Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-21, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. september 2007síða 30

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 183 - 21. september 2007 Treingir tú til luftskifti? Leingist tær eftir at fløva onnur við tínum førleikum og royndum? Og hevur tú hug at oysa av tínum ágrýtni í einum nýggjum toymi innan føroyska byggivinnu? So ert tú vælkomin inn í hitan hjá okkum. PB Consult sóknast eftir verkfrøðingi, byggifrøðingi ella líknandi til projekterings- og eftirlitsarbeiði innan fyri: • HVS-skipanir • Kloakkskipanir • Vatnveiting • Fjarhitaskipanir • Sprinklaraskipanir Í okkara nýggja verkfrøðingavirki fært tú møguleika at arbeiða sera sjálvstøðugt, at taka avgerðir og í stóran mun sjálv/ur at leggja tær arbeiðsdagin til rættis. Vit vænta, at tú hevur førleika í forritum sum AutoCad, Word og Excel. Løn og setanartreytir verða sambært avtalu millum teg og okkum. Vit eru í holt við fleiri spennandi verkætlanir, og tí er best, um tú kanst byrja skjótast gjørligt. Men vit bíða fegin eftir tí rætta persóninum. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Pætur Húsgarð, tlf 23 82 00 ella teldupost ph@pbc.fo Skrivlig umsókn skal verða okkum í hendi í seinasta lagi 5. oktober 2007. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Starv í nýggjum ráðgevingarvirki Heykavegi 6B. • Postsmoga 1395 • FO-110 Tórshavn Telefon: 30 82 00 • Faks: 30 82 01 • www.pbc.fo PB Consult er ráðgevandi verkfrøðisvirki, sum bleiv sett á stovn í mars í ár. Felagið veitir ráðgeving innan HVS- skipanir, vatnveitingar og vatnreinsiverk, kloakkleiðingar og kloakkreinsiverk, fjarhitaskipanir, sprinklaraskipanir, køvigasskipanir, projekteringsleiðslu og byggileiðslu. Pætur Húsgarð og Bjarni Jakobsen, sum hava útvið 18-ára royndir innan ráðgevandi verkfrøði, eiga PB Consult. Felagið er limur í Foreningen af Rådgivende Ingeniører (F.R.I.) og er vælútgjørt við nýggjasta útbúnaðinum, sum hoyrir til á einari nýmótans teknistovu. Runavík Ítróttarhøllin Týsdagin 9. okt. Kl. 19 Tórshavn Ítróttarhøllin á Hálsí Mikudagin 10. okt. Kl. 19 Klaksvík Ítróttarhøllin Hósdagin 11. okt. Kl. 19 Forsøla av agongumerkjum í og við dyrnar ein tíma undan sýningunum. www.arena.dk lýsingar Brúðarkoyring Skalt tú hava eina serliga uppliving, so er at leiga ein bil hjá Havnar Bilasavni frá Sp/F Bilrøkt í Havn. Vel t. d. ein svartan Ford A frá 1930, ein hvítan Chevrolet frá 1931, ein bláan Chevrolet Skyline frá 1952 ella ein brúnan Jaguar frá 1978 Ring til Bilrøkt á 588880 www.bilrokt.fo bilrokt@bilrokt.fo Brúðarkoyring Internet