fríggjadagur 21. september 2007síða 15
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 183 - 21. september 2007
15
nøvn
Í morgin, leygardagin 22.
september, verður Kristoffur
Dragaberg í Klaksvík 80 ár.
Hann arbeiddi í mong ár
við gravimaskinum í Klaks
vík, og eitt skifti var hann
limur í sóknarstýrinum.
Hóast hann ikki minnist
aftur á tíðina, tá ið tey búðu
har úti, so roknar Kristoffur
seg at vera ættaðar úr Svín
oy. Mamman var Anna
Sofía, fødd Thomsen og ætt
að uttan av Bø í Svínoy.
Pápin var Óla Jákup Jacob
sen, nevndur Óla Jákup
millum Garðarnar, og ætt
aður
millum
Garðarnar
heiman fyri Norðoyri.
Anna Sofía og Óla Jákup
giftust í 1914 og bygdu
uppi á Heygum í Svínoy.
Tey búðu í Svínoy, inntil
stutt eftir at Kristoffur var
føddur í 1927. Børnini hjá
Annu Sofíu og Óla Jákupi
vóru Jósef (1914), Marin
Malena
(1916),
Anna
Katrina (1918), Lisa (1921),
Rasmus
(1923),
Diana
(1925) og Kristoffur (1927).
Eftir á lívi eru Marin
Malena, sum býr í Sørvági,
og Kristoffur.
Í 1949 fekk Kristoffur
sær Dragaberg til eftirnavn.
Tað boðar eisini frá, hvussu
stóran alsk hann ber til
heimbygdina.
Í 1951 giftist Kristoffur
Helene fødd Weihe og ættað
úr Porkeri. Tey búsettust á
Bumshamri, og børnini hjá
teimum eru Óla Jákup
(1951), Elisabeth (1953),
Annufía (1958) og Daisy
(1964). Tey búgva øll í
Klaksvík uttan Annufía,
sum býr í Porkeri. Kristoffur
eigur 14 abbabørn og trý
langabbabørn. Tað var stór
ur smeitur fyri Kristoffur,
tá ið hann fyri nøkrum
árum síðani misti konuna.
Kristoffur fór fjúrtan ára
gamalur til skips við Carl
ton. Seinni sigldi hann eitt
nú við trolarum hjá Kjølbro
sum fýrbøtari, og í fleiri ár
róði hann út við Háenni,
sum Símun Mikkelsen í
Heimistovu í Klaksvík drift
aði.
Tað var nógv byggivirk
semi í Klaksvík eftir kríggið
og fram í seksti árini, tá ið
nógv fólk fluttu aðra staðni
frá og til bygdina. Kristoffur
koyrdi gravkúgv hjá komm
ununi, og seinni arbeiddi
hann fyri seg sjálvan. Okk
urt skiftið hevði hann einar
fimtan menn í arbeiði. Eftir
at hann gavst við vinnuvirk
seminum, hevur Kristoffur
fingist
við
fyrifallandi
arbeiði.
Kristoffur varð valdur í
sóknarstýrið í Klaksvíkar
kommunu í 1962. Hann
varð valdur, eftir at pápi
hansara leingi hevði sitið í
sóknarstýrinum. Kristoffur
umboðaði Tjóðveldisflokk
in, og hann sat í býráðnum
fram til kommunuvalið í
1970.
Kristoffur, sum er trúgvur,
familjukærur og sera frynt
ligur at koma á tal við, er
framvegis væl fyri. Hann er
partur av býarmyndini, og
mest sum hvønn dag gongur
hann langar túrar.
J
Kristoffur Dragaberg 80 ár
Danski listamaðurin Johs
BechJensen læt hósdagin
20. september upp eina
málningaframsýning
í
Smiðjuni í Lítluvík.
Framsýningin
hevur
heitið »Vandretur i Tors
havns gamle gader« og eru
flestu
málningarnir
við
myndevnum úr gomlu Havn
ini. Eisini eru málningar
ymsastaðni frá í Føroyum.
Nakrir av málningunum eru
akryl á fiburflátu. Hetta er
onnur framsýning hansara í
Smiðjuni.
Johs er 61 ára gamal og
uppvaksin
á
Stevns
á
Sælandi. Hann hevur málað
síðan 2000 og er sjalvlærdur.
Hann hevur fyri nógvum
árum síðan búð í Føroyum.
Framsýningin er opin til
og við mikudagin 26. sep
tember. Allar dagar frá kl.
1418.
Poul Nolsøe
Mikkelsen 80 ár
Sunnudagin 23. september
verður Poul Nolsøe Mikkel
sen í Klaksvík ella Nøddi,
sum hann verður nevndur,
80 ár. Hann hevur mest sum
alla sína tíð verið fiskimaður
og útróðrarmaður, og í ung
lingaárunum lá tað væl fyri
hjá honum í fótbólti. Hesi
evnini eru borin víðari í
soninum Jákupi, sum í nógv
ár hevur verið málverji á
landsliðnum og eisini hevur
roynt seg sum málverji í
Danmark, Noregi og Skot
landi.
Nøddi vaks upp á Vágheygnum. Foreldrini vóru Trina,
sum var ættað úr Glasstovuni í Árnafirði, og Jákup, sum
var ættaður úr Heimistovu á Uppsølum. Nøddi giftist í
1954 við Ingibjørg fødd Joensen og ættað úr Heimistovu í
Svínoy. Tey búgva í barnaheiminum hjá honum á Vágs
heygnum. Børnini hjá teimum eru Anna Katrina, Jórun,
Jónfríð og Jákup. Anna Katrina býr í Gøtu, Jórun býr á
Argjum, Jónfríð býr niðri, og Jákup býr í Klaksvík. Nøddi
eigur fimtan abbabørn, og tað er farið at leggjast afturat í
næsta ættarliðnum.
Pápin sat við festinum í Heimistovu á Uppsølum. Hann
doyði tíðliga, og Nøddi hjálpti í fleiri ár mammuni við
garðinum. Hann hevur altíð havt hug til seyð og
seyðahald.
Nøddi hevur verið óførur fiskimaður og útróðrarmaður.
Systkinabarn hansara, Urbanus Olsen, var skipari á Jógvani
S, sum var fyrsta stállínuskipið, ið kom til Klaksvíkar.
Hetta var í 1959, og Nøddi var fyrstu tíðina við Jógvani S.
Hann sigldi eisini við Klakki, sum beiggi hansara, Símun
Mikkelsen, førdi.
Nøddi róði út við eitt nú Poul Jacobi Olsen á Dalinum.
Hetta var tá ið hann í fimmti árunum førdi Ørv, og seinni
var Nøddi eisini við Ósá, sum Poul Jacob førdi. Nógvu tey
seinastu árini hevur Nøddi verið egnari hjá Háenni, sum
Poul Jákup Joensen eigur, og sum Poul Johan Joensen
førir.
Hugurin til sjógvin hevur verið ógvuliga góður, og
Nøddi hevur havt góðar gávur at arbeiða á sjónum. Hann
var tikin úr leikum sum egnari, og tá ið hann hevur havt frí
frá skipum og bátum, sum hann hevur verið við, eru
mangar løtur nýttar í neystinum í Borðoyarvík og umborð
á maskinbátinum Oknini, sum hann og bróður hanara
Sofus áttu.
Nøddi er ógvuliga áhugaður í ítrótti og serliga í fótbólti.
Tað lá væl fyri hjá teimum í Heimistovu. Sofus segðist,
eftir at hann var komin aftur úr Danmark, har hann hevði
lært, at lyfta fótbóltin í Klaksvík upp á hægri støði, og
Emil er tann einasti, sum er eftir at teimum á KÍ liðnum,
sum í 1942 vann fyrsta FM heitið í fótbólti. Nøddi spældi
sjálvur fótbólt, og hann var eisini við til at vinna føroya
meistaraheitið til Klaksvíkar.
Nú dámar honum væl at fylgja við, tá ið KÍ venur og
spælir dystir – um tað eru teir smáu ella teir vaksnu – og
lagið verður mundandi betri, tá ið tað gongst, sum tað
hevur gjørt seinastu mánaðirnar. Hann fylgir eisini væl við
í fótbólti kring alt Europa.
Føðingardagurin verður hildin í hølunum hjá Klaksvíkar
Húsmøðrafelag i Bøgøtu sunnudagin, har øll eru hjartaliga
væl komin.
J
Johs Bech-Jensen í Smiðjuni
Listamaðurin Johs Bech-Jensen hevur í hesum døgum málningaframsýning við føroyskum myndevnum í Smiðjuni í Lítluvík
Mynd: Magnus Gunnarsson
Prógv
4. juli 2007 var Marit
Mortensen liðug sum
Bachelor of Science
við útmerkilsi í
jarðfrøðisvísindi við Lærda
Háskúlan í Aberdeen