fríggjadagur 21. september 2007síða 27
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 183 - 21. september 2007
27
tíðindi
Ert tú dement?
10 tekin
• Minnið viknar, so tað ávirkar
arbeiðsavrikið. Men tað ikki óvanligt at
gloyma uppgávur av og á – og so at
minnast aftur seinni. Fólk við minnissvinni
gloyma oftari og minnast ikki aftur seinni.
• Tú hevur ilt við at greiða vanligar
gerandisuppgávur. Fólk við minnissvinni
kunnu matgera, men gloyma at seta matin
á borðið, ella at tey yvirhøvur hava gjørt
mat.
• Máltrupulleikar. Fólk við minnissvinni
gloyma heilt einføld orð og seta onnur orð
í staðin, so tað, sum tey siga, verður
óskiljandi.
• Gloyma tíð og stað. Fólk við minnissvinni
kunnu villast uttanfyri hjá sær sjálvum, og
tey vita ikki, hvat tey gera har ella finna
ikki heimaftur.
• Lítið og einki skyn. Fólk við minnissvinni
kunnu heilt gloyma, at eitt barn er inni – og
hvør eigur barnið. Tey kunnu eisini lata seg
í vetrarklæði á sumri ella lata seg í fleiri
húgvur uttan á hvørja aðra.
• Ilt við at hugsa í myndum. Fólk við
minnissvinni gloyma viðhvørt tølini og
hvussu tey kunnu nýtast.
• Gloyma lutir. Fólk við sinnissvinni kunnu
leggja strúkijarnið í frystaran ella seta
sukurskálina í kustaskápið.
• Skiftandi hýrur og atburður. Fólk við
minnissvinni kunnu gerast í ringum hýri
eftir einum lítlum bili og vit vita ikki hví.
• Lyndisbroytingar. Fólk við minnissvinni
kunnu broytast sera nógv, og gerast óð og
ørkymlaði.
• Tvørrandi virkishugur. Fólk við
minnissvinni kunnu gerast rættiliga
óvirkin, og tey skulu stimbrast, eggjast og
stuðlast í næstan øllum.
Við aldrinum kann tað henda, at vit stúra
óneyðuga nógv fyri, um okkum bagir eitt
hvørt í heilanum, tí vit hava ilt við at minnast,
sum vit plagdu. Tíbetur er í flestu førum talan
um fyribils minnissvinn, ið kann koma av
strongd, ringum svøvni, trupulleikum ella
øðrum.
Hjá summum verður minnissvinnið varandi.
Tí hevur Alzheimerfelagið givið út faldaran
um 10 tey vanligastu eyðkennini um
minnissvinn, har Alzheimers er sjúka tann
vanligasta.
Hjálp til dement og avvarðandi
Mánakvøldið 24.
september kl. 19.30
skipar Alzheimer
felagið fyri evnis
kvøldi um samspælið
millum avvarðandi
hjá demenssjúkum
og starvsfólk innan
heilsuverkið. Evnið
verður: Tá ið demens
gerst partur av
gerandisdegnum
Heilsumál
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Í sambandi við, at altjóða
alzheimerdagur er í dag,
21. september, skipar Alz
heimerfelagið fyri fyrilestri
í
Miðlahúsinum
mána
kvøldið.
Í tíðindaskrivi frá felag
num verður sagt, at fyrilest
urin fer at snúgva seg um,
at tá ið ein av okkara næstu
verður raktur av demens,
rakar sjúkan øll og alt broyt
ist. Gerandisdagurin gerst
truplari, og leiklutur og upp
gávur okkara broytast. Krøv
til maka, børn og næstringar
vaksa. Í tílíkum føri eru vit
an, stuðul, vegleiðing og
góð ráð týðandi partur fyri
at lætta um gerandisdagin.
Góða samspælið millum
starvsfólk og næstringar
gerst fyritreytin fyri trivnaði
num hjá sjúklinginum.
Fyri avvarðandi er støðið
fyri samstarv øðrvísi enn
fyri starvsfólkini. Talan er
um tvær sera ymiskar støð
ur. Hvønn týdning hevur
tað fyri samspælið millum
starvsfólk og avvarðandi?
Hvussu
er
leikluturin
sum avvarðandi, sæddur
við teirra eygum og sæddur
við eygunum hjá starvs
fólkunum. Samsvar og frá
brigdi, ið eru treyt fyri góð
um samstarvi.
Demens-kanón talar
Fyrilestrarhaldari er Birgitte
Vølund, ið er sjálvstøðugur
sjúkrarøktarfrøðingur
og
master í gerontologi. Fyri
lesturin er tikin úr einari 3
ára langari verkætlan um
avvarðandi at veikum eldri.
Tey seinastu 25 árini hevur
hon arbeitt innan eldrarøkt
og verið við til at menna
demensøkið. Hon arbeiðir
nú sum sjálvstøðugur eldra
ráðgevi.
Birgitte
hevur
ábyrgdina av útbúgvingini
av demenssamskiparum í
Danmark og arbeiðir haraft
urat við umsorgan og ger
andislívi hjá gomlum á røkt
arheimun og teirra avvarð
andi. Birgitte hevur verið í
Føroyum fleiri ferðir í sam
bandi við útbúgving og ráð
geving innan eldaøkið.
Alzheimerfelagið sigur,
at eftir fyrilesturin er kjak á
skránni, og at øll eru væl
komin.
At veita umsorgan til
persónar við demens
krevur bæði serliga
fakliga vitan og
empati. Kring landið
búgva og virka 40
demenssamskiparar
Heilsumál
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Kring alt landið virka 40
útbúnir demenssamskiparar.
Her heima skipaði Alzheim
erfelagið fyri tí fyrstu og
harðliga tiltrongdu útbúgv
ingini av demenssamskip
arum í 2004.
Hetta er sama útbúgving,
sum niðri. Hon er bygt upp
í modulir og fingu vit lær
arar frá danska skúlanum
heim at undirvísa, sigur
Erna Háberg.
Árið eftir skipaði Tórs
havnar Kommuna fyri ein
um skeiði afturat, so at nú
eru umleið 40 útbúnir
demenssamskiparar,
sum
búgva og virka kring alt
landið.
Frammanundan
høvdu tríggjar sjúkrasystrar
verið niðri og fingið sær
hesa útbúgving, sum er ætl
að øllum sløgum av røktar
starvsfólki, sum arbeiða
innan demensøkið.
Skipað nevnd
Erna Háberg, demenssam
skipari, sigur, at føroyskir
demenssamskiparar
hava
sett felag á stovn, FD. Hetta
er felag fyri fólk við demens
útbúgving og fólk, sum
hava eitt serligt tilknýti til
arbeiði við demens.
Hóast vit nú hava nógvar
samskiparar kring landið,
so er enn eitt petti eftir á
mál, til at fáa eitt rættiligt
tilboð skipa til sjúklingar
og avvarðandi. Hetta kundu
vit hugsað okkum at fingið
í lag samstarv við komm
unurnar um, tí vit eru stødd
í øllum teimum stóru oyggj
unum í landinum, sigur
Erna Háberg. Hon vónar at
fólk íframtíðini, fara at
kunna fáa fatur á einum
demenssamskipara,
hava
tey brúk fyri ráðgeving ella
hjálp um demens.
Endamálið við felagnum
er eisini at betra um góðsk
una í umsorganini hjá fólki,
sum eru rakt av sjúkuni
demens. Tað verið seg at
stuðla og vegleiða teimum,
ið rakt eru og teirra avvarð
andi. Harumframt er enda
málið, at stimbra og menna
starvsfólkini, sum eru um
sjúklingarnar, sigur Erna
Háberg.
Eisini vil felagið royna at
ávirka myndugleikarnar, so
menningin innan demens
kemur á hædd við hana í
londunum kring okkum.
Í nevndini í felagnum eru
Reidun Magnussen, Leynar,
forkvinna, Poula Sørensen,
Havn, skrivari og Poula
Debes, Havn, peningarøkil.
Demenslinjan er opin
Tað ber altíð til at ringja til
demenslinjuna hjá Alzheim
ersfelagnum týskvøld frá
1820, har øll eru vælkomin
at venda seg. Erna Háberg
sigur, at fólk kunnu vera
anonym tá tey ringja til linj
una, sum hevur telefon
318102.
Demenskvøld í Miðlahúsinum
Altjóða alzheimerdagur
21. september