Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-21, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. september 2007síða 17

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 183 • 21. september 2007 Vikuskifti 17 Sunshine er ein filmur sum fyrigongur 50 ár úti í framtíðini í árunum 2057. Sólin er við at slókna, og hetta merkir at menniskja fer at útdoyggja. Øll vón er nú løgd á Icarus II, sum er eitt stórt rumdarskip við eini altjóða manning av átta monnum og kvinnum. Ringt er kanska at fáa eyga á, hvi hesin filmurin er gjørdur. Í filminum Jagten på lykke/The Persuit of Happyness spælir Will Smith familjufaðirin Chris, ið skal berja seg fram. Hann vil verða meklari og berjist við seksti onnur, ið eisini vilja hava starvið sum meklarar í sama felaginum. Konan hjá Chris er rýmd. Hann er nú einsamallur við soninum og nógvar rokningar eru at gjalda. Hesin filmurin er heldur óvanligur, eg kom at hugsa um unga Dusty Hoffmann í Kramer vs. Kramer, har hann berjist fyri at fáa lívið at ganga sum tað skal fyri seg og sonin. The Persuit of Happyness er ein meiri vanligur filmur, men Will Smith og sonur hansara (Jaden Smith) spæla væl. Í Direktøren for det hele síggja vit eina svaka komediu eftir Lars von Trier. Filmurin er veruliga eitt vinstrahandsverk, men av og á er hann tó stuttligur. Hann er um arbeiðsleysa sjónleikaran Kristoffer, sum fær sum starv at leika stjóri, fyri stjóran (Ravn), tí hesin torir ikki at selja fyritøkuna til nakrar danskarahatandi íslendingar (Fridrik Thor Fridriksson). Tað, sum minkar um allan filmin, eru Casper Kristensen og Iben Hjejle. Onnur kend fólk eru at síggja, so sum Jean-Marc Barr (The Big Blue). Ein sera løgin filmur, men eykatilfarið er sera gott. Epic Movie er ein ”spoof filmur”, tað er ein filmur sum markleyst avbronglar aðrar filmar. Alt frá X-Men, Borat, The da Vinci Code, Narnia, Snakes on a Plane fáa eina fúla viðgerð. Serliga Charlie and the Chocolate Factory og Narnia fáa veruliga av at vita. At enda er hetta tó reinur lortur. filmar Filmídnaðurin kennir sær ongantíð hógv, men hesi vilja altíð spræna 2’arar og 3’arar út á marknað­ in, um bert ein filmur upprunaliga selur væl. Serliga innan actionfilmin er van­ ligt við 2, 3 og 4’arum Tað hendir ofta ikki so nógv við hesi filmgenruni, bert gerast special effects flottari. Seinastu árini hava hesir actionleikstjórar roynt at givið genruni eitt vet av humor, so sum í 1980’unum og í 1990’unum við Bruce Willis - t.d. Steven Segal og Jean Claude Van Damme eru tó fyri fólk, sum nærum ikki duga at skriva sítt egna navn. Ein, sum er undir hetta støði, er Jackie Chan. Hann er so gjøgnum elendigur ein leikari, at tað er bert folk, sum hava veruliga lágt IQ, sum kunnu dyrka hendan leikaran. Chan er pínligur. Actionfilmurin hevur stolið frá kung fu filminum, westernfilminum og filmsøguni, serliga frá film-noir sum heild, men enn er úrslitið ofta líka so keðiligt og snævurt sum søgurnar eru pappírtunnar. Í Rush Hour 3 er søgan fokin, áðrenn filmurin byrjar. Hetta er kanska hin ringasti filmurin í 2007. Søgan er okkurt tvætl um, at Carter og Lee skulu til Paris at finna fram til ein altjóða ring av brotsmonnum. Maðurin aftanfyri alt eitur Shy Shen, men heilt erligt….who cares? Jackie Chan er ein stór stjørna í Asiu, men at innflyta hann til Vesturheimin hevur verið ein stórur feilur. Hann hevur leikt í yvir 100 filmum og miðvíst lækka støðið í Hollywood. Hesin ólukku Chan er sum eitt flugupappír ringur at rista av fingrunum. Í 2002 fekk hann sína egnu stjørnu á Hollywood’sa Walk of Fame, ið prógvar at ein og hvør kraftidiotur, sum selur atgongumerki, kann fáa eina slíka. Í seinastuni er hann eisini farin at syngja. Harragud sigi eg bara. At ein so góður leikari sum Max von Sydow hevur vilt seg inní hendan filmin er bara syrgiligt. Ein lortauppliving. Bjarga okkum undan Jackie Chan – Rush Hour 3 – kanska hin ringasti filmurin í 2007 Ummæli Kim Simonsen kimsimonsen@hotmail.com Leikandi: Jackie Chan Lee Chris Tucker Carter HiroYuki Sanada Kenji Max von Sydow Reynard Jingchu Zhang Soo Yung Leikstjóri Brett Ratner. Sýndur í Havnar Bio frá fríggjadegnum 14. september DVD DVD DVD DVD DVD