Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-21, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. september 2007síða 21

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 183 • 21. september 2007 Vikuskifti 21 Vit selja húsini Nólsoyarpállsgøta 4, Tórshavn Stødd á húsum: ..............Uml. 47 m² x 2 +loft Stødd á grundøki:...........47 m² Byggiár: ..........................1956 Kostnaður:.......................Hóskandi boð ynskist Húsini eru eini eldri sethús, ið vóru bygd í 1956. Tó eru ymsar umvælingar gjørdar m.a. nýggj rør, tekja og vindeygu eru skift, og eisini er nýggjur oljufýrur og ketil. Húsið stendur væl fyri mitt í hjartanum av Tórshavn, og sostatt er stuttur teinur til handils, caféir, býarlív og mangt annað. Á Frælsinum, Tórshavn Stødd á húsum: ..............100 m² x 3 Stødd á grundøki:...........598 m² Byggiár: ..........................1969 Kostnaður:.......................Hóskandi boð ynskist Talan er um stór hús frá 1969 í góðum standi. Húsini standa væl fyri í vesturbýnum, og eru tey í trimum hæddum við carportur og hjalli. Húsini standa í góðum barnavinagligum umhvørvi, við sera góðum útsýni yvir býin og Nólsoyarfjørð. Stuttur teinur er til skúla, barnagarð, handlar og gott busssamband er til miðbýin. Vakur urtagarður er rundan um húsið, og sólargangurin er góður. Oyggjarvegur 10, Tórshavn Stødd á húsum: 81 m², kjallari 63 m², bilhús: 49,4 m², hjallur: 15,5 + úthús 13,6 Stødd á grundøki:...........1714 m² Byggiár: ..........................1959 Kostnaður:.......................Hóskandi boð ynskist Húsið er eitt vælhildið, eldri sethús, ið stendur frítt og væl fyri í veðurgóðum umhvørvi, við avbera góðum útsýni yvir Havnina og allan Nólsoyarfjørð. Náttúrugrundøkið er stórt, 1714 m², og til ognina hoyra eisini stórt bilhús, hjallur og eitt úthús. Íbúð er í kjallaranum. Varðabú 24, Tórshavn Stødd á húsum: ..............86 m² x 2 Stødd á grundøki:...........601 m² Byggiár: ..........................1955 Kostnaður:.......................Hóskandi boð ynskist Húsini eru eini sethús í tveimum hæddum. Tey eru vælhildin og í góðum standi, og hava bert havt ein eigara. Húsini standa í barnavinarligum og friðarligum umhvørvi við blindan veg, og hava gott útsýni yvir Nólsoyarfjørð. Rundan um húsið er urtagarður á uml. 500 m². Suðurstíggjur 1, Argir Stødd á húsum: ..............119 m² + kjallara, loft, hjall Stødd á grundøki:...........581 m² Byggiár: ..........................1979 Kostnaður:.......................Hóskandi boð ynskist Talar er um eini stór sethús, sum eru í góðum standi. Grundøkið er 581 m² til støddar, og er havi við trøum um húsini. Tey standa væl fyri í friðarligum, barnavinarligum og veðurgóðum umhvørvi við góðum sólargangi og góðum útsýni. Somuleiðis er snotulig íbúð í kjallaranum. Skopun Stødd á húsum: 50 m² x2 + úthús 16 m² + hjall 1,5 m² Stødd á grundøki:...........257 m² Byggiár: ..........................1954 Kostnaður:.......................Hóskandi boð ynskist Talan er um eini eldri hús, ið krevja ábøtur. Húsini liggja miðskeiðis í bygdini nærhendis kirkjuna og standa í friðarligum og fríðum umhvørvi. Til ognina hoyra eisini úthús, hjallur og bilhús. www.husamekling.fo · husamekling@husamekling.fo · Vaglið · Tórshavn · Tel. 323000 · Fax. 323001 Undir Ryggi 15, Tórshavn Adressa: ..............Undir Ryggi 15, Tórshavn Stødd:...................uml. 30 m² + loft og kjallara Grundøki: ............47 m² Kjallari:................Opin kjallari Miðhædd: ...........Køkur, stova, kamar og gong Loft:.......................Kamar, gong, wc/bað Byggiár: ..............? Kostnaður: Boð undir kr. 1.000.000,- ongan áhuga. Yvirtøkudagur:....Eftir avtalu Húsini eru eini lítil, hugnalig hús, sum standa í tí gamla býarpartinum, nærindis Kongabrúnni í Tórshavn. Ymiskar umvælingar eru gjørdar við húsini, og hava tey flagtekju. Stuttur teinur er til handils, caféir, býarlív og mangt annað.