Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-21, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. september 2007síða 33

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 183 - 21. september 2007 33 lýsingar Av tí at báðir skipararnir umborð á Smyrli gevast vegna aldur, verður hervið søkt eftir tveimum skipsstjórum til Smyril at byrja fyrst í novembur ella eftir nærri avtalu Starvið Skipsstjórin hevur leiðsluna og ábyrgdina av øllum virkseminum, sum fer fram umborð á Smyrli, herundir eisini starvsfólkamál. Høvuðsuppgávur • At tryggja at allar formligar ásetingar verða hildnar, herundir allar trygdarfyriskipanir • At virka fyri mennandi arbeiðsumhvørvi og at tryggja, at trivnaðurin umborð er í hásæti • At skipa fyri vikuligum fundum við manning og leiðslu umborð • At virka sum bindilið millum høvuðsskrivstovu og skip • At hava fíggjarligu ábyrgdina fyri rakstrinum og gera fíggjarætlan • At tryggja eitt høgt, støðugt og mennandi tænastustøði • At gera mánaðarligar rapporteringar um fólkafl utningsviðurskifti, virksemi og ætlanir • At arbeiðssetningurin hjá fyritøkuni verður fylgdur Talan er um eitt leiðarastarv innan føroyskan ferðafólkafl utning við spennandi avbjóðingum, har skipsstjórin fær ábyrgdina av størstu innanhýsis farleiðini í Føroyum. Viðkomandi kemur at seta sítt fi ngramerkið á tænastustøði umborð, og kemur sostatt at viðvirka til, at Strandfaraskip Landsins sum heild fær eitt positivt viðmæli, tá talan er um tænastu. Starvið gevur góðan møguleika fyri persónligari og fakligari menning. Førleikakrøv • Vinnubræv sum skipsførari • Búskaparlig og analytisk evnir • Góð leiðslu- og samstarvsevnir • Skal kunna arbeiða málrættað • Góðan telduførleika • Væl fyri málsliga í føroyskum og enskum Harafturat leita vit eftir einum persóni, ið hevur drúgvar royndir, er kreativur, nýhugsandi, róligur, upplýsandi og sum dugir væl við starvsfólki og ferðafólki. Lønarviðurskiftir- og setanartreytir Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Skipara- og Navigatørfelag. Mánaðarlønin (Endaløn) er í løtuni 32.687,- + eina viðbót á 8.214,- umframt ein eftirløn á 1634,- Arbeiðstíðin er eitt til eitt, umframt feria. Umsóknir Umsókn við avritum skal sendast til: Strandfaraskip Landsins Att: Stjóraskrivstovan Postboks 88 FO-110 Tórshavn og skal vera fyritøkuni í hendi í seinasta lagi hósdagin 4. oktober 2007. Nærri upplýsingar kunnu fáast við at venda sær til Regin Vágadal, stjóra, á tlf. 343012 Skipsstjórar til Smyril Strandfaraskip Landins (SSL) eru landsfyritøka undir Innlendismálaráðnum, hvørs endamál er at lúka landsins tørv á innan- lands fólka- og farmafl utningi. Fyritøkan umsitur 29 farleiðir: 22 Bygdaleiðir og 7 Oyggjaleiðir. Samlaða talið av ferðafólkum við SSL í 2006 var 1,1 millión: 620 túsund við bussunum og 480 túsund við ferjunum. Talið av fl utningsanleggum er 40 bussar, 8 ferjur og farmafl utningsútbúnaður. Starvsfólkini eru á leið 170 í tali, svarandi til 120 ársverk. Fyrisitingin á SSL er skipað í fi mm deildir: Samferðslu-, Sjó-, Fíggjar-, Starvsfólka-, Farma- og cateringdeild. Mazda Premacy vøruvognur til sølu Ein Mazda Premacy turbo diesel frá 2001 til sølu. Bilurin er myrkabláur og er í góðum standi. Koyrt 163.000 km. Baksetur fylgja við. Áhugað kunnu ringja á 222081 Lesið -tað loysir seg Framsíggin Tryggur Álítandi MIÐFLOKKURIN SJÁLVANDI www.midflokkurin.fo hvørt vikuskifti í Sosialinum Kom við og mynda Føroyar! Fyrsti uppstillingarfundur Miðfloksins til Løgtings­ valið verður komandi mikukvøld 26 septembur, kl. 19.30, á Hotel Hafnia Kennir tú ábyrgd fyri føðilandinum og vilt verða við at verja og mynda tað, eigur tú at koma við. Síggj hetta sum títt íkast til eitt trygt fram­ tíðarsamfelag fyri teg, tíni børn og tíni kæru. Hesin fyrsti fundurin verður fyri øll 8 valdømini, so komið úr Suðri, Norðoyggjum, Sandoynni, Vágum, Norðstreymi, Eysturoynni og Suðurstreymi. Á fundinum verður nýggj og spennandi heimasíða framløgd ( floksnavnið verður tó ikki broytt). Allir limir eru vælkomnir! Tú, sum ikki er limur, kanst tekna teg sum lim á fundinum. • Sambært greining í Sosialinum, hava allar veljarakanningar, síðani seinasta løgtingsval, spátt stóra framgongd fyri Miðflokkin. Tær seinastu geva vón um trý og onkur um fýra tingumboð. • Somu kanningar vísa, at flokkurin er sjáldsama sterkur millum ungu veljar­ arnar. At tað táttar í helvt, ið er niðan fyri 25 ár og í tveir triðingar, sum er niðan fyri 35 ár. • Út frá hesum metir Sosialurin, at Mið­ flokkurin er ein flokkur, sum hevur framtíðina fyri sær, tí her legst lutfals­ liga væl meira afturat, enn hjá nøkrum øðrum flokki. Visti tú at...