Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-21, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. september 2007síða 17

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 183 - 21. september 2007 Ata(Æda) á Reyna­ túgvu fer til gravar úr heiminum leygardagin klokkan 12. Louisa Olsen á Ryggi í Miðvági andaðist týs­ dagin í Åbybro, 91 ára gomul. Henny Elisabeth Vágs­ heyg Valkvæ, fødd í Klaksvík, búsitandi á Godoy í Noreg, andaðist sunnudagin 72 ára gomul. Andlát og jarðarferðir Tøkk Hjartaliga takk fyri sýnda samkenslu tá okkara høgt elskaða mamma, omma, langomma, dóttir og unnusta Jóhanna Hansen so brádliga varð tikin frá okkum. Serstakliga takka vit Jógvan presti fyri væl valdu orðini í Vesturkirkjuni – »at gleðin yvir at hava átt hana, verður størri enn sorgin at hava mist hana«. Somuleiðis takk fyri ta stóru umsorgan og hjálp vit hava fingið. Takk fyri uppringingar, heilsanir og vitjanir, fyri bakstur og fyri allar blómurnar. Takk, øll tit, sum fylgdu henni til gravar. Kom! Kom aftur, mildi eingil mín! Fyll mín barm hin søti longsulslogi! Ganda hjartað seráfsangur tín! Leska eygað vónar morgunroði! Hygg! Eg leiti – fram úr gloymsku rís! Hoyr mítt róp – eg vil teg aftur síggja! Fylg mær í mítt gamla paradís – Ella leið meg skjótt inn í hitt nýggja! Familjunnar vegna Johnny Kári, Heidi og Sanna Tøkk Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum á ymiskan hátt sýndu samkenslu, tá elskaði maður, pápi, verpápi, abbi og langabbi okkara Erland Jacobsen doyði og varð jarðaður. Takk fyri blómur, kransar, heilsanir, uppringingar og peningagávur til Tvøroyrar Kirkju. Eina hjartans tøkk til tykkum mongu, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Oda, Simona, Jón og Anna Kunngjørt verður fyri ætt vinum og kenningum, at kæri sonur, bróðir, svágur og vinur okkara Bjarni Berg Tórshavn andaðist hósdagin 20. sept. 52 ára gamal. Bønarhald verður í Ebenezer leygarkvøldið kl. 18.00. Jarðarferðin verður sunnudagin kl. 14.00 Fam. vegna Johannes, Ann Mari, Rúni, Maj Britt og Magnus People with connections with Faroe will be saddened to hear of the death of Johanna Hansen, founder member of the Faroe Shetland Association. Mrs. Hansen died in Faroe of an aneurysm on Sunday at the age of 66, and was laid to rest on Friday. She was well known throughout Shetland, a place she referred to as her second home. Mrs. Hansen founded the Shet­ land Faroe Association in July 1992, four months after her friend Rena Bain formed the Shetland Faroe Association. Many strong and lasting friendships have been formed between members of the two groups. No challenge was ever too great for her and her hospitality was endless, as many Shetlanders who had the pleasure of experi­ encing dinner parties at her home will testify. She was at true friend and will be greatly missed. Rena Bain Minningarorð um Jóhannu Hansen úr The Shetland Times juli 2007 Faroese founder mourned Prógv Tann 14. sept. 2007 hevur Finngerð Djurhuus Olsen lokið cand.merc.aud. prógv við Handilsháskúlan, Århus Universitet. 80 ára føðingardagar Leygardagin 22. september verður Kristoffur Dragaberg, 80 ár. Dagurin verður hildin saman við børnunum. Sunnudagin, 23. september, verður Poul Nolsøe Mikkel­ sen, Nøddi, í Klaksvík 80 ár. Opið hús verður í hølunum hjá Húsmøðrafelagnum í Bøgøtu 3, frá kl. 12 til 16, har øll eru hjartaliga vælkomin. 85 ára føðingardagur Í dag, 21. september verður Christian Høgnesen í Klaks­ vík 85 ár. Føðingardagurin verður hildin hjá dóttrini Jórun á Garðsenda 23, leygardagin 22. september frá kl. 18. Øll eru hjartaliga vælkomin. Diamantbrúdleyp Mánadagin 24. september hava hjúnini Noomi og Jóhannus Martin Solmunde, Søldarfjørður diamant­ brúdleyp. Dagurin verður hildin 23. september saman við børnunum. Gullbrúdleyp Leygardagin 22. septem­ber kunnu hjúnini Sanna og Daniel Pauli Dalbø, Syðrugøta, halda gullbrúdleyp. Vælkomst verður í kirkjukjallaranum í Gøtu frá kl. 11.00 til kl. 15.00. Brúdleyp Leygardagin 22. september kl. 14.00 giftast í býráðs­ salinum í Havn Helena Jacobsen, Hoyvík og Saviour Mifsud frá Malta. Veitslan verður fyri innbodnum á Hotel Vágum. Leygardagin 22. september kl. 15.00 giftast í Vestur­ kirkjuni Anna Sólvá Olsen av Tvøroyri og Rúni Heðin­ son Johannesen, Tórshavn. Veitslan verður fyri innboðin á Hotel Føroyum. Jóhanna Køtlum nýggj forkvinna Almanna­ og Heilsurøktar­ felagið hevur fingið nýggja forkvinnu. Jóhanna Køtlum hevur tikið við sum nýggj forkvinna eftir Majbritt Mohr, sum hevur sitið sum forkvinna síðani apríl 2004 og nú fer frá, tí hon fer út fjakka saman við familjuni. Í hesum sambandi var skipað fyri móttøku miku­ dagin 19. september fyri limum og starvsfeløgum í »Jákupsstovu« í J. Paturs­ sonargøtu í Havn, har felag­ ið heldur til. Johanna Køtlum er 46 ára gomul og úr Suðuroy. Jóhanna er gift og eigur 4 børn. Hon varð útbúgvin sum sjúkrahjálpari í 1983 og varð uppskúlað til heilsu­ røktara í 2004. Johanna hevur áður arbeitt á heiminum í Vallalíð og á G4, sum er skurðdeildin á Landssjúkrahúsinum. Jóhanna Køtlum (v.m.) hevur tikið við sum nýggj forkvinna í Almanna- og Heilsurøktarfelagnum eftir Majbritt Mohr 17 nøvn