Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-21, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. september 2007síða 21

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 [ Nr. 183 - 21. september 2007 ] Við – ikki við Skaddur: Rasmus Nolsøe (fótliður) Ivasamur: Rógvi Jacobsen (fótskaði) Ivasamur: Jústines R. Hansen (vøddaskaði) Ivasamur: Pauli G. Hansen (fótskaði), Slavisa Kaplanovic (vøddaskaða) og Arnhold Berg (knæskaði) Leikbann: Símun Joensen Við aftur: Kaj Ennigarð og Denni Conteh Við aftur: Martin Tausen (eftir leikbann) Formula-deildin v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 B36 22 14 - 6 - 2 40 14 26 48 2 NSÍ 22 15 - 3 - 4 39 19 20 48 3 HB 22 13 - 3 - 6 53 29 24 42 4 EB/S 22 12 - 3 - 7 38 27 11 39 5 KÍ 22 8 - 4 - 10 38 35 3 28 6 Skála 22 8 - 3 - 11 23 33 -10 27 7 GÍ 22 7 - 5 - 10 30 45 -15 26 8 B71 22 6 - 5 - 11 31 40 -9 23 9 AB 22 4 - 5 - 13 27 44 -17 17 10 VB/S 22 2 - 5 - 15 21 54 -33 11 Umboð fyri FSF vera í Sarpugerði, har KÍ eftir øllum at døma fer at vinna 8. FM heitið á rað í morgin KVINNUFÓTBÓLTUR Jákup Mørk Fótbóltsárið hjá kvinnunum endar í morgin. Tá verða tveir teir síðstu dystirnir spældir. GÍ og KÍ spæla í Gøtu, og AB og B36 spæla á Argjum. Tað er longu greitt, at GÍ hevur vunnið bronsumerk­ ini. Alt bendir á, at KÍ fer at vinna FM og gullkrónurnar. Treytin er, at KÍ vinnur á GÍ. Alt annað enn trý stig til KÍ hevði verið óhugs­ andi. B36 hevur í hvussu so er vunnið silvurkrónurnar. Um B36 vinnur á AB, ligg­ ur vónin fyri gullinum í, at KÍ kiksar í Gøtu. Umboð fyri FSF fara til Gøtu við bronsukrónunum til GÍ og gullkrónunum til KÍ og ferðasteypinum. KÍ hevur vunnið FM sjey tær seinastu ferðirnar, og tað ljóðar, at ikki so fáir klaks­ víkingar fara undir Leirvíks­ fjørð seinnapartin í morgin fyri at stuðla einum at stóru ítróttarstoltleikunum í býnum. KÍ kann tryggja sær meistaraheitið í bestu kvinnudeildini sunnudagin, tá tær vitja í Gøtu. Mynd: Álvur Haraldsen Hvørki KÍ ella GÍ hava møguleika at røkka toppinum ella at koma í vanda fyri at flyta niður KÍ-GÍ Jákup Mørk Seinastu 27 árini hava KÍ og GÍ á hvørjum ári tykist í fremstu fótbóltsrøðini. Sam­ antalt er eingin ivi um, at GÍ hevur verið stinnari – teir hava vunnuð FM seks ferðir, meðan KÍ hevur vunnið tvær ferðir – men innanhýsis uppgerðirnar hava ofta verið tættar, og fleiri ferðir hevur nógv stað­ ið upp á spæl, tá ið tað er liðið út á ári. Soleiðis er ikki hesa ferð. KÍ og GÍ hava ikki møgu­ leika at vinna heiðursmerkir, og liðini eru heldur ikki í vanda fyri at flyta niður. Ofta hava klaksvíkingar staðið seg væl í Gøtu, og gøtumenn hava fingið nógv burturúr í Klaksvík. Soleið­ is hevur eisini verið í ár. GÍ vann í 9. umfari 3­2 í Klaks­ vík, og í 18. umfari vann KÍ 1­0 í Sarpugerði. Fyri viku síðani løgdu bæði feløgini rygg til tap. Hjá KÍ var tað stórt vónbrot – eftir at hava fingið stig burturúr fimm ferðir á rað – at tapa á Argjum, har klaksvíkingar í 2. hálvleiki vóru niðurspældir. GÍ vísti í torføru avbjóðingini á heimavølli ímóti B36 góðan hugburð, hóast GÍ tapti 1­ 0. Síðani 1980, tá ið GÍ trein inn í fremstu røðina, har gøtumenn síðani hava verið saman við KÍ, hevur GÍ 29 ferðir spælt lands­ kappingardyst í Klaksvík. Hagtølini staðfesta útsøgn­ ina, sum sigur, at GÍ plagar at standa seg væl í Klaksvík. GÍ hevur vunnið 12 lands­ kappingardystir í Klaksvík, KÍ hevur 11 ferðir vunnið á heimavølli ímóti GÍ, og seks ferðir hevur tað verið javnt. Í málum stendur á jøvnum – 52­52. Gullið fer til Gøtu Spæla um pyntið 1. deild menn vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 B68 23 20 - 2 - 1 70 16 54 62 2 ÍF 23 15 - 4 - 4 65 20 45 49 3 FSV04 23 15 - 3 - 5 42 27 15 48 4 LÍF 23 12 - 1 - 10 58 39 19 37 5 TB 23 11 - 4 - 8 44 26 18 37 6 HB 23 9 - 2 - 12 34 43 -9 29 7 NSÍ 23 8 - 1 - 14 38 58 -20 25 8 SÍ 23 6 - 3 - 14 31 55 -24 21 9 KÍ 23 5 - 2 - 16 23 58 -35 17 10 B36 23 2 - 2 - 19 19 82 -63 8 GÍ og KÍ hava at kalla bert æruna at spæla fyri, tá tey hittast í Sarpugerði sunnudagin. Mynd: Álvur Haraldsen