Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-21, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. september 2007síða 16

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 183 • 21. september 2007 Vikuskifti 16 Sigla við marinarum Statsraad Lehmkuhl siglur eisini við 10. floksnæmingum, og ein stóran part av árinum verður siglt við marinarum - tað vil siga fólk, sum hava verjuskyldu. Hendan ferðin varir í fýra mánaðir og leiðin gongur tvørtur um Atlantshav. Støðgað verður á leiðini, har tað liggur fyri. Á ferðini um Atlantshav kann tað vera á Asorunum ella Bermuda, og í Amerika verður siglt í havnir á eysturstrondini. Annars hevur Statsraad Lehmkuhl eisini verið í so fjarum støðum sum Brasil, Turkalandi og Kapp Verdi oyggjunum vestan fyri Afrika. seg at fara við. Dømi um slíkar ferður er, at siglt verður í norska skergarðinum. Eisini verða ferðir gjørdar í okkara parti av Atlantshavinum. Tað var á eini slíkari ferð, at skipið legði at í Havn mikudagin í seinastu viku. Tað vóru eini 40 gjaldandi ferðafólk við, men tað eru pláss fyri 150. Men upprunaliga var pláss fyri 200. Hetta mundi vera ov trongligt, og eftir eina umbygging varð hægst møguliga talið av fólki umborð minkað. Hendan túrin vóru tey farin úr Bergen tann 8. september. Farið var fyrst til Lerwick í Hetlandi, har tað var ein stuttur støðgur. Síðan varð siglt til Havnar, har støðgurin var eitt samdøgur, og ferðafólkið slapp í land. Her er ikki talan um nakra Norrønu. Ferðafólkini ferðast undir somu treytum sum næmingar. Tey sova í heingikoyggjum, sum verða hongdar upp í einum stórum høli, tá farið verður til koys, og tær verða tiknar niður, tá ið tørnað verður út. Ferðafólkini sigla við sum mann- ing. Tey taka lut í øllum arbeiði umborð. Tey ganga allar vaktir og kunnu eisini fara upp í rigningin, um tey tora! Tey gjalda umleið kr. 800 um dagin, men tá er kostur íroknaður. Hetta kann sigast at vera ein ”virkin frítíð”, sum nógv fólk dáma. Roynt verður eisini at fáa útlendingar við. Men júst á hesum økinum er tó eisini stór kapping frá skúlaskipum í Eystureuropa, sum við teirra lønarlagi kunnu bjóða lægri prísir. Hetta merkist eisini á minkandi prosentpartinum av útlendingum, sum sigla við hesum skipinum. Fasta manningin er 22 fólk, men tey sova í lugari við vanligum koyggjum. Danskur lesandi matrósur Vit fóru umborð, beint áðrenn skipið skuldi fara av stað aftur, men Gunnhild hitti fleiri, sum hon hevði verið saman við í summar. Tað tyktist, sum at tey vóru fegin um at síggja hana aftur. Vit høvdu samrøðu við ein av manningini, sum var dani. Hann eitur Jens Marquard Sørensen. Hann lesur stjórnmálafrøði í Lund í Svøríki, men hann nýtir sínar summarferiur at sigla sum matrósur við Statsraad Lehmkuhl. Hann er ættaður úr Suðurjút- landi niðri móti týska markinum. Hann er tískil úr einum øki, sum hevur eina serstøðu í Danmark. Hesin landsparturin varð tikin av týskarum í 1864. Men eftir, at Týskland hevði tapt fyrra heimsbardaga, var skipað fyri fólkaatkvøðu í ymiskum pørtum av hesum øki, sum Danmark misti í 1864. Nú skuldi fólkið sjálvt sleppa at gera av, um tað vildi vera ein partur av Danmark ella Týsklandi. Úrslitið av hesi fólkaatkvøðu hevur lagt markið beint har tað liggur, og tað hevur eisini fyrr verið eitt politiskt stríðsmál í Danmark. Hetta merkir, at lang- ella oldurabbar og -ommur hjá Jens hava verið týskir borgarar, og teirra abbar og langabbar hava verið danir! Støðan í dag er tann, at norðan fyri markið er ein týskur minniluti og sunnanfyri er ein danskur minniluti. Men hesir minnilutar hava ongar trupulleikar av tí. Jens sigur, at tey hava eina størri tjóðskaparkenslu enn aðrir danir. Er ein tjóðskaparligur merkisdagur, fer hvørt flagg upp í Suðurjútlandi, meðan tað neyvan sæst eitt flagg í Keypmannahavn. Jens hevði annars fyrr verið við einum verjuskipi í Føroyum, og hann var fegin um at sleppa enn eina ferð hendan vegin. Stjórnmálafrøðimgur við sjóroyndum Nú er tíð at fara aftur í land. Men tað skal tó ikki verða gloymt at siga, at Gunnhild verður neyvan sjómaður. Hon lesur nevniliga stjórnmálafrøði á Fróðskapar- setrinum. Hon verður í hvussu er ein stjórnmálafrøðingur, sum veit, hvussu tað er at vera á sjónum. Hetta er ikki tann ringasti førningur at hava! Gunnhild saman við sínum gamla skipsfelaga, Jens Marquard Sørensen