Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-21, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. september 2007síða 18

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 tíðindi Nr. 183 - 21. september 2007 Sigling Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Eigur tú heilsuna, orkar væl og hevur ein brennandi hug at søkja sjógvin, er seksti fimm ár eingin aldur. Tað heldur Mortan Johannesen, fyrrverandi skipari, skipa­ eigari, alari og seinastu árini útróðrarmaður, sum fylti seksti fimm mánadagin 17. september. Mortan er giftur Ruth. Tey eiga trý børn, tvær døt­ ur og ein son. ­ Tað er gott, at tit skriva um fiskivinnu og fiski­og út­ róðrarmannin. Alt kann ikki snúgva seg um partabrøv, bankar, flogvallir, tunlar ella politiskt møsn. Vit eru nøkur, sum mugu hava annað at taka okkum fyri, um vit skulu liva og trívast. Nógvir uppilagstir skiparar hava bát, og einki er náttúrligari fyri okkum enn tað. Sjálvur kundi eg í dag ikki hugsað mær nakað annað enn at róð út, nú eg eri farin úr vinnulív­ inum. Gleðin við at rógva út kemur innanífrá. Hon sprýk­ ir innast úr hjartanum. Tú kastar og heintar, og hvørja ferð er spenningurin, um nak­ ar fiskur man vera at fáa, líka stórur. Kenslan av at føla tað liva millum fingrarnar, tá fiskur, sum komin er dekkið, verður krøktur av húkinum og blóðgaður, kann ikki for­ klárast. Hon má upplivast. Einsamallur á báti Hin nú seksti fimm ára gamli og kendi skiparin hev­ ur ongar ætlanir um at gev­ ast við útróðrinum. ­ Nei, so leingi eg orki og havi góða heilsu, fari eg at søkja sjógvin við AWI Star bátinum, Tvíburar. Tað er ikki tað sama nú, sum tá eg sum 27 ára gamal byrjaði at føra skip. Men eg kann ikki klaga, tí eg havi tað gott og føli meg væl. Mortan roynir bara við snellu, og hann er altíð einsamallur á báti. ­ Eg havi gjørt fleiri góð­ ar túrar og havi eisini fingið upp í bátin. Tað mesta, eg havi havt í útróðrarbátinum, er 10.000 pund av upsa. Onkuntíð havi eg roynt upp í einar 3­4 dagar í senn, og eg havi eisini verið úti á Før­ oyabanka eins á Norðhavin­ um um várarnar. Sjóvinnusøgan um mann­ in úr ættarliðnum eftir navn­ frama og tiltikna skiparan Mortan í Hvannasundi, er drúgv og hendingarrík, bæði í viðgongd og mót­ gongd. Tað er fáur ella eing­ in, sum søkir sjógvin og vinnulívið annars, ið bara hevur havt viðgongd. Ungur til skips Longu sum 11 ára gamal fór Mortan fyrstu ferð til skips. Hetta var ein salt­ fiskatúrur í Grønlandi við gamla Kalsevni, sum pápi hansara, Andrias í Hvanna­ sundi, førdi. ­ Tað var Kymbil hjá Poul Hansen, ið átti skipið, og pápi sigldi hjá hesum felag í mong ár. Hann ásannar, at tað var óvanligt, at so ungur drong­ ur fór til skips, hóast hetta var um summarið. ­ Pápi vildi líka sum hava meg vandan til sjólívið, og umborð á Kalsevni fekk eg eina góða kenslu av, hvussu menn stríðast og strevast á deksvaktini, sum vanliga vardi í 12 tímar. Frívaktin var 6 tímar. Mortan sigur, at fiski­ skapurin í Grønlandi hend­ an túrin var góður, og teir fingu upp í skipið eftir 20 daga roynd. ­ Manningin umborð á Kalsevni var stak fitt, vinar­ lig og fryntlig, og eg føldi meg sum eina pisu. Teir skemtaðu, argaðu og hjálptu mær – hvørt um annað, tá okkurt var. Eina stuttliga søgu minn­ ist Mortan aftur úr Føroy­ ingahavnini so ungur, sum hann var. ­ Eg gekk niðri á dekkin­ um, tá eitt grønlendskt konu­ fólk, sum gongur uppi á bryggjuni, byrjaði at floyta og rópa eftir mær. Eg fari til pápan og sigi sum er. Pápi sigur tá við meg: Nei, góði – far ikki í land til hasa dam­ una! Hans Hedtoft fórst Barnaárini hjá Mortani gingu – og helst gingu tey heldur seint fyri hann, tí brennandi hugurin lá til sjógvin. ­ Sum 16 ára gamal slapp eg í 1959 umborð á tá størsta og flottasta trolaran í flotanum, Fiskanes, sum pápi mín og brøður hansara áttu saman við Havsbrún. Tað vóru pápabeiggjarnir, Hans Pauli og Pole, sum skiftust um at føra skipið. Mortan sigur, at teir høvdu fiskað á Kappanum, tá hervi­ ligt illveður brast á. Tað var nógvur ísur á leiðini eystur úr Kappanum, og hann skilir ikki tann dag í dag, hvussu tað ber til, at teir komu livandi burtur úr hesum. ­ Tað var júst í hesum kava­ roksstormi og ísi, at spildur­ nýggja ferðamanna­og farma­ skipið, Hans Hedtoft, gekk burtur við 96 fólkum um­ borð. Vit vóru staddir einar 20 fjórðingar suður úr Kapp­ anum. Vit sóu ikki skipið, tí tað var so nógv kavarok, men tað lá á somu leið sum vit. Um kvøldið sendu teir út neyðarkall, sum vit eisini hoyrdu. Men vit fingu einki gjørt. Umborð hjá okkum stóð illa til, at hugsingur ikki var um at leita. Stóð illa til Mortan heldur, at tað var ein hægri makt, sum hendan 31. januar 1959 leiddi Fiska­ nes við manningini úr hes­ um illveðri. ­ Hans Hedtoft var á sín­ ari jomfrúferð, tá skipið fórst. Hetta var fyrsti túrur á veg úr Grønlandi til Dan­ markar. Skipið varð bygt í somu dokk, sum Brandur Sigmundarsson varð bygdur eitt ár seinni. Hann heldur, at ein orsøk til, at Hans Hedtoft fórst, var, at skipið helt leiðina fram eystureftir, har ísurin gjørdist tjúkri og tjúkri. ­ Men tað var ikki lætt hjá teimum heldur, tí Prins Christiansund hevði sagt, at eingin ísur var á leiðini. Á brúnni umborð á Fiskanesi vóru Hans Pauli og Pole Johannesen og hvalbingurin, Dánjal Jákup Berg. Vit hildu í fyrstani somu leið sum Hans Hedtoft, men sóu, at tað versnaði við ísi, og tí hildu vit aftur og and­ øvdu vestureftir. Mortan sigur, at sum 16 ára gamal var hann ikki óttafullur, tá harðast leikaði á – helst tí, at hann sum so ungur ikki dugdi nóg væl at meta um støðuna. ­ Eg minnist, at Hans Pauli ta einu løtuna rópti av brúnni og niður á dekkið, at nú stendur ikki væl til hjá okkum. Skóru mastrina Hann sigur, at tveir ís­ lendskir trolarar eisini vóru staddir á Labrador­leiðini og komu í sama illveður sum teir. Tann eini av hes­ um, ið kallaðist July, gekk burtur við allari manning­ ini. Hin kallaðist Torkil Máni og kom við neyð og deyð burtur úr illveðrinum. ­ Tann stóri trupulleikin var ísurin, bæði á sjónum og so yvirísingin av sjóroki og kuldanum, sum var. Umborð á Torkil Mána brendu teir dávid’arnar og mastur av við skeribrennara, og teir koppaðu eisini bjarging­ - Eg veit ikki um annað e Mortan Johannesen, Mortan hjá Andri­asi­ í Hvannasundi­, hevur si­glt ei­tt langt lív. Fyrstu ferð, hann fór ti­l Grønlands, var hann bert 11 ára gamal. Tey mongu ári­ni­ á sjónum hevur hann uppli­vað mangt og hvat, og ei­tt nú var hann staddur umborð á Fi­skanesi­ á Kappanum í hi­mmalsi­ns ódnarveðri­ og ísi­, tá Hans Hedtoft fórst í 1959. Tei­r hoyrdu neyðarkalli­ð, men høvdu ongan møgulei­ka at koma ski­pi­ og manni­ng ti­l hjálpar. Sei­nastu ári­ni­ hevur Mortan veri­ð útróðrarmaður, og her stórtrívi­st hann - Gleðin við at rógva út kemur innan- ífrá. Hon sprýkir innast úr hjartanum. Tú kastar og heintar, og hvørja ferð er spenningurin líka stórur, sigur seksti fimm ára gamli Mortan Johannesen, ið ikki kundi hugsað sær annað í dag enn eitt lív sum útróðrarmaður