fríggjadagur 21. september 2007síða 22
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 183 • 21. september 2007
Vikuskifti
22
Eiði: Veðrið er til útiarbeiði her
við nýggja kirkjugarðin á Eiði.
Miðskeiðis í garðinum beint
niðanvert vøkru kirkjuna, stendur
Arthur í hvítum búna við eini slái
maskinu í hondini.
Hann er komin nakað væl
áleiðis í arbeiði sínum. Nú fer at
líða móti døgurða og fyrraparturin
er komin at enda.
Veðrið er av tí allarbesta. Eitt
lot fer gjøgnum bygdina, men
hvat sakar tað, tá sólin skínur
bæði oman og niðan henda vakra
seinsummardagin.
At sláa grasið er bert eitt av
mongum ymiskum arbeiðum
hjá Arthuri. Hansara arbeiði er
so fjølbroytt, at tá hann fer frá
arbeiði um kvøldið, veit hann ikki
altíð hvat hann skal byrja uppá kl.
8 morgunin eftir.
Jú, vit fáa so sanniliga dagin
at ganga. Tað er einki at snakka
um, sigur royndi umsjónar
maðurin.
Umhyggin
Við hepnari og kønari hond
slær Arthur vælvaksna grasið
millum tær mongu gravirnar í
kirkjugarðinum.
Grasið fýkur í allar ættir frá
slámaskinuni, og nógv av tí
kemur eisini uppá gravsteinarnar.
Men her er Arthur tó rættiliga
umhyggin í sínum arbeiði.
Hansara ynski er at arbeiðið
skal verða so væl úr hondum
greitt sum tilber. Tí er arbeiðið
ikki liðugt, tá sláingin er at enda
komin.
Vit byrjaðu í fjør at spula grav
steinarnar og kantarnar aftaná,
soleiðis at grasið ikki verður
hangandi í teimum. Eg haldi,
at fólk eru fegin um tað, sigur
Arthur.
Vanliga plaga teir at sláa báðar
kirkjugarðarnar tvær ferðir um
árið, tó soleiðis at tann nýggi
verður sligin tríggjar ferðir.
Gróðurin hevur kortini ikki
verið so góður í summar. So eg
vænti ikki, at hann verður sligin
aftur í ár.
Men vit fáa at síggja, sigur
hann.
Avbrotið arbeiði
Dagin fyri, var Arthur byrjaður at
sláa kirkjugarðin, og nú var hann
komin rættiliga væl áleiðis.
Tú veitst, hvussu tað er: Ein
byrjar eitt arbeiði, men ein verður
avbrotin alla tíðina í arbeiðinum:
So skal ein brotin rútur skiftast
út. Og so skal ein slá setast fyri
eina hurð í EBhúsinum, soleiðis
at børnini í barnagarðinum ikki
sleppa út á vegin.
Nú vænti eg at verða liðugur
við hetta út á seinnapartin, um
ikki okkurt annað stingur seg upp,
sigur Arthur.
Hann plagar at fáa ung fólk
sum hjálp til at raka tað sligna
Fríðkan
Snorri Bend
snorri@sosialurin.fo
Man má vera alsidig
Arthur Ellingsgaard hevur í samfull
26 ár arbeitt sum umsjónarmaður
hjá Eiðis kommuna. – Hjá okkum er
eingin dagur eins. Tað er altíð
okkurt at gera, sigur hann
”
Ta einu løtuna kunnu
teir rudda í bygdini.
Eina aðra løtu kemur
ein fráboðan um
eina tipta rennu. Ta
næstu eru teir í lítlu
viðarlundini í Múlavík