk fyri
tí frá fyrsta bríksli.
– Tað frættist longu um,
at bilar eru á veg úr Havnini
inn í Eysturoynna við
farmi.
Ingeborg Vinther sigur, at
tann
flutningurin
skal
steðgast, tí Eysturoy er
varkfalsrakt arbeiði og tísk-
il er tað verkfalsbrot at flyta
farm í Eysturoynna.
– Um neyðugt fara vit at
seta tiltøk í verk og at blok-
era vegirnar fyri at steðga
farmaflutninginum út á
bygd, sigur Ingeborg Vinth-
er.
– Sostatt sær út til, at ein
av okkara mest krevjandi
uppgávum verður at verja
okkum fyri verkfalsbrótar-
um úr Havnar Arbeiðs-
mannafelag og tað er nógv
fyri, heldur Ingeborg Vinth-
er.
Skal ikki misbrúkast
Áður, tá ið verkfall hava
verið, hevur tað eisini rakt
Strandferðsluna og ikki
minst siglingina hjá Smyrli,
tí teir, sum binda skipið í
Suðuroy, eru limir í Føroya
Arbeiðarafelag.
Men
hesuferð
siglur
Smyril sum vant.
– Vit vilja vera lagalig og
vit duga ikki at síggja enda-
málið í at forða fyri vanlig-
um ferðafólkaflutningi, sig-
ur Ingeborg Vinther.
Men hon leggur dent á, at
farmur skal ikki flytast við
Strandferðsluni, hvørki við
Smyrli til Suðuroyar, ella
við øðrum bátum til út-
oyggjarnar.
– Vit hava eina avtalu við
Strandferðsluna um, at
farmur skal ikki takast við
bátunum til tey økini, sum
eru rakt av verkfalli. Og
hendan avtalan skal hald-
ast.
Hon sigur, at tey fara at
seta fólk at ansa eftir, at
hendan avtalan ikki verður
misbrúkt.
– Vísir tað seg, at fólk
misbrúka avtaluna, so at
t.d. hvør persónbilur er full-
ur av farmi, verður eisini
Smyrli lagdur, sigur Inge-
borg Vinther.
Havnar Arbeiðs-
mannafelag er ikki
sinnað at átaka sær
leiklutin sum verk-
falsvakt fyri Føroya
Arbeiðarafelag og
Havnar Arbeiðs-
kvinnufelag
VERKFALL
Áki Bertholdsen
–Allur farmur, sum kemur
til Havnar, verður lossaður.
Vit fara ikki at spyrja eftir,
um farmurin skal út á bygd,
ella ikki.
Karl Johansen, formaður
í Havnar Arbeiðsmannafel-
ag, ger púra greitt, at hann
fer ikki at átaka sær leiklut-
in sum verkfalsvakt fyri
Føroya Arbeiðarafelag og
Havnar Arbeiðskvinnufel-
ag, nú tey hava lýst verk-
fall.
Tá ið Føroya Arbeiðara-
felag og Havnar Arbeiðs-
kvinnufelag lýsti verkfall
beint eftir midnátt síðstu
nátt, legði Ingeborg Vinth-
er, forkvinna í Føroya Arb-
eiðarafelag áherðslu á, at
tey fóru at gera sítt til, at
verkfallið bleiv so effektivt
sum gjørligt.
Eitt nú fóru tey at bera so
í bandi, at farmur, sum
skuldi á bygd, varð bloker-
aður.
Hetta kann annars gerast
ein trupulleiki, nú Havnar
Arbeiðsmannafelag hevur
gjørt sáttmála, og tí arbeiðir
sum vant.
Støðan kann tí gerast
tann, at allur farmurin verð-
ur bara lossaður í Havn og
so koyrdur út á bygd.
Og Karl Johansen ger
púra greitt, at hetta er ikki
ein spurningur, sum Havnar
Arbeiðsmannafelag kann
leggja seg út í.
– Vit fara ikki at sortera
farm, sum kemur til Havn-
ar. Tann farmur, sum kem-
ur til Havnar, verður sostatt
lossaður, sigur Karl Joh-
ansen.
Hann sigur, at koma bilar
eftir farminum, fer Havnar
Arbeiðsmannafelag ikki at
spyrja, hvagar farmurin
skal, áðrenn bilarnir verða
lastaðir.
Ingeborg Vinther segði
við Útvarpið í gjáramorg-
unin, at allur farmur, sum
skal út á bygd, er verkfals-
rakt arbeiði, sama, hvar
hann verður lossaður.
– Eg vil fegin síggja teir
fakfelagsleiðarar og tey
fakfeløg, sum fara at gera
seg til verkfalsbrótarar, sig-
ur Ingeborg Vinther.
–Tað fáa vit ikki gjørt so
nógv við. Vit hava ongantíð
sortera frakt og tað kunnu
vit heldur ikki gera hesu-
ferð. Vit gera akkurát, sum
vit plagdu, sigur Karl Joh-
ansen.
Ingeborg Vinther:
Vit seta hart ímóti hørðum
–Verður tað neyðugt, fara vit at blokera vegirnar fyri at forða fyri, at farmur verður fluttur til
verkfalsrakt øki, sigur Ingeborg Vinther.
Karl Johansen:
Vit gera sum vit plagdu
– Vit fara ikki at spyrja eftir, um farmurin, sum verður lossaður í Havn, skal út á bygd, ella ikki, sigur formaðurin í Havnar
Arbeiðsmannafelag
Landshandilin í
Havn, sum umboðar
Fuji video og kasettu-
bond, og fløgur, hev-
ur lánt ein MCC
Smart Cabrio frá Fuji
Danmark, til at seta
inn í stóru handils-
húsini til at marknað-
arføra teirra vørur.
BILAR
Magnus Gunnarsson
Fuji Danmark hava brúkt
hendan Smart bilin til at
standa inni í stórum hand-
ilshúsum við teirra vørum.
Orsøkin til at teir brúka ein
Smart, er at bilurin er lítil
og lættur at fáa inn í handl-
arnar og hann vekjur ans,
so fólk koma yvir at hyggja
eftir bilinum samstundis
sum tey síggja Fuji vørurn-
ar. Framleiðslan hjá Fuji í
Evropa er í Køln í Týslandi,
og Fuji Danmark leverar
vørurnar til Landshandilin í
Havn. Smart bilurin stend-
ur nú inni í Miklagarði í
SMS, fyltur við Fuji vør-
um. Bilurin kemur at verða
har eina tíð, til hann skal
inn í nýggja Bónus handilin
á Óðinshædd, og møguliga
eisini aðrar handlar.
Micro Compact Car
Smart verkætlanin kom
upprunaliga frá designara-
sentrinum hjá Mercedes-
Benz í USA, men tað vísti
seg at Nicolas Hayek, stjóri
á Swatch urverksmiðjuni í
Sveits, hevði næstan sama
hugskot. Hetta førdi til
samstarv millum Mercedes
og Swatch um hendan lítla
og orkusparandi býbilin.
Tað at bilurin fekk eina
ógvuliga trupla byrjan,
førdi við sær at Swatch ur-
verksmiðjan tók seg úr
samstarvinum, og Daimler-
Chrysler yvirtók fyritøk-
una, sum nú eitur MCC
Gmbh, ið er ein stytting av
Micro Compact Car.
Tvey sitipláss
Bilurin er bert 2.50 m lang-
ur, umleið sama longd sum
ein lastbilur er breiður.
Motorurin liggur omaná
bakaksulinum, og bilurin
trekkjur við bakhjólunum.
Bilurin hevur Tiptronic aut.
gearkassa, og 6 gear at
skifta manuelt. Smart, sum
bert hevur tvey sitipláss, er
gjørdur út frá kanningum
sum vísa, at tað sum oftast
eru tvey fólk í teimum
smáu bilunum sum koyra
inni í býunum. Serliga
konufólkini hava tikið væl í
móti Smart, sum er nógv
brúktur í stóru býunum í
Evropa, har tað vegna
plásstrot er sera hent at
hava ein bil sum bert er
2,50 m langur, og harvið
lættur at parkera.
Smart skal tað vera
- MCC Smart Cabrio
Nr. 89 • hósdagur • 10. mai 2001 • 75. árgangur
MCC Smart er bert 2.50 m
langur. Stoff-takið verður
latið upp við at trýsta á ein
knøtt á gardanboksini
MCC Smart Cabrio
Motorurin:
3 syl. 0.6 litur 55 hk
0-100 km/t:
17,2 sek
Bensinnýtsla:
20,8 km/l
Dekkstødd:
framman: 145/65-15, aftan: 175/55-15
Stødd og vekt:
Longd: 250 cm, Breidd: 154 cm, Hædd: 155 cm,
Eginvekt: 750 kg, Viðførisrúm: 150 litur