Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-21, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. september 2007síða 16

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 183 - 21. september 2007 Millum skaldini og almenningin hevur gjøgnum tíðirnar verið eitt samskifti, eyðkent av eini vissari seinkan. Frá tí Shakespeare skrivaði Hamlet, og til fólk fóru at tosa um tað veika kynið, hava ivaleyst gingið nøkur áratíggju. Í dag falla teir fyndugu droparnir skjótari av yrkjarans borði niður á fólksins tún, og tí fellur tað einum natúrligt at siga um USA, sum í hesum árum ger kross­ ferðir móti “óndskaparins ríkj­ um” og samstundis fremur píning í stórum stíli móti ósekum menniskjum, at har “lekur millum teori og praksis”. Eina náttina seint í 80­árunum sat eg í Kagganum og hoyrdi knappliga, gjøgnum ruðuleika, troðkan, dettandi menn og roykfyltan ølklubbaróm, eina hása fullamansrødd siga: ongin rósa er rósa allan dagin Um ta tíðina føringar í Keyp­ mannahavn varnaðust, at millum teirra gekk ein unglingi, sum æt Rói Patursson, kom tann sonevnda ungdómsmentanin vellandi, sum ein romantisk flóðalda, inn yvir stórbýirnar í Europa. Sjónarmiðini hvestust, menn og kvinnur fingu roða á kjálkarnar og glamp í eyguni, og slagorðini klingaðu klár og óttaleys. Men Rói tóktist fjarur, hansara farvegur kámur, hansara profilur gátuførur. Hann hevði lyndi til at seta spurningar, síggja ting frá fleiri síðum. Undirritaði var ikki ein teirra, sum kendi henda ungling væl ella hevði stórvegis av samstarvi við hann. Eg minnist kortini, at hann ein dagin á sumri 1968 kom á gátt hjá mær á Studentagarði­ num við nøkrum yrkingum til tíðarritið Fjølnir. Ein ávís einfeldi eyðkendi hesar tekstir, ein kræsin ansur fyri ljóðfalli, ein tokki til Gaiu, hennara gróður og gras, og ein undran yvir av hennara løgnu fyriburðum: Vit vitstu at langt langt burturi mátti ein døggperla liggja sum var upprunin. Vatnið, kanska tað mest undranar­ verda av øllum fyribrigdum, er upphavið til lív, men eisini, sum mynd av hamskifti og metamor­ fosu, áminning um, at uttan gávuna at halda sinnið reint og frælst yvir av vanasjón og vanahugsan, stirðnar menniskjan. Av føroyskum yrkjarum hava serliga Karsten Hoydal og Chr. Matras givið sær far um hetta. Men beint nú, meðan eg siti og skrivi hetta, minnist eg, at Rói eini tvey ár seinni, í vertskapi, tók til yrkingina “Summarnáttin blíða” eftir Jóannes Patursson, eisini ein vatn­tekstur, um lívsins gátuføru reikan, sum er undur­ mikil, tí hon ongantíð er kortløgd: dunandi hon fossar, nátt sum ljósan dag, útløgd má hon renna, skunda sær avstað, aldri frið, aldri frið hon fær ... Legg merki til orðið “útløgd”, sum ivaleyst merkir “útlagin”, eitt orð, sum fær ein at hugsa um hagasóljuna hjá Kára P., sum sprettur “uttan fyri garðalag / sum útiløgukøttur”. Hin útlagna kanst tú ikki líta á. Tað var í samsvari við hetta, at áin, tá ið eg nøkur ár seinni, nú sum med­ blaðstjóri á Oyggjaskeggja, ringdi til Róa og bað um nakrar tekstir, hevði grivið seg til viks og funnið nýggjan og, sum tað sýntist, turrari vøll at ringja seg ígjøgnum. Øll yrking, segði Rói ógvuliga avgjørdur, næstan hátíðarligur, var nú løgd aftur um bak, tað ráddi nú um at røkka fram at sannkenning um menn­ iskjuna og alheimin, og vegirnir til hesa fatan vóru alisfrøði, støddfrøði og heimspeki. Døgg­ perlan “sum var upprunin” lá framvegis og bíðaði onkustaðni, og tann vísdómur, sum ikki var at finna hvørki í Fossdali ella Reynsmúlalág, lá ivaleyst fjaldur annaðhvørt í støddfrøðinnar symmetri ella onkustaðni í teimum tekst­djúpum, sum Platon, Kant, Hegel ella Heidegger høvdu lagt eftir seg. Tíggju ár seinni, í 1985, kom yrkingasavnið Líkasum, og nú var greitt, at hesin føroyski Roger Penrose ikki hevði mist gávuna at spyrja, undrast – og yrkja. Yvir hesum savni sveimaði tvørsøgnin, frástøðan yvir av hugmyndafrøðini, sum eisini eyðkennir fløguna Hinumegin Ringvegin eftir Kára P., tann sorgblíða politiska staðfestingin. Og aftur kom ein regludropi, sum at kalla alt fyri eitt datt úr tekstsins einsemisverð niður á fjølmiðlanna og almennisins alfaraveg, har hann hevur ligið og skygt síðani, beinraknari dag frá degi: dagurin kemur við einum farra av blóði og litar kvøldini sum koma jú – eg skilji tað tú sigur tað regnar í allari verðini Ein hugsar um Darfur, Kekenia, Irak og Gaza. Strindberg segði, um meg minnist rætt, “det är synd om människorna”, og kenslan hjá báðum yrkjarum er tann sama, ikki ein beinleiðis politisk uppílegging, heldur tað slagið av glasklárari staðfesting, sum kemur frá honum, sum sær leikpallin úr erva. Hóast ein slík eygleiðing ikki kann brúkast sum politiskt áhaldsi, er hon ikki køld, er tvørturímóti sprottin úr tí menniskjatokka, sum eisini gevur Caliban og Quasimodo og Xantippe pláss í alfabetinum. Ikki fáir av tekstunum í hesum savni eru hvørvnir, hálir sum teir álvindar, ein royndi at taka um sum barn, leggja eftir seg eina rest, sum rationaliteturin ikki fær um, kanska tí teir eru vovnir úr dreymi og veruleika: at noyðast at minnast at ein bláur fuglur letur við sorg sveimandi á ófatiligum vindum Tortrúni og misálit yvir av orðsins myndugleika fær ein at hugsa um tann týskmælta yrkjaran Rilke, sum í eini yrking tekur soleiðis til: Ich fürchte mich so vor der Menschen Wort. Sie sprechen alles so deutlich aus: Und dieses heißt Hund und jenes heißt Haus, und hier ist Beginn und das Ende ist dort. Á tí modernismunnar máli, sum Rói brúkar, verður tað sama sagt soleiðis: “eg” tað hvørvur í tómleikanum “elski” tað druknar í streyminum “teg” tað umskapast á leiðini Mangur mundi vænta, eftir at hetta verk var komið, at Rói fór at lata frá sær onnur yrkinga­ søvn, ella kanska skriva eina heimspeki ella eina heimspeki­ søgu. Tað fyrra hevði ivaleyst verið stórhending. Um tað seinna er at siga, at líkasum vit føringar hava havt ómetaligt gagn av teimum vísindaligu og málsligu stórverkum, um ávikavist jarðfrøði og fornfrøði, sum slóð­ brótarar sum Jóannes Rasmussen og Sverri Dahl hava lagt úr hondum, so hava vit í dag brúk fyri tí málsliga økisvøkstri, sum kundi givið okkum eina heimspekiliga terminologi. Men eina ferð enn gjørdi Rói nakað, sum neyvan nakar hevði kunnað gitt. Hann átók sær fyrst at vera stjóri fyri einum av okkara týðandi skúlum. Og seinni tók hann upp á seg ta uppgávu at vera formaður í nevndini fyri tí mest týðandi mentanarpolitiska stovninum í Føroyum. Onkuntíð havi eg hugsað, at hesi val høvdu samband við okkurt slag av undran yvir av veruleikans fjølbroytni ella forvitni yvir av teimum ymisku leiklutum, sum tilverunnar maya lutar okkum foldarbúgvum, ein hug til at royna eisini slíkt, sum kanska lá einum fjart. Hví ikki vera skúlastjóri ella umsita almennar pengar líka so væl sum vera eftirlitsmaður á transsibirisku jarnbeytini Undirritaði hevur ikki fyritreytir fyri at siga nakað um Róa sum háskúlastjóra, men eg giti, at tann, sum hevur hjartalag fyri Caliban ella Quasimodo, ikki er illa skøddur til at taka sær av unglingum so væl sum (í orðsins bestu merking) barnsligum pensionistum. Um Róa sum formann í Mentanargrunninum fari eg at siga nøkur orð, ikki tí tað hóvar høvuðspersóninum (tað ger tað neyvan), men tí tað eftir mínum tykki sømir seg, í einum landi við einum mentaðum almenni, at hetta verður sagt. Listafólk eru ikki løtt at fáast við, tey eru klandurssom, ósolidarisk, øvundsjúk og sjálvsøkin, bæði í tí einstaka fakbólkinum og fakbólkanna millum. Tann, sum skal umsita ein mentanarpolitik, noyðist at gera hetta, leysur av dunnuhylsins pikkan og kegli, leysur av politikki og hugmynda­ frøði, við eygunum vendum móti einum tingi: dygd. Tað er mín kensla, at Rói veruliga hevur megnað hetta. Hann hevur í sínum starvi víst fastleika, dirvi, hógv, áhuga fyri tí listaliga dýnamikki, sum er við til at bera hesum landi uppi, og eyguni eftir tí breidd og tí margfeldi sum eyðkennir hetta sprækni. Og fyrst og fremst hevur hann, í einum landi, har, serliga í politiskum trúartíðum, so mangur ryggur er bognaður, víst styrki til at standa upprættur og vísa valdinum (hvørs ávirkan er sjónlig, umenn ikki altíð ítøkilig) durafjórðingin. Ein kann tó loyva sær at ivast í, um ferðin endar her. Gaman í, avbjóðingar á tí transsibirisku jarnbreytini eru bæði spennandi og margbroyttar, men nú á døgum er lívið ikki eittans, og tað ber eisini til, tá eitt lívsumfar er lagt aftur um bak, at “skriva brøv til Rosu Luxemburg” ella “vera navnleysur”. Í eini japanskari yrking verður tikið soleiðis til um zen­vísmannin: meistarin er farin niðan í fjøllini skýggini hylja hann eingin veit hvar ... Hanus Kamban Rói Patursson 60 nøvn