Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-21, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. september 2007síða 14

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 183 • 21. september 2007 Vikuskifti 14 Orsøkin til, at vit sluppu umborð, var tann, at vit vóru í fylgi við Gunnhild Dahl Niclasen, sum hevur verið manning umborð fyrr í summar. Hon er ættað úr Havn og Klaksvík, dóttir Onnu Thomsen og Andrass Dahl Niclasen. Gunnhild hevði hug at fara umborð at heilsa upp á mann­ ingina, sum hon kendi frá hesi ferðini. Hetta var tó ikki bara sum at siga tað. Molin er jú stongdur fyri óviðkomandi. Tí mátti fáast serloyvi frá havnaskrivstovuni at sleppa út á molan, har skipið lá. At sleppa umborð var eingin trupulleiki, tá ið manningin sá, hvør ið gesturin var. Annars er 24 ára gamla Gunnhild garvaður ”sjómaður” og hevur roynt meira á sjónum enn flestu javnaldrar, eisini meira enn flestu dreingir. Hon hevur verið við skúlaskipi­ num Danmark, og hevur hon fylgt fyridøminum hjá pápanum Andrassi, sum eisini var við her 30 ár frammanundan. Hann gjørdist sjómaður og sigldi í nøkur ár. Gunnhild hevur verið til skips við Atlantic Navigator annan túrin, hann gjørdi í 2006. Haðani fór hon beint umborð á sjóverjuskipið Brimil, har hon var dekkari í sjey mánaðir. Seinasta ár var hon eisini við seglbátinum Enniway hjá Hávarði Enni, sum er sonur Birgir, á ferð til Skt. Kilda, sum er ein lítil avtoftað oyggj vestan fyri Skotland. Her síggjast framvegis leivdir av gamlari búseting. Tey vóru seks fólk við bátinum og vóru burtur í 12 dagar. Vunnu kappsiglingina Í summar arbeiddi Gunnhild umborð á skúlaskipinum Dan­ mark at gera klárt til komandi ferðina hjá teimum. Tá fekk hon møguleika at sleppa við Statsraad Lehmkuhl, sum var við í eini kappsigling Tall Ships Races fyri seglskip úr allari verðini. Kappsiglingarleiðin var úr Århus til Kotka í Finnlandi. Har var ein hópur av skipum í ymiskum støddum, og Statsraad Lehmkuhl vann kappingina bæði samanlagt og í sínum bólki. Skipið hevur verið við í kapping­ um síðan 1960, men hetta er fyrstu ferð síðan 1997, at teir hava vunnið. Seglið 2000 fermetrar Skipið verður annars mett at vera Á ferð við nors Skip Óli Jacobsen olij@sosialurin.fo Kann seta 22 segl Statsraad Lehmkuhl er 1.516 bruttotons. Tað hevur 22 segl, og samlaða víddin á teimum er 2000 fermetrar. Hetta svarar til 45 metur i fýrakant. Skipið hevur tó eisini ein 1.125 hk dieselmotor og kann í hampiligum líkindum ganga 11 míl. Longdin er 98 metrar omanfyri vatnlinjuna, breiddin er 13 metur. Hædd er 48 metrar upp í hægstu mastrina, og dýpið undir vatnlinjuni er 5 metur. Í farnu viku var norska skúlaskipið Statsraad Lehmkuhl í Føroyum. Tað var ikki opið fyri almenninginum, men kortini sluppu vit umborð og kunnu greiða eitt sindur frá lívinum umborð á einum slíkum skipi