Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-21, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. september 2007síða 29

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 183 - 21. september 2007 29 postverk.fo Samskipari til marknaðardeildina – okkara samskiftisfyritøka Stutt um Postverk Føroya 280 fólk arbeiða hjá Pf. Postverki Føroya. Tann 1. januar 2005 varð postverkið umskipað frá almennum stovni til partafelag við Føroya Landsstýri sum eigara. Høvuðsskrivstovan, miðdepilin fyri alla útbering felagsins, er á Óðinshædd í Havn. Saman við samstarvsfeløgum veitir Postverk Føroya bestu flutningstænastu og dygdarbestu viðgerð úti og heima. Umsókn Áhugað eru vælkomin at ringja til Heri Kjærbo, HR-stjóra, á telefon 23 60 95 og fáa meiri at vita. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Umsóknir við hóskandi prógvum og viðmælum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin tann 28. september 2007 og verður at senda til: Pf. Postverk Føroya Att.: Heri Kjærbo Óðinshædd 2 FO-100 Tórshavn ella um teldupostin til: heri@postverk.fo Pf. Postverk Føroya stendur á gáttini til eina nýggja, spennandi og avbjóðandi framtíð, nú stovnurin er um- skipaður til partafelag. Pf. Postverk Føroya søkir í tí sambandi eftir einum fólki til marknaðardeildina. Ert tú rætta fólkið fært tú stóra ávirkan á, hvussu sølu- og marknaðararbeiðið skal mennast. Førleiki Tú hevur hóskandi starvsroyndir innan marknaðarrøkt, du- gir væl at samskifta og at samskipa t. d. lýsingarherferð- ir. Hevur royndir at fyriskipa og leggja framtíðarstrategiir. Dámar avbjóðingar og dugir at arbeiða sjálvstøðugt. Tíni eyðkenni er m.a., at tú røkkur tey mál, tú setur tær. Tú dugir væl at fáast við fólk, og hevur sostatt lætt við at skapa støðugt samband við viðskiftafólk og -stovnar. Tú sært møguleikar heldur enn forðingar, samstundis sum tú ert før/ur fyri at arbeiða á ein bæði skapandi og ítøkiligan hátt. Umframt hóskandi útbúgving hevur tú kanska eisini royndir innan CRM, og hevur greiða fatan av møguleikunum innan KT. Eisini er tað ein treyt at tú dugir at arbeiða við forritunum Indesign, Photoshop og Illustrator. Postverk Føroya bjóðar tær eitt avbjóðandi, fjølbroytt og spennandi starv í umhvørvi við nútímans leiðsluhátti. Talan er um eitt krevjandi starv, og tí bjóða vit tær eina góða løn, samsvarandi førleika og royndum. Starvið verður sett skjótast gjør- ligt. postverk.fo Avbjóðandi starv sum speditørur – okkara samskiftisfyritøka Stutt um Postverk Føroya 280 fólk arbeiða hjá Pf. Postverki Føroya. Tann 1. januar 2005 varð postverkið umskipað frá almennum stovni til partafelag við Føroya Landsstýri sum eigara. Høvuðsskrivstovan, miðdepilin fyri alla útbering felagsins, er á Óðinshædd í Havn. Saman við samstarvsfeløgum veitir Postverk Føroya bestu flutningstænastu og dygdarbestu viðgerð úti og heima. Umsóknir við hóskandi prógvum og viðmælum skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin tann 28. september 2007 og verður at senda til: Pf. Postverk Føroya Heri Kjærbo Óðinshædd 2 FO-100 TÓRSHAVN ella um teldupost til: heri@postverk.fo Tú hevur nú møguleikan at søkja eitt spennandi og avbjóðandi starv í Pf. Postverk Føroya. Tú kemur m.a. at samskifta við flutningsfeløg, virkir og kundar. Geva tilboð uppá frakt innan- og uttanlands og avgreiða skjøl í samband við inn og útflutning. Virksemið á Vinnudeildini er vaksandi og tú kanst vera við til at ávirka dagligu gongdina á deildini. Førleikar Tú hevur útbúgving sum speditørur. Tú dugir væl at samskifta við viðskiftafólk, innan- sum uttanlands, og tú ert skjótur í verki og til verka. Vit vænta, at tú kennir flutnings- og tollviðurskifti í Norðurlondum. Tíni eyðkenni eru m.a., at tú røkkur teimum málum, tú setur tær. Tú dugir væl at fáast við fólk og sært møgu- leikar heldur enn forðingar. Tú hevur hug at menna teg innan logistikk og nýskapan. Postverk Føroya bjóðar tær eitt avbjóðandi, fjølbroytt og spennandi starv í umhvørvi við nútímans leiðsluhátti. Starvid er krevjandi, og tí bjóða vit tær góða løn, samsvarandi førleika og roynd- um. Starvið verður sett skjótast til ber. Umsókn Áhugað eru vælkomin at ringja til Hera Kjærbo HR-stjóra á telefon 236095 at fáa meira at vita. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. lýsingar