fríggjadagur 21. september 2007síða 14
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 183 - 21. september 2007
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Leygardagin 22. september
kunnu
foreldur
okkara
Sanna og Daniel Pauli halda
gullbrúdleyp.
Pápi hevur altíð verið
álitismaður
sum
fáur.
Longu sum 14 ára gamal
bleiv hann “maður í húsi
num” tá hann sum einsa
mallur beiggi saman við 6
systrum misti pápan.
Evnini og heilsan hava
altíð verið góð, so hann
hevur ikki tikið skaða av at
arbeiða nógv og hart.
Eftir
barnaskúlan
fór
hann í læru sum timburmað
ur, og eftir at hava smíða í
nøkur ár, fór hann fyrst í
60’unum at starvast á Tøt
ingarvirkinum, har hann
var í 23 ár, tey flestu sum
formaður.
Sjónáttúran hevur altíð
verið ring, men hevur hann
tó roynt sjólívið í styttri tíð
arskeið. Á yngri árum var
hann við Kongshavn og í
80’unum var hann nakrar
túrar við Jupiter. Eftir hetta
hevði hann fast starv hjá
Landsverk, sum arbeiðs
formaður, inntil hann fall
fyri aldursmarkinum hjá tí
almenna.Síðan tá arbeiddi
hann á Aluplast,og hesi
seinastu 2 árini hevur hann
smíða saman hjá tí elsta ver
soninum.
Á øðrum økjum hevur
pápi eisini verið virkin, og
er tað enn. T.d. hevur hann
verið deknur við Gøtu
kirkju líka síðan 1972.
Hann hevur sitið í kirkjuráð
num, stýrinum fyri missi
ónshúsið,
skúlanevndini,
verið formaður í Samhald
og øðrum álitissessum við.
Í frítíðini dámar pápa
væl at verða úti í náttúruni.
Sum yngri var hann røkting
armaður, og hann hevur
altíð havt stóran alsk til djór
– sjálvur hevur hann bæði
seyð og gæs, sum hann
gongur upp í við lív og sál.
Danir plaga at siga nøku
lunda soleiðis: “Bag enhver
mand, er der en kvinde”, og
soleiðis er eisini í hesum
førinum. Mamma er fødd
og uppvaksin í Króki á Toft
um, saman við sínum 5
systkjum. Sum gentur flest
tá á døgum, fór mamma
sum blaðung genta út at
tæna, og seinni á húsarhalds
skúla í Danmark. Evnini í
einum køki eru ógvuliga
góð. Ikki eru tað so fáar
køkur og annað gott sum
eru farin í okkara búkar.
Serliga stuttligt og hugna
ligt var at verða í bønum
um sumrarnar. Tá gjørdi
mamma
drekkamunn
á
primus, og so hevði hon
altíð nýbakaða kaku, vaflur
og nýgjørt súltutoy við til
okkum.
Til hendurnar er mamma
eisini ófør, og mong eru
pløggini hon hevur bundið
og seyma, bæði til okkum,
ommubørnini
og
onnur
við.
Mamma hevur næstan
øll árini verið heimaarbeið
andi, og hevur verið pápa
og okkum børnum ein holl
ur stuðul. Sum børn minnast
vit hvussu deiligt tað var, at
mamma var heima tá vit
komu úr skúla. So skjótt
sum hurðin var latin upp,
bleiv spurt eftir mammu, og
man føldi luktin av nýbak
aðum køkum ella bollum,
men um mamma ikki var
inni, so var tað sum um
eingin var heima.
Í dag eiga mamma og
pápi 21 ommu og abba
børn, sum tey ganga uppí
við lív og sál. Vit systkin
við familju vilja við hesum
fáu orðum ynskja tykkum
hjartaliga tillukku við hes
um stóra degi, við ynskum
um eina ríka og av Gudi
signaða
framtíð.
Eisini
takka vit tykkum fyri alt tað
tit hava verið og framvegis
eru fyri okkum.
Vælkomst verður í kirkju
kjallaranum frá kl. 11 til kl.
15 leygardagin tann 22. sep
tember.
Sanna og Daniel Pauli Dalbø
gullbrúdleyp
Dagurin
22. september. Mauritius, deyður umleið ár 300. Rómverskur herhøvdingi, sum
saman við 6666 hermonnum í liði sínum (tebansku legiónini), ið allir vóru kristnir,
varð tikin av døgum. Navnið merkir blámaður.
23. september. Linus, deyður í árinum 79. Var fyrsti eftirmaður Pæturs á pávastóli í
Róm. Halgisøgur siga, at hetta er tann Linus, sum nevndur er í 2. Tim. 4, 21, men tað
vita teir ikki við vissu.
24. september. Tekla, deyð umleið ár 100. Hon hevði hoyrt apostulin Paulus prædika
og varð umvend. Hóast hon varð illa forfylgd, slapp hon undan hvørja ferð og doyði
friðarliga 90 ára gomul.
10. september fingu Jónvá
Joensen, Runavík og Jan
Thomsen, Klaksvík, ein
son. Hann var 55 cm.
langur og vigaði 3600 gr.
11. september fingu
Annika Udbø Petersen og
Bárður Johannesen,
Tórshavn, ein son. Hann
var 51 cm. langur og vigaði
3150 gr.
13. september fingu Turid
D. Poulsen og Svanur
Sveinsson, Fuglafjørður,
eina dóttur. Hon var 54 cm.
long og vigaði 4300 gr.
13. sept. fingu Petrina Berg
og Carl Á Lag, Tórshavn,
eina dóttur. Hon var 54 cm.
long og vigaði 3320 gr.
14. sept. fingu Gunnvá
Samuelsen og Jógvan
Clementsen, Tórshavn,
eina dóttur. Hon var 51 cm.
long og vigaði 3300 gr.
15. september fingu
Jákubina Thomassen og
Brian Johannesen, Toftir,
eina dóttur. Hon var 54 cm.
long og vigaði 3800 gr.
16. september fingu Rúna
F. Guttesen og Eyðun
Eliasen, Tórshavn, eina
dóttur. Hon var 54 cm.
long og vigaði 3850 gr.
17. september fingu Unn
Matras og Levi Mørk,
Tórshavn, ein son, hann
var 54 cm. langur og vigaði
3500 gr.
18. september fingu Petra
W. Mikkelsen og Per
Mikkelsen, Strendur, ein
son. Hann var 55 cm.
langur og vigaði 4150 gr.
18. september fingu
Maibritt og Ragnar í
Haraldstovu, Tórshavn, ein
son. Hann var 60 cm.
langur og vigaði 4650 gr.
19. september fingu Poula
A. og Kári Poulsen,
Klaksvík, ein son. Hann
var 56 cm. langur og vigaði
4610 gr.
20. september fingu
Duruta á Lofti og Regin
Áki Hansen, Argir, eina
dóttur. Hon var 52 cm.
long og vigaði 3400 gr.
Føðingar
20. sept. fingu Rógvi R. og Guo Qin Djurhuus, Ulsan
Korea, ein son, hann vigaði 4800 gr og var 53 cm
langur, hann hevur fingið navnið Filip
7. september fekk John eina lítlasystir. Hon vigaði
3500 gr. og var 52 cm. long. Foreldrini eru Eyð og
Torfinn Viðoy, Klaksvík
18. september fingu Rósa og Fróði Waag, Keyp
mannahavn eina dóttur. Hon var 52 cm long og
vigaði 3354 gram
Hin 17 septembur fingu Levi Mørk og
Unn Matras Tórshavn ein son, hann
vigaði 3500gr. og var 54 cm langur