Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-21, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. september 2007síða 22

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 [ Nr. 183 - 21. september 2007 ] Eftir fulla úrtøku seks tær seinastu ferðirnar skal HB næstu tvær ferðirnar vísa sínar dygdir ímóti hinum oddaliðunum HB-EB/STREYMUR Jákup Mørk Eingin eigur at ivast í tí, og tølini undirstrika veruleikan. Gongdin hjá HB hevur ver­ ið framúr, síðani Albert Ellefsen gjørdist venjari. Seks tær seinastu ferðirnar eru meistararnir farnir av vøllinum við fullari úrtøku, og samlaði málmunurin hes­ ar ferðirnar hevur verið 22­ 6! Tað boðar frá, at verjan hevur verið stinn, og tað boðar serliga frá, at HB álopsmaskinan koyrir við fullari ferð. Ikki minst síð­ ani Andrew av Fløtum kom aftur í barndómsfelagið hev­ ur tað gingið sum eftir ánni. 27. juni tapti HB 2­0 ímóti B36. Tá var dómurin, at FM møguleikin var heilt burtur. Nú er HB seks stig aftan fyri B36 og NSÍ, og tað er nú, at evnaríku og spæliglaðu meistararnir rættuliga skulu standa sína roynd. Sunnudagin kemur EB/ Streymur í Gundadal. Og um eina viku skal HB til Runavíkar. Um tað eisini eftir hesar báðar uppgerð­ irnar verður full úrtøka síð­ ani síðst í juni, so er góður møguleiki fyri, at tað kann verða heilt spennandi, tá ið HB og B36 í síðsta umfari bresta saman aftur. Í HB duga teir væl at takla støðuna, sum teir eru komnir í: ­ Eingin orsøk er at rokna við, at bæði B36 og NSÍ í fimm teimum seinastu um­ førunum skulu tveita seks stig burtur, tá ið tey leingi hava verið so støðug, sum talvan vísir, at tey hava ver­ ið. Hetta er staðfestingin í HB, og harvið royna teir at flyta fokus frá tí veruleik­ anum, at HB nógvar tær seinastu vikurnar hevur gjørt sítt til at endurtaka framúr bragdið, sum teir framdu um hesa tíðina í fjør. Ímóti VB/Sumba var hug­ burðurin góður fyrstu løt­ una, men so gav líkasælan seg til kennar. Í HB eru teir fullgreiðir yvir, at hugburð­ urin, sum teir vístu síðsta tíman ímóti VB/Sumba, ikki fer at ganga ímóti EB/ Streymi. Góð minni Í EB/Streymi ásanna teir, at tepra men ógvuliga avger­ andi tapið á heimavølli ímóti NSÍ ber við sær, at tað heldur ikki verður í ár, at felagsliðið fer at vinna FM heitið. ­ Men vit spæla fyri at vinna heiðursmerki, og vit spæla fyri at vinna so fín heiðursmerki, sum tað ber til, siga teir í Sundalag­ num. Hvussu hugburðurin verð­ ur eftir stóra vónbrotið ímóti NSÍ, og eftir at teir hava mist Hans Paula Sam­ uelsen og kanska skulu spæla uttan Sorin Anghel, fæst at síggja í Gundadali. Eingin kann taka Løg­ manssteypið og atgongu­ merkini til UEFA Cup næsta summar frá EB/ Streymi. ­ Vit kunnu endurtaka sig­ urin í steypafinaluni, men tað krevur nógv arbeiði, og at vit enn eina ferð hava marginalirnar við okkum, verður sagt í EB/Streymi. Í HB minnast teir væl aft­ ur á steypafinaluna, sum man vera størsta vónbrotið higartil í hesum kappingar­ árinum. Um tað nú sunnu­ dagin og um eina viku fer at eydnast at lyfta seg upp­ aftur nærri toppinum og har­ við at varðveita møguleikan at endurvinna FM heitið. Tað er nú, at HB skal standa sína roynd! Topp­ skjúttin er aftur tøkur Heimaliðið verður stórfavorittur, tá ið oddaliðið B36 fær vitjan av Skála, sum bara hevur æruna at spæla fyri B36-SKÁLA Jákup Mørk Sunnudagin vann B36 strævnan og tepran sigur í Gøtu. Hesa ferð er einki sum eitur. Skálamenn fara at vitja í Gundadali, og árstalsfelagið, sum er í tættari kapping við NSÍ um FM heitið, kann ikki brúka annað enn øll trý stigini. Hesa ferð eiga vánirnar hjá B36 at vera betri, enn tær vóru í Gøtu. Sylla var burturstaddur síðsta sunnudag, og tað var stór­ ur saknur í honum, tí eingin megnaði avger­ andi gjøgnumbrotini. Sunnudagin verður Sylla aftur í B36 álopinum, og harvið er sannlíkið fyri málum til heimaliðið í Gundadali størri, enn tað var fyri viku síðani. Síðst B36 var á heima­ vølli, var úrslitið ímóti KÍ 2­2. Um B36 fram­ vegis skal kappast við fyrst og fremst NSÍ um FM heitið, so er javn­ leikur ímóti Skála ikki nóg mikið. Skálamenn kunnu hvørki fara undir strikuna ella upp á pláss, sum ber altjóða luttøku næsta ár við sær. Tríggjar tær sein­ astu ferðirnar hevur Skála bara skorað eitt mál tilsaman. Í Gundadali kunnu skálamenn spæla frítt. Spurningurin er, um tað fer at røkka til stig. Tað gjørdi tað, tá ið Skála í 9. umfari vitjaði B36 og úrslitið varð 1­1. Tað var mest umrøddi dysturin í landskapping­ ini í ár, men tað er ein heilt onnur søga. Nú skulu meistararnir standa royndina HB skal standa sína roynd sunnudagin, tá EB/Streymur kemur á vitjan í Gundadali. Hesin dysturin kann koma at avgera, hvar bronsuheiðursmerkini enda í ár. Mynd: Álvur Haraldsen