Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-21, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. september 2007síða 15

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

”undirriggað”. Tað hevur upp á seg smá segl í mun til støddina á skipinum. Hetta er ein vansi í kappsiglingum, tá ið vindurin er í lakari lagi. Best liggur fyri við frískum vindi. Gunnhild var dekkari, og hon var umborð í 11 dagar og kom sum sagt at kenna fleri av manningini. Tað eru ikki bert norðmenn, sum sigla við Lehmkul. Tá ið Gunnhild var við, vóru ellivu tjóðir umboðaðar umborð. Tað var ikki sørt av dramatikki umborð hendan túrin. Tað var ein 15 ára gomul genta, sum datt fyri borð, men hon varð skjótt bjargað. Teir vóru skjótir út við MOB-bátinum og fingu hana upp aftur. Hervið fingu teir roynt tað, sum annars er partur av venjingunum. - Eisini kom russiska sjóverjan umborð og bóðu okkum venda beininvegin, tí vit vóru eftir teirra tykki komin ov tætt at teirra sjómarki. Hetta var inni í Finsku Víkini, sigur Gunnhild. Søgan hjá Statsraad Lehmkuhl Statsraad Lehmkuhl er ein trímastrað stálbark, og hon er bygd í Bremerhafen í 1914 sum skúlaskip fyri týska handilsflotan. Tá var 1. heimsbardagi byrjaður, og bretar løgdu hald á skipið aftaná kríggið. Norsk reiðarafeløg við fyrr- verandi ráðharranum Kristofer Lehmkuhl á odda keyptu skipið, og varð tað uppkallað eftir hon- um. Hetta var eisini ein almenn viðurkenning fyri tað arbeiði, sum Lehmkuhl hevði gjørt fyri skúlaskipssøkina í Noregi. Skipið varð síðan latið stovninum Bergen Skoleskib at reka. Burtursæð frá tíðini undir 2. heimsbardaga, tá ið týskarar tóku skipið, rak nevndi stovnur Statsraad Lehmkuhl fram til 1966. Hóast almennan studning fekk skipið ikki raksturin at bera seg. Ein orsøk var, at undirtøkan frá næmingum gjørdist minni. Sjóvinnan var so mikið broytt, at tørvurin fyri royndum við segl- skipum var minkaður munandi. Ætlanin var tá at selja skipið av landinum. Tá keypti reiðarin Hilmar Reksten skipið fyri at sleppa undan hesum. Hjá honum gjørdist hetta eisini undirskot, og hann læt skipið til ein nýggjan grunn, sum rekur tað í samstarvi við hini norsku skúlaskipini Christian Radich og Sørlandet. Ikki longur skúlaskip Statsraad Lehmkuhl verður í dag nýtt til leiguferðir og til serligar ferðir, har fólk kunnu tekna 15 Nr. 183 • 21. september 2007 Vikuskifti ➘ kum skúlaskipi Ikki skúlaskip longur Tað varð neyðugt við eini umlegging av siglingini hjá Statsraad Lehmkuhl fyri at fáa javnvág í raksturin. Í veruleikanum verður skipið als ikki rikið sum skúlaskip í vanligum týdningi, har ungfólk byrja sítt lív á sjónum við at fara við skúlaskipi. Eitt av teimum heilt fáu veruligu skúlaskipunum, sum eftir eru á okkara leiðum, er danska skúlaskipið Danmark. Statsraad Lehmkuhl verður í dag nýtt til leiguferðir og til serligar ferðir, har fólk kunnu tekna seg at fara við. Gunnhild Dahl Niclasen hevur siglt við fleiri skipum, og eina tíð var hon við norska Statsraad Lehmkuhl, sum herfyri vitjaði í Føroyum